hósdagur 19. juni 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 116 - 19. juni 2008
Luktilsi úr kópi
Eitt nýstovnað felag í Grønlandi ætlar at fáa uppaftur
meiri burtur úr tí kópi, sum grønlendingar veiða.
Felagið ætlar at leggja seg eftir at fáa meiri burtur úr
spikinum. Kanningar hava víst, at tað kann brúkast til
heilsufremjandi kost, men at tað eisini kann brúkast til
luktilsi, sigur KNR. Tað hevur annars staðið á hjá
veiðimonnunum at sleppa av við kópakjøtið í ár.
Skinnið hevur áhuga, men í eitt nú Paamiut hava menn
tveitt kjøtið á sjógvin.
Yvirtíð hevur avleiðingar
Er ein norsk kanning eftirfarandi, kann tað hava óhepnar
avleiðingar at arbeiða ov nógva yviurtíð. Lærdi háskúlin í
Bergen hevur kannað viðurskiftini hjá 10.000 norðmonnum,
sum arbeiða vanliga 40 tíma viku, og fólki, sum arbeiða
munandi fleiri tímar. Úrslitið var, at tey, sum arbeiðs nógva
yvirtíð, líða meiri av tunglyndi og stúran enn tey, sum
arbeiða vanliga tíð. ES hevur reglur, sum siga, at fólk eiga
ikki at arbeiða meiri enn 48 tímar um vikuna.
Kanska fáa vit skjótt luktilsi úr
grønlendskum kópaspiki
(Mynd: KNR)
Bæði virkini, sum
keypa gulllaks í
Føroyum, hava í
løtuni so nógvan fisk,
at Vestmenningur
nú noyðist yvir á
Hornafjørðin í Íslandi
at landa og selja
Gulllaksur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vestmenningur er nú á veg
yvir til Íslands at landa gull
laks. Makkarin hjá honum
Fram landar í Vestmanna.
Skipini, sum fóru til fiski
skap seinasta leygardag,
eru so gott sum fullfermd.
Tey hava eini 480.000 pund
inni.
Reiðarin, Tummas Chris
tophersen, sigur, at hvørki
Atlantis í Vestmanna ella
Tavan í Leirvík høvdu
møguleika at keypa lastina
hjá Vestmenningi, tí so
nógvur fiskur er niðurfyri.
Umframt
Fram,
sum
landar í Vestmanna, landa
eisini Polarhav og Stjørnan
í Saltangará í dag.
Vanligt er, at Tavan keypir
gulllaksin hjá Polarhavi,
Stjørnuni og Eysturbúgvan
um, meðan Atlantis keypir
fiskin hjá Vestmenningi,
Fram og Vesturbúgvanum.
Vestmenningur landar á
Hornafjørðinum, har eitt
stórt pelagiskt virki er, sum
kann heilfrysta eini 400
tons um samdøgnið.
Reiðarin sigur, at prísurin
fyri gulllaks í Íslandi er
heldur betri enn í Føroyum,
men siglingin ger, at túrurin
ikki loysir seg fyri reiðaríið.
Vestmenningur til Í
Meðan Fram landar í Vestmanna, landar »makkarin« Vestmenningur á Hornafjørðinum
Mynd: Karstin Vang
- Tað er ein stórur
spurningur, hvussu
langt myndug-
leikarnir kunnu lata
marknaðarkreftirnar
ráða einsamallar
- ella lata tingini
passa seg sjálvi. Tað
er altíð eitt mark fyri,
hvussu leingi eitt
samfelag kann lata
eyguni aftur fyri eini
stórari kreppu, sum
nærkast í so stórum
lopum, sum kreppan
í fiskiflotanum
hesaferð ger, sigur
Olaf Olsen
FiskiFloti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Olaf Olsen var reiðari í eini
35 ár, og fyri ta tíð førdi
hann skip í eini 12 ár. Árini
hjá honum til skips gjørdust
eini 22 tilsamans. Olaf ber
orð fyri at vera sera skila
góður, siðiligur og varð
nógv avhildin av sínum
manningum sum reiðari.
Vit hava spurt mannin,
sum nú eftir hesi mongu ár
stendur á »síðulinjuni«,
hvussu hann sær upp á støð
una hjá føroyska fiskiskipa
flotanum.
Tað sær ikki gott út. Um
hetta er størsta kreppa, sum
fiskiflotin hevur staðið yvir
fyri nakrantíð, veit eg ikki,
tí tað hevur sæð dapurt út
viðhvørt. Men støðan er
álvarslig, eingin ivi er um
tað.
Olaf vísir á, at eitt er upp
og niðurgongdin í fiska
stovnunum. Nøkur ár eru
góð, onnur eru minni góð.
Onkur fiskastovnur er væl
fyri, og aðrir eru verri fyri.
Soleiðis hevur tað altíð
verið, og soleiðis fer tað
ivaleyst altíð at vera.
Fyrrverandi reiðarin er
onga løtu í iva um, at størsta
avbjóðingin hjá fiskiflot
anum í løtuni eru methøgu
oljuprísirnir,
serliga
hjá
trolaraflotanum, ið er so
neyvt tengdur at oljuni.
Eingin stýring?
Olaf Olsen sigur, at soleiðis,
sum gongdin hjá lemma
trolarum og partrolarum er
í løtuni, er tað ein stórur
spurningur, um nakað skip
megnar meira enn sjálvan
raksturin og nóg illa rakst
urin einans.
Eg dugi at ímynda mær,
at tað er sera stríggið at
hava skipini siglandi, og
hugsingur er neyvan um at
rinda rentur og avdrøg hjá
teimum sum fiska ísfisk
við troli.
Fyrrverandi reiðarin, løg
tingsmaðurin og landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
er ikki samdur við teimum
sum siga, at myndugleikarn
ir bara skulu leggja allan
fiskiflotan í hendurnar á
marknaðarkreftunum, sum
vit dagliga hoyra.
Tað er ein stórur spurn
ingur, hvussu langt myndug
leikarnir kunnu lata markn
aðarkreftirnar ráða einsa
mallar ella lata tingini
passa seg sjálvi, sum hann
tekur til. Tað er altíð eitt
mark fyri, hvussu leingi eitt
samfelag kann lata eyguni
aftur fyri eini stórari kreppu,
sum nærkast í so stórum
lopum, sum kreppan í fiski
flotanum hesaferð ger.
Javnandi tiltøk
Olaf Olsen vísir á, at flestu
Skeivt at lata fiskiflotan far