hósdagur 19. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 116 - 19. juni 2008
Meðan bygdarsøgan
á gomlum manna
gøtum verður skrivað,
skal bygdarfólkið
velja millum nýggjar
gøtur bygdanna
millum. Bæði málini
hava síni áhugafólk
bæði í bygdini og
uttanbýggja
Tøkk fyri spurnarbløðini
Í apríl bar eg eini 100
adressuleys brøv út til ávís
hús í bygdini og legði eitt
spurnarblað við. Hendan
morgunin var tráur høgætt
arvindur við køldum ælingi.
Mín ætlan var at skriva
onkra áheitan við hond á
brævið, so hvørt eg kom
fram. Men vindur og regn
forðaðu tí. Harafturat var
eg bilsin av, at so torført var
at finna postkassarnar hjá
summum og at koma at
teimum. Í einum donskum
parselhúskvarteri er lætt at
finna teir, men í bygdini
mól eg stundum runt um alt
húsið. Onkuntíð stóð ein
bilur fyri, ein steinur lá á
lokinum ella annað, sum
forðaði lættari mannagongd.
Søgan um postkassarnar
kundi
verið
eitt
fínt
postlutium í bygdarsøguni.
Mær tókti synd í postmann
inum, sum skal gera hetta
arbeiði hvønn dag í øllum
veðri.
100 brævbjálvar var ov
lítið, so eini 35 vóru bornir
út afturat seinni. Av hesum
eru eini 100 brøv send aftur
til Danmarkar. Tað eri eg
sera fegin um. Stóra tøkk
fái tit, sum hava gjørt tað.
Tað er av alstórum týdningi
at fáa alt hetta tilfarið aftur
at. Onkur hevur sent ættar
talvu við og onkur skrivað
mailaddressu á. Tað er
rætta lagi. So ber lættliga til
at finna meira ella at koma
afturumaftur. Eini tvey hava
sent blankan seðil aftur utt
an avsendara, og onkur
hevur verið í so varin.
Nú vóni eg, at tey, sum
enn liggja við einum spurn
arblað, senda mær tað. Og
trúgv mær, eg eri sera fegin,
um tú nevnir kanska okkurt
afturat, sum eg skal hava í
huganum, og kanska skrivar
mailaddressuna. Sum tey
siga “eg elski mail”. Tað
geri eg. Hvønn dag skrivi
eg mails – teldubrøv og
vóni at fáa svar, men tað er
mangan sum at dyrgja í
Mataránni. Skuldi eg ringt
til øll ella inn á gólvið hjá
øllum, røkk hvørki samdøg
ur, ár ella kassakredittur til.
Skriva nakrar reglur. Lat
stavingina ikki ráða. Tað er
tíni tíðindi og upplýsingar,
sum eg havi áhuga fyri.
Mangt broytist
Bygdin er vorðin stór við 8
– 900 fólkum og eini 250
húsum. Fyri 200 síðani
vóru uml. 20 húski. Ikki
fyrr enn eftir 1850 vaks
bygdini stórvegis. Vit kenna
eini 900 fólk, sum eru fødd
í Leirvík fram til 1920. Tey
giftust mangan hvør við
øðrum og skaptu eitt saman
vavt net við somu fornøvn
um og eftirnøvnum. Ein
vælsignað fløkja, sum skal
greiðast. Vit kunna fylgja
nøkrum, sum fóru av bygd
ini, men onnur hvurvu onk
unvegna, hóast tey vóru
onkunstaðir.
Kirkjubøkurnar eru ikki
fullfíggjaðar. Øll vóru ikki
førd har, tá íð tey fóru hið
ani. Prestar stava somu
nøvnini ymisliga og hend
inga ferð eru eisini feilir at
finna. Men einki móti teim
um feilum, sum kunna
koma í, um eg ikki eri varin
og hyggi gjølla eftir. Ì 1802
nevnir Eysturoyar kirkjubók
fyrstu ferð ein bát, sum var
burturgingin,
men
ikki
nøvnini á monnunum. Tann
báturin var vist av Eiði.
Hvørki pokurnar í Leirvík í
1725 ella burturgingnir bát
ar verð nevndir fyri 1800.
Fyri tað komu ikki allir
bátar fyri 1800 aftur heim
til
Eysturoyarbygdirnar,
men fórust á sjónum.
Í 1901 var kirkjugarður
aftur gjørdur í Leirvík. Har
roknaðu tey við at leggja
eini 2 – 3 um árið. Tá íð
nýggi kirkjugarðurin var
gjørdur uml. 1955, roknaðu
tey við eini 3 – 4 fólk um
árið. Nú kann talið liggja
um 7 – 9 fólk um árið. Petur
Emil Christiansen á Áar
garði, sum doyði í 2003, var
nr. 500 har uppi. Mangt er
broytt farnu 100 árini og
torført at halda skil á øllum.
