Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 116 - 19. juni 2008 Í skrivi til fjølmiðl­ arnar frá Edmundi Joensen, løgtings­ og fólkatingslimi, mánadagin, ákærir hann Høgna Hoydal, landstýrismannin í uttanríkismálum, fyri ikki at kunna Uttanlandsnevndina og løgtingið um, hvat er komið burtur úr sínum uttanlandsferðum í tilsamans sjey lond­ um. Gerðabøkurnar prógva ákæruna, men nevndin sigur seg vera nøgda við kunningina Politikkur Bjørk Olsen bjork@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í uttan­ ríkismálum, Høgni Hoydal, fær ákoyringar frá Edmundi Joensen, løgtings­ og fólka­ tingslimi, sum fýlist á mangl­ andi kunning í sambandi við uttanlandsferðirnar hjá lands­ stýrismanninum. Høgni Hoydal hevur, síð­ an landstýrið varð skipað, verið á sjey uttanlandsferð­ um, men sambært gerðabók­ unum hevur hann ikki greitt uttanlandsnevndini frá, hvat er komið burtur úr ferðunum. Uttanlandsnevndin hevur síðan 21. februar 2008 havt níggju fundir, har gerðabøk­ urnar bara greiða frá, at Høgni hevur lagt fram ætlan­ irnar við ferðunum, men einki er greitt frá, eftir at hann er heimafturkomin. »Hvør er uttanríkispolit­ ikkurin hjá Føroyum, og hvat er ítøkiliga komið burt­ ur úr almennum ferðum og fundum hjá landsstýris­ manninum í uttanlandsmál­ um í tilsamans 7 londum? ­ Um hesar upplýsingar ikki eru fevndar av tagnarskyldu, hevði verið hóskandi, at eis­ ini tingfólk og almenningur­ in verða kunnað, skrivar Edmund Joensen í tíðinda­ skrivi til Sosialin« Edmund Joensen og Jenis av Rana, formaður í uttan­ landsnevndini, kjakaðust um málið í útvarpinum mánadagin 16. juni, og Edmund skrivar hesa við­ merkingina til kjakið í tíðindaskrivinum: »Útvarpið tók málið upp í tíðindaflutningi sínum í gjár. Har segði Jenis av Rana, for­ maður í uttanlandsnevndini og partur av CHE­samgong­ uni, m.a., at nevndin hevur fingið nøktandi kunning frá uttanríkisráðnum, og at ong­ in tørvur er á at fáa meira kunning. Úttalilsið hjá nevnd­ arformanninum samsvarar ikki við gerðabókina hjá utt­ anlandsnevndini, ið má met­ ast at vera ein álítandi kelda, ið embætisfólk hjá Tinginum hava skrivað. Tað er ikki nóg mikið at seta seg at lesa burt­ ur úr samgonguskjalinum, so sum formaðurin í uttan­ landsnevndini gjørdi í tíðinda­ flutninginum hjá Útvarpinum fyrrapartin í gjár« Ei skylda at biðja um loyvi »Beinleiðis orsøkin til spurningarnar er, at Løg­ tingið hevur ikki fingið nakra kunning um hesar spurningar, hóast Tingið hevur játtað at lata uttanrík­ isráðnum hjá heimastýrin­ um 30,7 mió. kr. til virksemi tess, skrivar Edmund Joen­ sen í tíðindaskrivinum« Hann leggur stóran dent á, at tíðindaskrivið er beinleið­ is til formannin í Uttan­ landsnevndini og ikki til Høgna Hoydal, men skrivar eisini í tíðindaskrivinum: »Undirritaði heitti somu­ leiðis á formannin í uttan­ landsnevndini um at útvega nevndini og Tinginum kunn­ ing um nevndu spurningar« Høgni Hoydal, landstýris­ maður í uttanríkismálum svarar soleiðis, tá ið Sosial­ urin bað um eina viðmerk­ ing: ­ Landstýrismaðurin skal ikki biðja um loyvi at fara eina uttanlandsferð – bara kunna nevndina. Eg havi ongan kritikk fingið frá uttan­ landsnevndini. Nevndin hevur fingið eina drúgva gjøgnum­ gongd av ætlanunum og enda­ málunum við ferðini; at knýta samband millum tey nærmastu grannalondini: Skotland, Ísland, Grønland og Noregi. Hví verður løgtingið og almenningurin so ikki kunn­ aður um, hvat er komið burturúr? ­ Eg ætli mær ikki at koma niðan í tingið, hvørja ferð ein uttanlandsferð kemur fyri, svarar Høgni Hoydal. ­ Edmund ger herferð ímóti uttanríkisráðnum. Hann roynir bara at dekka yvir einum øðrum lesarar­ brævið hann hevur skrivað fult av lygni. Høgni svaraði aftur til lesarabrævið í Sosialinum í gjár, har hann skrivaði, at tað ikki kundi góðtakast, at Edmund Joensen støðugt velur at bera rong tíðindi og ósannindi fram, sum skulu tæna hansara persónligu endamálum. Tað grundleggjandi í mál­ inum er, at Løgtingið má vita, hvør uttanlandspolitikk­ urin