hósdagur 19. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 19. juni 2008
13
Tað eru ikki liðin 100 ár
síðani fyrsti kvartnótin
kom inn um Varmakeldu
eiðið. Hann var fáligur
og gjørdi ikki nógv um
seg, men fórt tú at røra
við kvartnótan, so kom
røringur í. Seinri komu
hinir nótarnir, og so við
og við stóðst ljómur
burturúr hesi gongd, og
fólk undraðust
Kríggið
Undir krígnum, tá ið vit hoyrdu
lagnutónarnar frá fimmtu
symfoni Bethovens frá BBC,
lógdu kvinnurnar stokkarnar frá
sær, og menn sótu fót á skák
inni í lurtunum og royndu at fáa
fatur í frásagnunum, sum
bornar vórðu um bardagan úti í
víðu verð. Hetta ragnarrok var
fest í fýra tónar – trý g og eitt
es (e b). Vit kunnu geva okkum
í holt við at tulka hesar tónar á
ymsan hátt – at tað t. d. er
fuglasangur, sum Bethoven
hoyrdi í skóginum kring Wien;
tað er lagnan, ið pikkar upp á
dyrnar; tað eru dómadags
basúnirnar, ið runga, ella
okkurt annað, sum er í somu
skuffu, sum gevur seg til kennar
og rørir sinnið á okkum. Vit
mugu bert til seinast og síðst
undrast yvir hesar nótar, sum
fara gjøgnum mønu og merg, tá
ið vit hoyra restina av tónleiki
num í teimum 500 taktunum,
sum eru í hesi symfoni.
Soleiðis gingu árini í hesum
lagnutónum, sum Bethoven í
vøkunáttum við marruni á baki
fann fram til, men ikki bert tað,
eisini mátti hann lata ljóðið í
tað røttu rytmina, og balla
fraseringarnar inn í rættar
tónsetingar, og instrumentini
skuldu hava sín rætta førleika.
Alt hetta liggur goymt í teimum
fyrstu tónunum... bam, bam,
bam, ba....
Lagnuløtur
Hugsi næstan øll, sum fáast við
tónleik, hava sítt bam, bam,
bam, ba... eisini Føroya
symfoniorkestur. Tað var ein
stórur dagur í Fuglafirði, tá ið
tann fyrsta harmonikan kom
inn um Eiðið. Tá fóru tær ungu
genturnar, og teir ungu
kavalerarnir at sveima og reika
um dansistovugólvið í kátum
rytmum í rheinländara, valsi,
polka og tango. Alt bar til, og
norskar kærleiksvísur livdu á
teimum ungu varrunum, ið
darraðu í summarlotinum og
vetrarkyldunum. Hetta vóru
lagnuløtur í ást og kærleika...
lagnuløtur í harmonikutónum
Men ein dag kom ein royndar
musikskúli inn um Eiðið. Hetta
var eina annar ljómur, sum læt
upp tann klassiska heimin hjá
teimum ungu. Harmonikan
hevði havt sína ávirkan, og nú
vóru tað onnur ljóðføri, sum
stunaðu um gøtuhornini, og
góvu ljóð frá sær í litføgrum
tónum, sum ein dag endaðu í
einum symfoniorkestri... bam,
bam, bam, ba.....
Stríð og strev
Alt hevur sína byrjan, ja, í fáum
tónum, men alt hevur sítt stríð
og strev. Vit vita, at Bethoven
gjørdi minst 14 royndir til lag
ið, sum 2. satsur byrjar við í 5.
symfoni, og 8 ár runnu, áðrenn
hann fann fram til ta røttu
útgávuna av somu symfoni. Nú
hevur Føroya symfoniorkestur
livað í 25 ár og er í góðum
árum. Royndirnar hava verið
ójavnar, burðarløturnar hava
verið stravnar og okkurt høggið
hevur staðið av hesari gongd
bam, bam, bam, ba.... bam,
bam, bam, ba.... men alt hvad
jeg må lide, lad mig ikke miste
mit forstand .. bam,bam, bam,
ba.... søgdu tey gomlu. Og tað
hava teir, sum hava staðið á
odda í hesum stríði, duga.
Hugsi, at orkestrið hevur ongan
tíð verið betri enn tað sama.....
og tað er harmonikuni fyri at
takka... nei, tvætl, nei, nei
harmonikan hevði eisini sínar
lagnuløtur, tá ið gøtumenn
komu til Fuglafjarðar og vildu
køva harmonikudansin við: Í
Gøtu ein dag ....... Hetta var ein
onnur symfoni ..... bam, bam,
bam, ba....symfoniorkestrið í
sjálvum sær er eitt undur... og
Føroya symfoniorkestur er
sprottið úr øllum tí ljómi, sum
hevur verið her á landi – Føroya
musikskúla, frítíðarundirvísing
ini, hornorkestrunum, har
monikuni, kórunum, kvæðun
um... og úr í Gøtu ein dag.
Endi
Bethoven hevði tað svárt, tá ið
hann tilevnaði 5. symfoni.
Marran líkist tí fagrastu gentu,
men er tó hitt versta trøll, og
allar tær royndir, sum eru til
skjals í originalpartiturunum
hjá Bethoven og hansara
Fimmtu symfoni, eru eins og
trøll, men tónleikurin er sum
vakrasta sprundið, tú kanst
hugsað tær. Symfoniorkestrið
var kanska ein tungur burður at
lyfta, men í dag er tað ein
partur av okkara tilviti. Ein
eiggilig moy, sum vit elska og
eru stolt av.
Hjartaliga til lukku við
teimum 25 árunum!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til eirikur@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Føroya symfoniorkestur
25 ár
Tíðargreinin
tíðargreinin
Frits Johannesen