Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 116 - 19. juni 2008 ] Fyri aðru ferð í ár end­­aði d­­ystur millum Skála og B36 mál­ leysur 0­0. Dysturin var hend­­ingaríkur við fitt av málmøguleik­ um, men eingin fann málið Skála-B36 Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Bæði Skála og B36 hava havt trupult við at skora mál í ár. Hetta prógvaðu bæði liðini so dyggiliga, tá ið tey hittust á Skála í gjár­ kvøldið. Í nógva regninum høvdu liðini trupult við at fáa glið á spælið, og dyst­ urin var satt at siga eingin fótbóltsuppliving. Teir fáu málmøguleikarnir endaðu allir úrslitaleysir. Skála omaná Vøllurin á Skála var sera hálur og bólturin ferðaðist ómetaliga skjótt, hvat ið eisini gjørdi spælið óskipað og tilvildarligt. Ljósið í myrkrinum var tó Skála, sum spældi seg fram til teir málmøguleikar, ið vóru at síggja í fyrra hálvleiki. Í 5. minutti var Óbi nær við at leggja heimaliðið á odda, men Meinhard Joensen í B36­málinum fekk bjargað bóltinum út til horna. Løtu seinni var Óbi aftur hálv­ fríur, men Meinhard var aft­ ur bjargingarmaðurin hjá B36. Eftir eitt korter við yvir­ lutan, misti Skála yvirtakið til B36, men vandamiklir gjørdist havnarmenninir ong­ antíð. B36 fekk nógv frí­ spørk, men tá ið deyðbólts­ støðurnar hjá B36 heldur ikki eydnaðist, var ikki ann­ að enn sannlíkt, at fyrri hálv­ leikur endaði málleysur. Tvey reyð kort Í seinna hálvleiki hendi ikki nógv fyrsta korterið, men eftir tað kom sanniliga lív í. Bara tveir minuttir eftir at Poul N. Poulsen hjá Skála var innskiftur, varð hann rikin av vølli. Hann kom ov seint eftir einum bólti, sum endaði hjá B36­málverjan­ um, og áðrenn hann rann framvið málverjanum, náddi hann at seta botnin av gagguni á málverjan. Ein støða, sum tryggjaði Poul reyða kortið. Við sær av vøllinum fekk hann eisini B36­málverjan, sum misti høvdið, og við einum sparki hevndi seg inn á Poul. Við tveimum monnum færri á vøllinum gav hetta nógv pláss til bæði liðini, og serliga miðvøllurin var tunnur. Liðini tóktust alt ov ótolin, og heldur enn at gagnnýta nógva plássið á miðvøllinum, so vóru langir bóltar oftast loysnin. Ein loysn, sum ikki gav nakað mál í dystinum. Bergur Mid­ jord hjá B36 var tættastur at avgera dystin, men roynd hansara, sum var í sjálvari yvirtíðini, brast stongina. Dysturin endaði 0­0, og Skála fekk eitt stig í botn­ stríðnum, har teir framvegis eru undir niðurflytingarlinj­ uni. Teir hava bara skotið sjey mál í 11 dystum, og hetta er fæst í Formuladeild­ ini. Við eina stignum liggur B36 nú einsamalt á 2. plássi, eftir at HB einki stig fekk í Gundadali. Riise til Roma Norski verjuspælari John Arne Riise, sum seinnu árini hevur spælt í enska felagnum Liverpool, fer nú at royna seg í italskum fótbólti. Riise hevur gjørt ein fýra ára sáttmála við AS Roma. Fótbóltsleiðslan í Liverpool hevur givið Riise boð um, at hann var ikki við í teirra ætlanum fyri framtíðina, og so valdi Riise at skifta til italskan fótbólt, hóast fleiri onnur ensk feløg sýndu honum áhuga. Gott við einum stigi – og tó Liðskiparin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, var heldur ivasamur, tá ið vit spurdu hann, um hetta var nøktandi. ­ Um vit hyggja at stigatalvuni, so er tað fínt at fáa eitt stig burtur úr teimum næstfremstu. Men um vit hyggja at dystinum í kvøld, so er tað harmiligt, at vit ikki fáa størri úrtøku. Um vit vóru meira kaldir, so høvdu vit fingið mál, staðfestir Pætur. Skála hevur havt tað trupult higartil í ár, men vónirnar eru framvegis góðar. ­ Vit hava góðar vónir at sleppa upp um niður­ flytingarmarkið. Eitt strævið tíðarskeið er nú lokið, har eingin væntaði, at vit fóru at fáa stig. Vit hava faktiskt fingið stig burturúr øll, undantikið EB/Streymi. Vit skulu bara vinna tey lægru lið­ ini, sum vit møta nú skjótt, helt Pætur Dam Jacobsen fyri eftir dyst­ in. Í gloymi­ bókina Heðin Askham, venjari hjá B36, var ikki væl nøgdur eftir dystin. ­ Í kvøld er eitt stig nøktandi, tí vit spældu ein vánaligan dyst, sum fer skjótt í gloymibókina, segði hann eftir dystin. ­ Vit komu longur nið­ an á vøllin í seinna hálv­ leiki, og fáa nakrar mál­ gevandi málmøguleikar í endanum. Vóru vit hepn­ ir í kvøld, so vunnu vit dystin, helt Heðin. ­ Tað verður sagt, at um tú fær eitt stig á úti­ vølli, og trý stig á úti­ vølli, so er í ordan. Vit fáa ÍF á vitjan sunnudag­ in, og hetta verður ein trupul dystur. Men vit hava heimavøll, og vit skulu vinna dystin, segði Heðin Askham at enda. B36 Skála Skála-B36 0-0 (0-0): Aftur málleyst millum Skála og B36 Wozniacki stormar fram 17 ára gamla danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, vann í gjár sín størsta sigur nakrantíð, tá hon vann 6­2, 6­2 á heimsins nummar fýra, Svetlana Kusnetsova. Hóast Caroline Wozniacki er á 32. plássinum, var tað danska tennisstjørnan, sum vant burtur úr fimmm ár eldra kappingarneytanum. Hetta er fyrstu ferð, at Wozniacki vinnur á einum leikara á top átta styrkislistanum. Danska Wozniacki luttekur í einari undankapping til Wimbledon, sum fer fram í enska býnum Eastourne. Fyri aðru ferð í ár endaði tað málleyst, tá ið Skála og B36 spældu ímóti hvørjum øðrum