hósdagur 19. juni 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 116 - 19. juni 2008 ]
Í fjórðingsfinalu uttan
landsliðsvenjara
Tað verður ikki Joachim Löw, týskur landsliðsvenjari,
sum kemur at standa á síðulinjuni, tá Portugal og
Týskland hittast í fjóðingsfinaluni í EM-endaspælinum.
Eftir nógv stríð við venjararnar hjá Týskland og
Eysturríki, vísti dómarin Löw og Josef Hickersberger út
til áskoðararnar, tá hesi hittust í avgerandi dystinum í
bólkaspælinum. UEFA hevur nú viðgjørt hendingina, og
bæði Joachim Löw og Josef Hickersberger fáa leikbann í
ein dag.
Reyðu leyvurnar umbera
HB-viðhaldsfólkini vóru sera misnøgd við tapið ímóti KÍ í
Gundadali mikukvøldið. Summi høvdu eisini hug at finnast at
dómarabólkinum eftir dystinum. Á heimasíðuni hjá HB er
hendan umberingin frá Red Lions fjepparafelagnum: Vit vilja
við hesum biða um umbering fyri niðurgeringina av
dómaratoyminum eftir dystin! Hetta skal ikki koma fyri seg
aftur. Sæð í ljósinum av keðiliga úrslitinum vilja vit bara biða
tykkum bera yvir við okkum!
Eingin
vandi
Bárður Olsen legði EB/
Streym á odda fyri fram-
úr langskoti í Streymnesi
í gjár. Hann heldur ikki,
at leiðslan var í vanda.
- Vit høvdu fullkomi-
liga tamarhald á støðuni.
Hóast teir minka um
munin, so hava vit tveir
stórar møguleikar eftir
tað. Har aftrat misnýta
vit brotspark, tá vit eru á
odda við tveimum.
Nógv verður prátað
um Peter Foldgast í løt-
uni. Tit síggja uttan iva
fram til, at hann kemur
til landið?
- Sjálvsagt. Hann verð-
ur helst ein stórur styrkur.
Arnbjørn Hansen skjýtur
eisini eina rúgvu av mál-
um í løtuni, og Foldgast
er jú eisini málrevur.
Vónandi fáa teir tað at
rigga, staðfestir Bárður
Olsen.
Teir brúka
sínar
kjansir
Eli Hentze, venjari hjá
B71, metti, at dysturin
var javnur.
-
EB/Streymur
var
meira á bóltinum, men
sæð burtur frá seinastu
minuttunum, so høvdu
teir fáar málmøguleikar.
Vit spældu rímaliga væl,
men í seinasta triðingi-
num av vøllinum riggaði
einki. Teir taka av møgu-
leikunum, teir fáa, og tað
er eisini tað, sum ger, at
sundalagsmenn eru odda-
lið.
Tit hava fingið eitt stig
í seinastu sjey dystunum.
Skála fekk stig í gjár, so
fjarstøðan til teir vaks
eisini?
- Vit kunnu av góðum
grundum bara gera nak-
að í okkara dystum.
Vinna vit tveir dystir upp
í slag, so eru vit við aftur.
Men stigini skulu sjálv-
sagt koma í hús sum
skjótast,
sigur
Eli
Hentze.
Heldur ikki hesa
ferð eydnaðist B71
at fáa stig. Seinastu
sjey dystirnir hava
einans givið eitt stig,
og hini botnliðini
vinna seg so smátt
frá sandoyingum.
EB/Streymur vann
aftur í gjár, hóast
spælið ikki var serliga
sannførandi
EB/StrEymur-B71
Uni Holm Johannesen
post@sosialurin.fo
Tað gongur ongan veg hjá
sandoyingum. Í gjár taptu
B71 fyri áttandu ferð í
ársins útgávu av Formula-
deildini, tá teir vitjaðu í
Streymnesi. Ikki tí, tað var
einki væntað av gestunum á
útivølli
móti
nýkosnu
steypavinnarunum.
Men
tað hevur ikki eydnans sand-
oyingunum at fingið fleiri
enn eitt stig í seinastu sjey
dystunum. Í fleiri av dyst-
unum hevur munurin verið
lítil, men talan kann ikki
verða um óhepni hvørja
ferð.