Leirvíkingar eru farnir víða
um og hava búsett seg í øðr
um bygdum, býum og lond
um t.d. í Danmark, Íslandi,
Noreg, Svøríki, Onglandi,
Hollandi, Ameriku og Jap
an. Tí er so gott at fáa veg
leiðing og upplýsingi frá
fólki, sum vita um síni skyld
fólk, sum fóru úr bygdini.
Vitjið okkum
sum eftir eru
Ein gomul kona helt fyri:
“Lat tey, sum farin eru,
liggja. Vitja heldur okkum,
sum eftir eru”. Tað er so
satt, so satt. Men tað fyrra
nýtist ikki at forða fyri tí
seinna. Tey, sum eftir eru,
goyma søgun um tey, sum
farin eru. Tað er ein góð
grund til at vitja tey. Men
eisini tí tey eru okkara skyl
dfólk, vinfólk, kenningar
ella bara eru har.
Onkur er kanska ov varin
við upplýsingum. Ein og
annar er skildur. Børn eru
fødd uttan fyri hjúnarlag o.
s. fr. Ein spurdi meg, um
hann skuldi skrifta alt um
síni systkin. Men slektsøgan
er ikki ein kriminalsøga
ella skaldsøga, sum fer und
ir dýnuna ella aftur um onk
aran húsavegg. Í dag er so
vanligt við skilnaði. Tað tók
seg upp eftir 1950 og 60 úti
á bygd. Í okkara bygdarsøgu
er bert ein skilnaður fyri
1900 og so at siga øll børn
fødd í hjúnarlag. Tað er
søga, soleiðis er ikki longur.
Men kortini skula vit fara
varisliga um. Børn eru til.
Onkur er í hvussu er móðir
at barninum. Tað ber ikki til
at skera nakran burtur. Eru
tvey gift farin frá hvørjum
øðrum, verður skrivað, at
tey eru sundurlisin.
Áhugaverd, óendalig
bygdarsøga
Leirvík er bygd, sum andar
av søgu aftur til uml. 800.
Slektsøgan røkkur aftur til
uml. 1700. Sjúka, umfarssøtt
og vanlukkur hava rakt
bygdina meint. Hon liggur
við alfaraveg til Norðoyggjar
og við frægasta siglingar
fjørðin í landinum. Teir sjey
bóndagarðarnir, sum sótu á
meginpartinum av bygdini
og áttu nógva ognarjørð utt
anbýggja, skapa ein kon
tinuitet í bygdini øld eftir
øld. Eftir 1900 mistu teir tam
arhaldið. Bátar og skip komu
í staðin og hava verið grund
arlagið síðani. Bygdin slætt
aði gomlu bøgarðarnar, blóm
aði og vaks út um eingjar
garðarnar, út á Flatir, út á Vík
og niðan á Brekkur.
Ein sera áhugaverd søga,
sum leggur eitt sindur aftur
at hvønn dag. Kommunan
sá dagsins ljós í 1918 og
letur eyguni aftur í ár. Ein
bátabrúgv var gjørd í 1928,
sum var so stutt, at ærnar
lemdu uttan fyri hana um
várarnar. Undir krígnum
var farið undir kei út eftir
Ternuskeri. Í sjeytiárunum
fingu vit skipahavnina und
ir Frost, og at enda tann
velduga molan av Toftanesi
yvir á Flesina, ferguhavn
og ídnaðarpláss við fiska
virkjum. Teir gróvu sær veg
inn gjøgnum Líðina og Ritu
dalsenni fyri 80 árum síð
ani, men so kom Leirvíks
tunnilin fyri 20 árum síðani!
So kom Norðoyartunnilin.
Og so kom tvídrátturin um
vegastubban millum hesar
báðar tunlar.
Í Silkeborg er sama lagi.
Ein motorvegur skal antin
tvørtur í gjøgnum Silkeborg
og klúgvan hann í tvey ella
gjøgnum ein av teimum
vøkru, gróðrarríku dølunum
har á leið. Tvinnir eru kost
irnir. Hvørgin er mjúkur.
Tað sama í Leirvík. Og nú
er ætlanin at hava fólka
atkvøðu, sum verður helst
endin á søguni um Manna
gøtur og vegagerð í Leir
víkar bygdarsøgu.
Mín vón er, at fólk hava
landslag, dýralív, søgu og
vakurleika í huga, nú enda
liga avgerðin skal takast.
Antin vegurin verður uppi á
Brekkum ella niðri í fjøruni,
eigur at verða kravt, at hetta
verður gjørt listarliga og
prýðir nútímans bygd.
Landsverk var ikki heppið
úti á Ennið við so ógvislig
um beni inn til tunnilin. Tað
má vera krav til teirra at
finna eina góða og snøgga
loysn, tá íð endaliga sam
tyktin um veg fyriliggur, og
ganga væl frá. Góða eydnu
við tí og gott summar.
Leirvík millum fortíð og framtíð
martin@fjallstein.dk
Martin
fjallstein
nøvn