hósdagur 19. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 116 - 19. juni 2008
Leita eftir bjarnum
Ta seinastu vikuna hava íslendingar fingið drúgva umrøðu
kring heimin, tí teir valdu at skjóta tvær hvítabjarnir, sum eftir
øllum at døma høvdu svomið úr Grønlandi til Norðurlandið í
Íslandi. Serliga djóravinir hava fýlst á, at báðar bjarnirnar
blivu skotnar. Hesari umrøðu vilja íslendingar fegnir sleppa
undan, og tí ætla teir ikki, at nøkur bjørn skal koma aftur til
lands, uttan at teir vita av tí. Tí heldur sjóverjan nú eftirlit við
leiðini norðanfyri.
Mennast tíðliga
Íslendsk børn og ung verða fyrr sjálvstøðug enn børn og
ung í øðrum londum í Vesturheiminum, og tey eru eisini
skjótari at taka vinir fram um síni næstu skyldfólk. Tað er
ein av niðurstøðunum í einari stórari kanning, sum
Háskúlin á Akureyri hevur verið við til at gera. skrivar
Vísir. Kanningin vísir eisini, at íslendskar gentur eru
skjótari at royna kynslívið enn gentur í øðrum londum,
men í so máta eru íslendskir dreingir sum dreingir í
øðrum londum.
Hetta er tann seinna bjørnin,
sum kom til Íslands
(Mynd: Vísir)
Hinvegin fær manningin
ikki minni burtur úr einum
slíkum túri sum hesum.
Hann sigur, at meðan
gulllaksaprísurin í Føroyum
liggur millum 3,40 og 3,60
krónur fyri kilo, fær Vest
menningur helst einar 3,80
krónur fyri kilo á Horna
fjørðinum.
Men prísurin veldst
eisini um kursin á dollar
anum, leggur hann aftat.
Tummas Christophersen,
sum eisini er ein av eigarun
um av nýggja gulllaksavirk
inum í Vestmanna, sigur, at
Atlantis kann frysta eini
6070 tons um samdøgnið.
Í Leirvík hevur nógv
verið at gjørt, síðan gull
laksavertíðin byrjaði, og
har hava tey arbeitt við
fleiri vaktum.
Tá hvørki av virkjunum
kundu keypa lastina hjá
Vestmenningi, gjørdu vit av
at fara til Íslands, sigur
hann.
Spurdur, hvussu gull
laksatíðin higartil hevur
roynst hjá partrolarunum,
sigur reiðarin, at einki er
nóg gott í løtuni, sum hann
tekur til.
Skal lønandi rakstur
vera, er neyðugt at fiska
nógv og skjótt alla tíðina,
soleiðis
at
oljunýtslan
verður minst møgulig, sigur
Tummas Christophersen.
Í Sosialinum í gjár spáddi
reiðarin í Vestmanna, at fáir
ísfiskatrolarar
sigla
um
tveir mánaðir, um fyritreyt
irnar ikki broytast.
Íslands við gulllaksi
Nógv ymisk og
áhugaverd tiltøk
verða á skránni, og
eitt nú fer gullliðið
hjá B68 (1992) at
spæla steypadyst
móti NSÍ-liðnum,
sum spældi hetta
sama árið
TilTak
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tofta Ítróttarfelag skipar
leygardagin fyri B68degi
á Svangaskarði.
Endamálið við degnum
er at savna pening inn til
virksemi felagsins, sam
stundis sum fólk fáa eitt
hugnaligt
upplivilsi
á
Svangaskarði.
Ein skrá er løgd fyri
dagin, sum byrjar klokkan
11 leygarmorgunin við til
melding til stuðulsrenning
og innlatan av teknaðum
stuðulsbløðum. Eisini ber
til at tekna stuðulsbløð á
Svangaskarði beint fyri
renningina.
Hans Pauli hitar
Tað verður Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
heilsumálum, sum klokk
an 11.30 byrjar dagin við
upphiting á grasvøllin
um.
