Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 116 - 19. juni 2008 ] Todi hevur kós ímóti uppflyting Tað tykist vera góðar vánir fyri, at Fremad Amager og Todi Jónsson og allir hinir føroyingarnir í felagnum fara at flyta úr 2. og upp í 1. deild. Í gjárkvøldið spældi Fremad Amager fyrra dystin um eitt pláss í næstbestu deildini. Uppgerðin var í Århus ímóti Brabrand. Fremad Amager vann 1-0. Einsamalla málið varð skorað longu í 8. minutti. Málskjútti var Jacob Josephsen. Beckham sjúkur av EM Enski landsliðsspælarin David Beckham er so keddur um, at hansara land ikki er við í EM-endaspælinum, at hann klárar valla at hyggja eftir dystunum í kappingini. - Tað hevur verið trupult yvirhøvur at hyggja eftir einum dysti. Eg kenni meg næstan kropsliga sjúkan av at síggja dystirnar. Hetta var ein kapping, sum vit skuldu havt verið við í, sigur David Beckham sambært Skysports. Fuglfirðingar mugu ásanna, at nú eru tað aftur teir hinumegin Eiðið, sum eru omaná í lokalbrakunum VÍKINGUR-ÍF Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá ið ÍF fyri meiri enn tveimum mánaðum síðani vitjaði í Sarpugerði, var lag- ið gott á teimum reyðu og hvítu. ÍF vann 1-0, og fyrsti sigurin í Gøtu í 27 ár var staðfesting av, at tað gekk sum eftir ánni hjá fugl- firðingum. Teir uttanfyri Varmakeldu- eið hava í mong ár verið fremri í fótbólti enn fugl- firðingar. Tí var ÍF sigurin fyrr í ár serliga søtur, og sviðin hjá gøtumonnum og leirvíkingum kendist serliga meinur. 2-0 sigurin hjá Víkingi í gjárkvøldið boðar frá, at nú er styrkisjavnvágin komin upp á pláss aftur, um tað ber til at siga tað soleiðis, tá ið gongdin nógvu tey sein- astu árini verður havd í huga. ÍF var væl við fyrstu løt- una, tá ið heimaliðið var fjáltursstungið, og sentrali miðvallarin Sølvi Vatnham- ar noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur í hondini. ÍF hevði møguleikar, men fuglfirðingar kendu ikki sína vitjunartíð, og sum 1. hálvleikur leið, var tað eyð- sýnt, at fundamentið er betri uttanfyri Eiðið, enn tað er innanfyri Varmakeldueið. Tað kundi tykst sum stór- ur smeitur, tá ið álitisfulli miðvallarin Sølvi Vatnham- ar fór av vøllinum, men tað vísti seg síðani, at Zoltán Bukszegi, sum varð keyptur at standa fyri málunum, men sum hesar seinastu ferðirnar ikki hevur verið fastur maður, hesa ferð gjørdist dagsins maður. Munurin kom til sjóndar Sum 1. hálvleikur leið, gjørdist styrkismunurin støðugt størri. Tað eydnaðist kortini ikki Víkingi at skjóta mál, og tað átti ÍF málverjin, Andras Gango, størsta heiðurin fyri. Hann var framúr og vardi fleiri ferðir meistarliga væl fyri. 17 ára gamli Bárður Hansen hevði hesa ferð fingið møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu, og miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði hann góða roynd, sum Andras Gango hálvbjargaði. Andre- as Lava Olsen var fyrstur á returbóltinum, men hann rakti í tvørtræið. Eftir innlegg úr høgru frá Andreasi Lava Olsen hevði Zoltan fína roynd, tá ið stórur hálvur tími var farin. Men Andras Gango bjargaði meistarliga, og tíðliga í 2. hálvleiki hevði hann framúr bjarging, tá ið Magnus Skoralíð