Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 116 - 19. juni 2008 Í løtuni verður nógv tosað um okkara fiski­ flota, har týdningarmikil partur av honum liggur við kai. Eisini verður nógv tosað um ringu støðuna hjá hýsu­ og toskastovnunum. Hetta eru bæði tvey sera álvars­ lig mál fyri fiskitjóðina Føroyar. Men av tí at eg ikki havi nakað serstak­ ligt skil fyri fiskivinnu ella fiskastovnum, veit eg ikki hvør veruliga orsøkin er til hesa harmiligu støðu. Vísindi – ikki bert vakurt heiti Tá ein vísindamaður/ granskari ber fram eina tesu (vísindaligt uppá­ hald), verður tesan stuðl­ að við eitt nú útrokning­ um, sannlíkindum og frágreiðingum. Eftir framladga tesu við ástøðiligum stuðli, skal tesan standa sína roynd. Royndin kann gerast í eini royndarstovu (laboratorii), umborð á Magnusi Heinason, ella kann tesan standa roynd í praksis – í veruliga lívinum. Nú fiskirann­ sóknarstovan og onnur í nógv ár hava granskað, lagt fram tesur og sagt sína hugsan um fiski­ stovnarnar, tykist tað nú, sum tey hava havt rætt viðvíkjandi ov stórt veiðitrýst av ávísum fiskastovnum. Men, sum áður sagt, eg veit ikki. Men hvør veit, um ikki okkara granskarar? Hvørjum skulu vit annars lurta eftir? Og hví yvirhøvur hava eina fiskirannsóknarstovu, tá tað ikki verður lurtað eftir, hvat lærd og væl útbúgvin fólk siga? Hví yvirhøvur starvseta havlívfrøðingar og aðrar serfrøðingar? Nøkur meina, at fiski­ maðurin veit best, tí hann er á viðkomandi staðnum – á sjónum. Men hvussu kann hann vita nokk um havbotnin, æti, havstreymar:hiti og broytingar, o.s.fr., til at taka neyðuga fyrilitið fyri stovnarnar? Hetta krevur fakligan lærdóm og tøkni. Hetta merkir sjálvsagt ikki, at eg gangi inn fyri einum einaræði av fiskifrøð­ ingum, men teirra kanningar, niðurstøður og meiningar mugu takast í álvara; hví annars gjalda fyri teirra útbúgving og tænastu? Lærdómur ikki nokk í sær sjálvum Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, saman við undan­ farnu samgongu, legði fram hugskotið og ætlanina “Visión 2015” við teirri hugsjón, at Føroyar skuldu gerast eitt vitanarsamfelag, sum eitt nú skuldi hava bestu og mest fram­ komnu skúlar í heimi­ num. Hetta er ein góð og fyrimyndarlig visión. Tað harmiliga er bara, at alt ov lítið er gjørt við hetta, og at alt ov nógvir føroyingar – serstakliga er hetta sjónligt í fiski­ vinnuni mótvegis granskarunum – ikki virða tey lærdu: bæði tey lærdu og teirra lærdóm. Hvat nyttar tað, at útbúgva fólk í útlond­ um, um vit bert bjóða hesum lærdu ónøktandi høli og arbeiðsviður­ skifti? Og hví útbúgva fólk, tá tey fáu, ið tíma at koma heim til hesar arbeiðsumstøður, ikki verða tikin til eftirtekt­ ar? Hvat hevði fiskimað­ urin ikki sagt, um hann bert fekk kjans umborð á sluppum, tí tað var tað fíggingin hjá reiðarun­ um rakk til? Ringar umstøður og lítla virðing fyri lærdóm eru dára lunnar at leggja undir eitt vitanarsamfelag. Vitanarsamfelag kostar Eitt vitanarsamfelag er eitt tað besta Føroyar kunnu blíva, tí eitt slíkt samfelag er óbundið av rávøru, samferðslu og geografiskt stað. Onnur lond, sum eru væl fyri, hava bæði rávøru og vitan. Vit hava rávøru, tó bert fisk, og eitt sindur av vitan, men ikki nóg nógva vitan. Og enn meira týdningarmikið: Okkum vantar virðing fyri teirri vitan, ið verð­ ur nomin við hægri útbúgvingum, og nøkt­ andi umstøður í nógvum førum. Nú er bert spurning­ urin um politikararnir hava vilja, hegni og dirvi til at arbeiða fram ímóti einum vitanarsamfelag, tí tað krevur eina raðfesting, ið hevur við sær, at tunlar og líknandi “hørð” virðir onkuntíð fáa 2. raðfesting. Eitt vitanarsamfelag krevur sanniliga eisini íløgur og ikki bert túnatos og kosmetisk lyfti, sum enda djúpt niðri í holum millum oyggjarnar. Vitanarsamfelag: Ja ella nei DáviD isfelD Landsfelag Pensjónista hevur ígjøgnum langa tíð sóknast eftir einum lág­ marki fyri, hvussu stór upphæddin á fólkapensjón­ ini eigur at vera, so ein pensjónistur, sum ikki hevur nakað annað at liva av, kann hava eitt gott og sámiligt lív á sínum eldri døgum. Vit hava á fundi við landsstýrismannin í almannamálum spurt um hetta, men fáa sum svar, at hagtøl mangla til at kunna áseta eitt tílíkt minstamark. Vit hava sett ynski fram um at gera eina kanning av liviumstøðunum hjá pensjónistum, men hetta ynski er ikki gingið