er. Tingið hevur jú skyldu at hava eftirlit við landsstýrinum, skrivar Edmund. Hví ikki spyrja beinleiðis? Tá ið Sosialurin spurdi, hví Edmund sum løgtings­ limur ikki kallar Uttanlands­ nevndina saman og spyr bein­ leiðis, svarar hann soleiðis: ­ Eg vil hava informationir í gjøgnum løgtingið. Upp á spurningin hví hann ikki sum løgtingslimur fær løgtingið at kalla nevnd­ ina saman, svarar Edmund Joensen: ­ Ja, tað veit eg ikki, um eg kann. Tað kann mann sikkurt gott. Tað kann eg sikkurt gott. Løtu seinni ringir Edmund Joensen aftur á Sosialin, har hann grei ður frá, at tað er ikki vanlig mannagongd, at løgtingið kallar nevndirnar inn, og at løgtingið heldur ikki er samlað í løtuni. Fólkaflokkurin nøgdur ­ Eg kann ikki siga, at Høgni ikki hevur greitt frá sínum uttanlandsferðum, men hann hevur ongantíð ítøkiligt greitt frá teimum, sigur Kristina Sam­ uelsen, nevndarskrivari í Uttan­ landsnevndini, tá Sosialurin setir seg í samband við hana. Sosialurin hevur eisini vent sær til Jørgen Niclasen, lim í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum og spurt, um hann hevur eina við­ merking til málið. Jørgen greiðir frá, at hetta er fyrstu ferð, hann situr í uttanlands­ nevndini og veit tí ikki, hvussu kunningin áður hev­ ur verið í nevndini. ­ Tað hevði altíð kunnað verið kunnað betur, men tað er ósannlíkt, at nakar hevði gjørt hetta øðrvísi. Eg eri ikki ónøgdur, men nevndin hevur ikki fingið nakra detaljeraða kunning, sigur Jørgen Niclasen. Ákærurnar flúgva millum Edmund og Høgna Hetta var umrøtt um uttanlandsferðir í gerðabøkrunum hjá uttanlandsnevndini á www.logting.fo: 3. mars Uttanlandsferð Málið varð umrøtt. Gjørt varð av, at formaðurin, næstformaðurin og skriv­ arin við grundarlagið í umrøðuni fyrireika uppskot til ferðaskrá og evni. 31. mars Uttanlandsferð og vitjan hjá Føroyanevndini í Fólka­ tinginum (udvalget vedrørende færøske forhold) Teldupostur frá nevndarskrivaranum í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum varð umrøddur. Nevndin tók undir við at skipa ferðina sum nevnt í teldupostinum. 31.03.2008 14. apríl Landsstýrismaðurin kunnaði nevndina um, at málið og allar upplýsingar, sum nevndin hevur fingið á fund­ inum, eru givin undir tagnarskyldu. 9. juni Hóast hetta ikki var sett á skrá til fundin, varð uttan­ landsferð hjá nevndini umrødd 16. juni Uttanlandsferð Miðað verður eftir at fara til New York og Washington í viku 37 (uml. 5. ­ 12. september). Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingslimur, ákærir uttanlandsnevndina fyri at halda upplýsingar um tær sjey uttanlandsferð- irnar hjá landstýrismanninum í uttanríkisráðnum fyri løgtinginum og almenninginum. Høgni Hoydal, sigur, at Edmund Joensen ger herferð ímóti Uttanríkisráðnum, og hann ætlar sær ikki oman í tingið, hvørja ferð hann hevur verið uttanlands So nógvir húsvognar sum ongantíð fyrr Ongantíð áður hevur Norrøna havt so nógvar húsvognar, sum í ár. Jákup Sverri Kass, sølu­ og marknaðarleiðari á Smyril Line sigur, at Ísland hevur bøtt um infrakervið til tess at gera støðuna hjá teimum, sum ferð­ ast við húsvognum betur. Og umstøðurnar eru batnaðar munandi sein­ astu tíggju árini. Sum myndin vísir, valfarta nógv fólk av meginlandin­ um til Íslands til tess at koyra runt í landinum í tvær ella tríggjar vikur. – Alt fleiri føroyingar keypa sær húsvogn, og vit á Smyril Line hava tískil gjørt nøkur sertilboð til Skotlands í summar til teir føroyingar, sum ynskja sær uttanlands í egnum húsvogni, sigur Jákup Sverri Kass. Rás2 beinleiðis úr Vági Í dag og fyrrapartin í morgin sendir Rás 2 beinleiðis úr Vági í samband við, at jóansøkan er fyri framman. Sent hevur verið allan fyrrapartin úr nýggja handilsmiðdepl­ inum, Torgið, har gestir koma á gátt, og farið verður eisini út og kring um í sunnaru helvt av Suðuroy at vitja. Eyðfinn Drewsen, Heri Simonsen og James Olsen halda til á ovaru hædd á nýggja Torginum, ið er mitt í Vági. Sent verðru eisini ein part av degnum í morgin beinleiðis úr Vági.