eftir stórt ÍF verju- kiks hevði kúfóður fyri seg sjálvan. Tá ið ungverski Zoltan varð keyptur til Víking, ætl- aðu teir, at hann skuldi vera maðurin, sum syrgdi fyri málunum. Tølini siga, at tað ikki hevur hilnast nakað serligt. Í tíggju teimum fyrstu umførunum hevði hann bara skorað eitt mál, og royndirnar við honum sum fremsta manni og hang- andi álopsspælara høvdu ikki sannført Anton Skora- dal um, at Zoltán skuldi hava fast pláss á liðnum. Hesa ferð var hann á beinkinum, men í 2. hálv- leiki gjørdist hann dagsins Víkingur, og tað er neyvan nakað at ivast í, at hann fer at fáa boð aftur, tá ið Vík- ingur sunnudagin fer at spæla á Svangaskarði. Eftir uppspæl í vinstru, innlegg og temjing setti hann, tá ið tólv minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki hol á, og í yvirtíðini var hann aftur á rætta staðnum í røttu løtuni. ÍF royndi í 2. hálvleiki við stríðsfúsa Bartali Elia- sen í álopinum, men tað kendist sum um, at kraftin, yvirskotið og hugflogið, sum fyrsta partin av árinum eyðkendu ÍF spælið, vóru væl torførari at fáa eyga á hesa ferð. Ikki minst tí teir sum í fyrstu umførunum stóðu fadrar at hugflogsríka samanspælinum ikki vóru so eyðsýndir. Men ÍF hevur longu fyrr í ár víst, hvørjir møguleikar búgva í spælarunum. Tí er einki annað at gera enn at saðla av nýggjum og at leypa upp aftur á hestin. Mikukvøldið varð staðfest, at í løtuni vendir tað í granna- uppgerðunum soleiðis, sum tað – við undantaki av fyrst í hesum kappingarárinum – hevur gjørt í nógv ár. ÍF ballið liðugt Fyrsta partin av kappingini var tað ÍF, sum vísti besta fótbóltsundirhaldið. Eftir 4-0 stórtap í Gundadali ímóti B36 í fyrsta umfari vístu teir fín avrik. Tíverri fyri fuglfirðingar stóð úrtøkan ikki altíð mát við avrikini. ÍF Vann heima- dystin ímóti Skála og útidystin ímóti Víkingi 1- 0, og í heimadystinum ímóti KÍ (2-2) og í nógv umrødda útidystinum ímóti NSÍ (3-2 til NSÍ) vóru teir óhepnir. Eftir 3-1 heimasigurin á B71 hevur ÍF spælt fimm dystir, uttan at tað hevur eydnast at fingið stig burt- urúr, og nú er ÍF triði aftast og tvey stig frá niðurflyt- ingarplássi. Sunnudagin skal ÍF spæla í Gundadali ímóti B36, har setningurin verð- ur at venda óhepnu gongd- ini og at megna betri úrslit enn í fyrsta umfari. Víkingar hyggja uppeftir Tað gongur eitt sindur upp og niður hjá Víkingi. Næst- síðst løgdu teir rygg til 3- 0 tap í Gundadali ímóti B36, umfarið framman- undan vunnu teir 5-0 á Sandi, og frammanundan tí ferðini endaði tað 3-3, tá ið KÍ vitjaði. Hesa ferð vunnu teir sannførandi á ÍF. Talan var um fyrsta heimasigurin síðani flaggdagin, tá ið Víkingur í Sarpugerði vann 1-0 á NSÍ. Undan lokaluppgerðini millum NSÍ og B68 í kvøld er Víkingur á fjórða plássi saman við NSÍ, og liðformaðurin, Niclas Niclasen, vil ikki hoyra tal- ing um vandan fyri at flyta niður: - Vit eru fýra stig frá bronsuni, so tað er tann vegin vit hava fokus, stað- festi miðverjin eftir kær- komna sigurin á ÍF. Víkingur-ÍF 2-0 (0-0): Zoltan vrakaður og so dagsins maður ÍF Víkingur Fyrr í ár vann ÍF í Gøtu, men hesaferð noyddust teir at lúta fyri samanlagda liðnum hjá gøtumonnum og leirvíkingum