Smalur hópur
B71 stóð fyri mest óvæntaða
úrslitinum í farna kappingar-
ár. Fótbóltsáhugaðu spáddu,
at sandoyingarnir ikki fingu
fleiri enn 10 stig, men tá
avtornaði lógu teir oman
fyri niðurflytingarstrikuna.
Útlendingarnir í felagnum
stóðu seg sera væl, har ser-
liga Clayton Soares loysti
uppgávuna sum framherji
til fulnar. 11 ferðir var hann
skrásettur sum málskjútti.
Brasiliumaðurin hevur tó
ikki funnið sama máltevið í
ár. Ymsar dystir hevur hann
verið noyddur at røkja aðrar
uppgávur. Men verður hugt
at máltindinum, so hevur
Soares bara skotið tvey mál
í ársins útgávu av Formula-
deildini. Eisini er Símin
Hansen nú at síggja á høgra
vongverjanum.
Eli Hentze, venjari, hevur
ikki serliga nógv fólk at
taka av á Sandoynni. Mill-
um annað vóru Fabio Vieira
og Rasmus Nielsen ikki við
í hópinum í Streymnesi í
gjár. Fleiri av yngru leik-
arunum hava gjørt vart við
seg seinasta árið, men tað
eru eisini nakrir, ið ikki
standa seg í Formuladeildini.
Men øðrvísi kann tað ikki
verða.
Málini
EB/Streymur var væl meira
á bóltinum í gjár, men tað
var eisini mest sum tað.
Fyrstu 80 minuttirnar av
dystinum hevði heimaliðið
tvær veruligar royndir á
málið hjá gestunum, og
tvær ferðir noyddist Símun
Rógvi Hansen í málið eftir
bóltinum. Bárður Olsen
legði
sundalagsmenn
á
odda við framúr langskoti,
sum eisini var tað einasta
áskoðararnir við Margáir
kundu frøast um í fyrra
umfarinum.
Levi Hanssen økti um
leiðsluna
miðskeiðis
í
seinna
hálvleiki.
Sorin
Anghel fekk ríkiligt av
plássi í brotsteiginum, og tá
sandoyingar bíðaðu við at
taka bóltin av honum, sendi
rumenin móti málinum.
Málverjin hálvbjargaði skot-
royndini.
Levi
Hanssen
fekk eftir stríð við mótstøðu-
leikarar skumpa bóltin sein-
asta pettið um málstrikuni.
Málið bleiv tó skrásett sum
sjálvmál.
Tvær ferðir Balok
Tað hevur framvegis ikki
eydnast Marcel Balok at
koma á máltalvuna í For-
muladeildini. Í gjár hevði
hann tveir gyltar møguleik-
ar, men eydnan var ikki við
framherjanum. Fyrst royndi
hann seg úr ellivu metrum,
men skotið var lítið sannfør-
andi. Símun Rógvi Hansen
tveitti seg til vinstru og
hevði bóltin í føvninginum.
Sekundvísarin
var
ikki
meira enn komin einu ferð-
ina runt, áðrenn Clayton
Soares hevði minkað um
munin. Hetta var eftir upp-
legg frá Símini Hansen úr
vinstru.
Balog hugsaði helst sítt
hesa løtuna, men tíðin var
ov knøpp til, at B71 kundi
hótta leiðsluna hjá heima-
liðnum av álvara.
Balog hevði aftur møgu-
leikan stutt áðrenn dystar-
lok, men staddur fáar metrar
frá málinum, sendi hann
framvið, hóast málverjin
var farin úr málinum.
Lítið sannførandi avrik
av EB/Streymi, men teir
fingu tvey mál, og tað varð
nógmikið. Á áskoðarapláss-
unum snúði prátið seg mest
um leygardagin, meðan tey
ongantíð av álvara blivu bit-
in av dystinum. Fólk høvdu
eisini á munni, hvør nú skal
steðga sundalagsmonnum,
tá ein vissur Peter Foldgast
kemur til landið ...
B71
EB/Streymur
EB/Streymur-B71 2-1 (1-0):
Gongur einki hjá B71
Oddaliðið hevur beina kós ímóti FM-heitinum, og aftur í gjárkvøldið øktu teir um munin til hini liðini