Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 116 - 19. juni 2008 Higartil hevur ikki verið kravt, at byggi­ loyvi skal gevast til at seta upp vindmyllur, men Kommunusam­ skipan Føroya og Havnar kommuna kanna nú málið VINDMYLLUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Smáu vindmyllurnar til privathús gerast alt meiri vælumtóktar, tí tær spara hópin í olju, og við alsamt vaksandi oljuprísinum eru eisini nógvir pengar at spara við vindmyllunum. Í løtuni umhugsa Komm­ unusamskipan Føroya og Havnar kommuna, hvørjar reglar skulu setast til vind­ myllur. Vestmanna komm­ una hevur fráboðan á heimasíðu síni í sambandi við vindmyllur, har sagt verður: »Tað eru helst fleiri, sum í hesum tíðum umhugsa at fáa sær smærri vindmyllur at seta upp. Vestmanna Kommuna skal hervið gera vart við, at uppseting av vindmyllum kemur undir bygging sambært byggi­ samtyktini fyri kommun­ una. Tí skal søkjast um loyvi til at seta eina slíka upp! Saman við skrivligari umsókn skulu vera tekn­ ingar og aðrar upplýsingar, ið eru neyðugar til greitt at skilja málið«. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havnar kommunu og formaður í Kommunu­ samskipan Føroya, sigur, at tað er neyðugt at kanna málið við smáu vind­ myllunum gjølla, og síðani gera nakrar standard reglur fyri uppseting og góð­ kenning av vindmyllunum. ­ Tað er umráðandi, at vindmyllurnar eru góð­ kendar til okkara veðurlag, og tola tann nógva vindin, sum vit hava í Føroyum, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at tað verður neyðugt at seta krøv til vindmyllurnar. Trygdin í hásætið ­ Nú skal tað sjálvandi ikki misskiljast. Vit eru ikki ímóti vindmyllunum, tvørt­ urímóti. Men tað má bara verða so, at folk í granalag­ num skulu kenna seg trygg, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at skeiklast eitt rotorblað, ella brotnar tað av, kann tað gera óbóta­ ligan skaða, tí tað verður ein øgilig ferð eitt slíkt blað fær, brotnar tað av vindmylluni. ­ Men tað er heldur ikki bara trygdin, hugsast skal um, tí ein slík vindmylla gevur ein ávísan larm eisini, og tí má eisini takast hædd fyri, sigur Heðin Mortensen. Nær ein niðurstøða er greið, og nær ein slík stand­ ard reglugerð fyriliggur, er ikki greitt enn, men tað skilst á lagnum, at onkur kommuna bíðar eftir støð­ uni, sum Kommunusam­ skipan Føroya tekur í máli­ num um smærru vindmyll­ urnar til privathús. Tað merkist innan ferðavinnuna, at summarsiglingin hjá Norrönu byrjar seinni í ár enn undanfarin ár FERÐAVINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Jú, vit hava merkt, at summarsiglingin byrar seinni hjá Norrönu í ár. Sesongin hjá okkum plagar at byrja um hálvan mai, men nústaðni mánadagin byrjaðu ferðafólk av álvara at koma, siga tey av Sp/F Skúvadal, sum siglir ferðafólk undir Vestmannabjørgini. Tað, at Norröna byrjar summarsiglingina seinni og endar hana fyrri, styttir sjálvandi um eina framman undan stutta sesong hjá fyritøkum, sum Skúvadal. Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari hjá Smyril Line, sigur, at orsøkin til styttu summarsiglingina er vælumtóktu Víkinga­cruise ferðirnar. ­ Ferðafólkini sigla til okkara destinatiónir í eina viku, men steðgurin í Før­ oyum er so stuttur, at stundir ikki eru til túrar sum undir Vestmannabjørgini, sigur Jákup Sverri Kass. Hann sigur, at tað longu er avgjørt, at summarsigl­ ingin komandi ár byrjar og endar somu tíð sum í ár. Um ferðafólkatalið hjá Norrönu sigur Jákup Sverri Kass, at tað ikki er minkað, men kanska heldur kvinkað eitt sindur uppeftir. Ása Johnsdóttir, for­ kvinna í Gistingarhúsfelag­ num, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um talið av gistingum í summar, men at okkurt bendir á, at tað higartil er heldur lægri hjá stóru hotellunum í Havn. Óivað hevur tað eina ávirkan, at Norröna byrjar summarsiglingina seinni í ár, sigur Ása Johnsdóttir. Gera standard reglar fyri vindmyllur Smáu vindmyllurnar gerast alt fleiri í tali Mynd: Álvur Haraldsen Seinkað summarsigling ávirkar Tað hevur ávirkað ferðavinnuna í Føroyum, at Norröna byrjaði summarsiglingina seinni í ár enn undanfarin ár Stjólu fløggini Á íslendska tjóðardegnum, sum var fyrradagin, var onkur so nasvísur at stjala fløggini, sum hingu yvir grøvini hjá landsfaðirinum Jóni Siguðssyni í Hólavallarkirkjugarðinum í Reykjavík. Sum siður er, hingu sjey íslendsk fløgg yvir grøvini og í kirkjugarðinum hendan dagin, men hesaferð hvurvu øll. Morgunblaðið skrivar, at stuldurin var meldaður til løgregluna, men at eingin er tikin. Tey sjey fløggini eru heldur ikki komin afturíaftur, skrivar blaðið. 40 tikin fyri barnaporno Danska løgreglan gjørdi í gjár eina samskipaða razzia á 42 bústøðum um alt landið. Úrslitið var, at 40 fólk vórðu handtikin fyri at liggja inni við barnapornografiskum tilfari. Tann yngsti var bara 13 ára gamal, meðan hin elsti er 67 ár. Tey handtiknu koma frá øllum samfelagsbólkum, frá almannakundum til kokkanæming, starvsfólki í kriminalforsorgini, ein fysioterapeut og ein brúktbil seljara. Øll vórðu purrað út klokkan seks gjáramorgunin.