okkum á møti. Hetta mál er eisini umrøtt á fundum, sum Landsfelagið hevur havt við allar politisku flokk­ arnar seinasta árið. Nú verður í fjølmiðl­ unum umrøtt eitt mark í inntøku fyri, nær ein sam­ felagsbólkur kann sigast at vera fátækur. Vit rokna okkum upp í tann ríkara partin av heiminum, men eftir hesum tølum, sum nú koma fram, er ein stórur bólkur av okkara pensjón­ istum at rokna sum fátæk­ ur. Eisini frættist, at Sam­ tak hevur heitt á løgtingið um at áseta eitt tílíkt fátæk­ ramark, og tað er at fegnast um. Onnur lond, sum vit samanbera okkum við, hava eitt tílíkt minstamark ella fátækramark ella hungursmark, sum tað eisini onkustaðni verður kallað. Í sama skrivi verður eisini nevnt, at myndug­ leikarnir nú vilja gera nakað við hetta mál, og tað er Landsfelagið fegið um. Fólkapensjónin er eisini umrødd í fjølmiðlunum í seinastuni, har pensjónistur heitir á myndugleikarnar um at regulera pensjónin­ ina, nú alt gerst dýrari. Landsfelag Pensjónista hevur á nevndu fundum við politisku flokkarnar og við avvarðandi landsstýris­ menn fleiri ferðir borið hetta upp á mál, og vit kunna ikki annað enn at nýta hetta høvi til at taka dyggiliga undir við áheit­ anini frá Finni Johansen um at dagføra fólka­ pensjónina. Fólkapensjón, minstamark Vegna Landsfelag pensjónista sigvalD Kristiansen Í sambandi við, at Føroyaska Sjómans­ missiónin seinni í summar fyllir 90 ár, gongur talvan fyri sjómansmissiónini í kirkjunum komandi sunnudag MISSIÓN Tíðindaskriv 12. august í ár verður Før­ oyska Sjómansmissiónin 90 ár. Føðingardagurin verður roknaður frá tí degi, tá ið sjómansstovan á Tvøroyri varð goldin, og fyrsta arbeiðið hjá Sjómansmissi­ ónini byrjaði. Seinni komu sjómansheim og sjómansstovur í Før­ oyum, Islandi, Grønlandi og í Danmark. Sjómansmissiónin hevur roynt at sent trúboðarar hagar, føroysku sjómenninir hava verið. Tað verði seg til Íslands, Grønlands, Bret­ lands, og Danmark. Í løtuni er bara eitt staðbundið ar­ beiði uttan fyri Føroyar, og er tað Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík. Sjófólkið kennir Sjó­ mansmissiónina á ymiskan hátt. Øll skip oman fyri 100 tons hava fingið bókakassa, skriftstað og dvd sang­ og møtisfløgur frá Sjómans­ missiónini. Sjómanstrúboðarin Tor­ leif Johannesen og Jógvan Højgaard, sum lutvíst eisini er sjómanstrúboðari, vitja skip og bátar um landið. Teir høvdu umleið 450 skipsvitjanir í fjør. Undan jólum deildu teir umleið 1500 jólapakkar út til sjófólkið, sum sjómans­ kvinnuringarnir og onnur høvdu gjørt. Nøkur russisk og donsk skip fingu eisini pakkar. Alt hetta fjølbroytta arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum. Komandi sunnudag gongur talvan fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum um landið. Hjartans tøkk fyri eina góða 90 ára føðingardags­ gávu til arbeiðið, sigur Torleif Johannesen, sjó­ manstrúboðari. Føroyska Sjómansmissiónin talvudag TíðINdaSkrIv Norðoya Fornminnasavn Sum vanligt tendra skótar­ nir eldarnar kl. 15 í Grøvini, har høvi verður hjá børnum og vaksnum at hugna sær til kvøldið kemur. Kl. 19 verður miðsumm­ arrøðan, og verður tað Anna Maria Fosaa, plantu­ frøðingur, ið fer at halda røðuna. Sungið verður úr Song­ bók Føroya Fólks, og verða fólk tí biðin um at taka Føroya Fólks við. Við tað, at tað nýstovn­ aða gongufelagið í Norð­ oyggjum sunnudagin skipar fyri einum túr til Blanka­ skála, verður ikki skipað fyri einum gongutúri aftaná, sum vanligt er. Ístaðin vilja vit geva fólki høvi at tekna seg til tann áhugaverda gongutúrin hjá gongu­ felagnum dagin eftir. Tað er Norðoya Forn­ minnafelag, sum síðani 1989 hevur skipað fyri miðsummarhaldinum, so hetta er 20. ferðin, at felgið stendur fyri tí. Felagið hevur avgjørt, at hetta eisini verður seinasta ferðin, at tað stendur aftanfyri tiltakið, so árini framyvir verða tað onnur, sum koma at taka sær av tí, og kanska verður tiltakið eisini øðrvísi skipað. Felagið takkar tí øllum, sum hesi mongu árini hava verið við í tiltakinum, øllum røðarunum, skótafeløgnum í Klaksvík, sangkreftunum í býnum, Klaksvíkar komm­ unu, starvsfólki hjá komm­ ununi, ferðaleiðarum og annars øllum, sum hava vitja tiltakið og verið við á gongutúrunum gjøgnum árini. Vælkomin til miðsumm­ arhaldið í Klaksvík. Miðsummarhaldið í Klaksvík verður hildið leygardagin viðmerkingar