hósdagur 19. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 19. juni 2008
17
Favorittarnir í HB
høvdu onga tyngd, og
í 2. hálvleiki, tá ið teir
mistu sítt egna spæl
fullkomuliga burtur,
var stinna KÍ verjan
teimum ov boysin
HB-KÍ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var stór frøði í KÍ
ferðalagnum í Gundadali í
gjárkvøldið. Og tað var ikki
so undarligt. Í á pappírinum
torføru avbjóðingini á úti
vølli ímóti HB hevði tað
eydnast at vinna 10. Harvið
komu trý stig inn á KÍ kont
ina.
Stigini eru sjálvandi kær
komin. Fyrr í ár hevur KÍ
ikki fingið fult í dystum,
sum teir ivaleyst hava rokn
að við skuldu geva fulla
úrtøku. Nú vunnu teir fult
burturúr dysti, sum teir
kanska hava vónað at fingið
eitt stig burturúr.
Tað er týdningarmikið at
eiga spælararnar, sum eru
førir fyri at skjóta mál og
harvið at avgera.
Á pappírinum eigur HB
fleiri av tí slagnum, enn
klaksvíkingar eiga. Hesa
ferð var álopið mannað við
landsliðsspælar unum
Christian Høgna Jacobsen
og Andrew av Fløtum.
HB álopið gjørdi einki
mál. Onkra ferðina vóru teir
tætt við. Landsliðsmálverjin,
Jákup Mikkelsen, vísti onkra
góða bjarging, men tað var
ikki so ofta, at hann noyddist
at vísa síni góðu evni. Super
veteranurin Harley Berthold
sen bjargaði tvær ferðir á
strikuni eftir hornasparks
innlegg, og eina ferð sendi
gjøgnumbrotsstinni miðvall
arin Ólavur í Ólavsstovu í
tværtræið. Andrew av Fløtum
rakti eina ferð í ytru síðuna á
stólpanum, men ta ferðina
tóktist Jákup Mikkelsen at
hava tak á støðuni.
Sigursmálið syrgdi væl
upplagdi Rodrigo Silva fyri
beinanvegin í 2. hálvleiki.
Harley Bertholdsen kastaði
inn úr høgru, Rodrigo tamdi,
sneiddi ímillum fleiri, og tá
ið hann hevði rikið inn í
brotsteigin smekkaði hann
til, og bólturin sang í handara
síðunetinum.
Eitt einmansavrik av teim
um frægu, og einmansavrik
sum bar trý kærkomin stig
við sær.
Tað stóð nógv á
Landsliðsspælararnir
hjá
HB megnaðu ikki at skjóta
mál. Tað átti KÍ kollektivið
stóran heiður fyri. Hesa
ferð var KÍ verjuskansin
settur longri frammi á vøll
inum, enn hann hevur verið
fleiri ferðir fyrr í ár. Kristian
á Lakjuni og Kristoffur Jak
obsen vóru sera eyðsýndir
á sentrala miðvøllinum, har
teir bæði spældu væl og
gingu undan í at stríðast.
Heðin á Lakjuni hevði
tíðliga góða roynd, sum
Tróndur Vatnhamar bjargaði
meistarliga.
Síðstu løtuna undan steðg
inum vísti HB eyðkenda
skjóta samanspælið, og tá
høvdu teir onkrar møgu
leikar. Eitt nú hevði Rógvi
Poulsen góðan stútara.
Eftir steðgin spílaði KÍ
seg út aftur, og eftir leiðslu
málið var um reppið, at
klaksvíkingar
øktu
um
leiðsluna, men rimmar skoti
hjá vinstra vongverja, Sig
mundi Jacobsen, brast í
tvørtræið.
Sum tíðin leið, øktist HB
trýstið. Men eyðkenda kon
septið hjá teimum svørtu
og reyða sást lítið og einki
til. Høgar og langar send
ingar vórðu lagdar í brots
teigin, har nógvir hvítir og
bláir vóru, og har Ovi
Nysted og Milan Curcic
høvdu ræðið í luftkrígnum.
Klaksvíkingar ofraðu seg
ein fyri allar og allir fyri
ein, og teir hildu tørn.
Men tað stóð nógv á, og í
yvirtíðini tóktist tað sum
um, at liðformaðurin Hans
á Lag javnaði til 11. Hann
stútaði upp um Jákup Mikk
elsen, bólturin rakti stong
ina, og á strikuni eydnaðist
Ova Nysted at sparka burt
ur, og tá ið dómarin gjørdi
seg til at bríksla fyri síðstu
ferð var um reppið, at
Kristian á Lakjuni økti um
leiðsluna.
Tróndur Vatnhamar bjarg
aði, og tá ið dómarin hevði
bríkslað tóktist tað ikki, at
Kristian og hinir í KÍ iðraðu
seg
nakað
serligt
um
misnýtta møguleikan!
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Vit eru á knøunum við reyvini í vatnskorpuni
HB-heimasíðan
HB-KÍ 0-1 (0-0):
KÍ kollektivið vísti tenn
Sjey ár
síðani
seinast
Tað er ikki á hvørjum
degi, at KÍ hevur øll
stigini við norður aftur,
tá ið klaksvíkingar hava
vitjað javnaldrarnar í
HB. Tølini siga, at 10
sigurin mikukvøldið var
tann fyrsti á útivølli
ímóti HB síðani í 2001.
Ta ferðina vann KÍ 2
1. Rógvi Jacobsen skor
aði fyri HB, og Kurt
Mørkøre og Fríðin Ziska
son skoraðu fyri KÍ.
Lagið var ikki minni gott
ta ferðina, tí sigursmálið
varð skorað í 88. min
utti.
Sjálvandi eri eg nøgd
ur. Hetta var 8. ferðin á
rað, at vit ikki taptu, og
hetta var onnur ferðin á
rað, at einki mál fór
ígjøgnum hjá okkum.
Hugburðurin var góður,
og í løtum útinntu vit til
fulnar tað, sum vit høvdu
avrátt,
staðfesti
væl
nøgdi KÍ venjarin Eyðun
Klakstein.
Botnurin
er náddur
Tað var ringur hýrur í
HB leguni, tá ið dómarin
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð. FM vónirnar eru
ógvuliga
kámar.
HB
hevur bara vunnið fimm
av ellivu dystum.
Fróði Benjaminsen var
leikbannaður, og Jákup á
Borg gav avboð, tí hann
var sjúkur. Síðstu løtuna
fingu unglingaspælarar
nir Ingvard Vang og Jóan
Petur Holm møguleikan.
Vónin var, at royndu
menninir sum eitt nú
Christian Høgni Jacob
sen, Andrew av Fløtum
og Páll M. Joensen skuldu
standa fyri málunum. Tað
megnaðu teir ikki.
Vit eru á knøunum
við reyvini í vatnskorp
uni. Hetta var ein lemj
andi ósigur, og mátin at
tapa uppá gjørdi tað enn
meiri hugstoytt, er stað
festingin
á
almennu
heimasíðuni hjá HB, har
tað verður staðfesti, at
botnurin er náddur, og at
tað nú mugu bollar í
suppuna.
KÍ’arnir stríddust ein fyri allar og allir fyri ein – og teir skoraðu einasta málið í dystinum
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍ
HB