Sjálv renningin byrjar
klokkan 12. Okkurt lesk
andi verður ta næstu løt
una, og kastað verður eis
ini lut um gávukort, sum
verður latið í sambandi
við stuðulsrenningina.
Klokkan 15 verður fót
bóltsdystur millum B68
og TB, 1. deild (menn),
og klokkan 17.30 verður
áhugaverdur steypadystur
millum gullliðið hjá B68
(1992) og NSÍliðið, sum
spældi hetta árið.
Tiltøk í tjaldi
Tofta Ítróttarfelag hevur
leigað nýggja tjaldið hjá
Bátafelagnum, og hetta
verður karmur um fleiri
av tiltøkunum allan leygar
dagin. Í tjaldinum verður
eitt nú loppumarknaður,
mattombola og tónleikur,
og eisini verður skipað
fyri fótbóltskapping fyri
børnum.
Felagið tekur fegið móti
lutum til loppumarkn
aðin.
Frá klokkan 17 seinna
partin leygardagin kunnu
fólk keypa sær góðar
B68búffar við eplum og
grønmeti í tjaldinum.
Stóri B68 dagurin endar
við dansi, sum byrjar
klokkan 23 við 18 ára
aldursmarki.
Tofta Ítróttarfelag vón
ar, at nógv fólk fara at
vitja niðan á Svangaskarð
leygardagin.
B68-dagur á
Svangaskarði
Longsta dag - 21 .juni - verða nógv áhugaverd tiltøk á Svangaskarði
ra í hundarnar
lond hava konjukturjavn
andi tiltøk, tá uppella niður
gangstíðir eru, tí hetta kann
byrgja uppfyri, at kreppur
gerast ov djúpar og um
fatandi fyri eitt samfelag.
Í sínari tíð læt tað al
menna ymiskan stuðul til
fiskivinnuna, og sum tíðin
leið, hildu politikarar, at alt
hetta var av tí illa. Í dag
vilja politikarar als ikki tosa
um stuðul, tí mett verður, at
slíkt hava vit roynt áður.
Men so svart ella hvítt er
samfelagið ikki skrúvað
saman.
Olaf Olsen heldur, at
grøvin, har myndugleikarnir
als ikki vilja tosa um at
byrgja uppfyri kreppu, tá
konjukturir broytast, kann
vera eins djúp og hin, har
alt tóktist bera til.
Tann stóri trupulleikin
við kreppuloysnum er, at
myndugleikarnir ofta hava
lyndi til at lata hesar standa
við ov leingi eisini eftir, at
brúk ikki er fyri teimum
meira.
Fyrrverandi
reiðarin
ásannar, at tað er sjáldan, at
tað skeiva, sum stuðlstíðin
verður rópt, bara er skeivt
og at tað »rætta«, bara er
rætt.
So einfalt er samfelagið
ikki skrúvað saman.
Olaf Olsen vísir á, at
lógin um endurnýggjan av
fiskiskipaflotanum var góð,
tá hon kom, og hon hevði
eisini sín týdning, sum árini
gingu.
Men at lógin slapp at
hanga við fleiri ár ov leingi,
sigur ikki, at hon ikki hevði
sín týdning tey árini, hon
tænti sínari søk.
Mest banala
Fyrrverandi reiðarin heldur,
at tosið um fríu marknaðar
kreftirnar er eitt tað mest
banala, tú kanst hoyra frá
landsins myndugleikum.
Eg haldi tað avgjørt ikki
vera rætt, at allur fiskiflotin
nú sleppur at fara í hund
arnar, sigur Olaf Olsen.
Fyrrverandi reiðarin, løg-
tingsmaðurin og landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum
er ikki samdur við teimum
sum siga, at myndugleikarn-
ir bara skulu leggja allan
fiskiflotan í hendurnar á
marknaðarkreftunum