Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 116 - 19. juni 2008 ] Ernst Happel er uttan iva besti eysturríkski venjarin nakrantíð, og er tað ikki uttan grund, at stóri leikvøllurin í Wien ber hansara navn Happel Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Ernst Franz Hermann Happel var føddur í Wien tann 29. november í 1925. Happel kom á besta liðið hjá stórliðnum, Rapid Wien longu í 1943. Hann spældi við Rapid Wien í 14 ár. Fyrst frá 1943 til 1954, og so aftur frá 1956 til 1959. Árini millum 1954 og 1956 spældi Ernst Happel við franska liðnum, Racing Club de Paris, sum tá var millum tey stóru liðini í Fraklandi. Tey 14 árini Ernst Happel spældi við Rapid Wien eydnaðist tað honum at gerast meistari heilar 7 ferðir. Ernst Happel gjørdi tað so mikið gott, at hann spældi 51 landsdystir fyri Eysturríki. Hann var m.a. við eysturríkska lands­ liðnum, sum í HM­enda­ spælinum í Sveis vann bronsu, eftir ein 3­1 sigur á Uruguay í bronsufinaluni. Tað var kortini, sum venjari, at Ernst Happel kom at gerast ein verulig legenda. Byrjaði í Haaq Fyrsta felagið Ernst Happel vandi var hollendska felag­ ið, ADO den Haaq, hetta var í árinum 1962. Hann vandi felagið í 7 ár, og tað eydnaðist honum at vinna hollendsku steypakapping­ ina við Haaq í 1968. Í 1969 var honum litið upp í hend­ ur at stjórna stórfelagnum í Rotterdam, Feyenoord. Og Ernst Happel sveik ikki álitið. Í 1970 vann hann Evropa Cup fyri meistaralið, umframt Intercontinental Cup. Í 1971 førdi hann Feyenoord til tað hollendska meistaraskapið. Bæði í 1970, 1972 og 1973 gjørdist Feyenoord nr. 2 aftanfyri Ajax Amsterdam. Í 1973 gjørdist Ernst Happel venjari hjá FC. Sevilla, her var hann í 2 ár, men Spania gjørdist einasta landið, har hann ikki vann nakað heitið. Í 1975 gjørdist Happel venj­ ari hjá FC Brügge, og her hilnaðist væl. Happel førdi liðið til belgiska meistara­ heitið í bæði 1976, 1977 og 1978. HM í 1978 Í 1978 valdi hollendska fótbóltssambandið Ernst Happel at standa á odda fyri hollendska landsliðnum, sum hetta árið tók lut í heimsmeistaraskapinum í fótbólti, sum var hildið í Argentina. Liðið kom í finaluna, men tíverri fyri Holland, so var hitt liðið vertstjóðin Argentina. Hepnið var ikki við Hollandi í finaluni, har teir m.a. raktu stongina. Hollendsku spæl­ arnir plagdu at flenna eftir mátanum Happel hevði sítt “Pep­talk”. Hann segði bert: ­ Mínir harrar, tvey stig takk. Sama heystið fór Ernst Happel at venja hollendska liðið KRC, árið eftir fór hann at venja belgiska liðið, Standard Liege. Tað eydn­ aðist honum at vinna belg­ isku steypakappingina við Standard Liege, hetta varð í 1981. Til Hamburg Árini 1981­1987 vandi Ernst Happel Hamburger Sportsverein – HSV, sum tá var eitt av teimum týsku stórfeløgunum. Hann førdi HSV til týska meistaraheitið í bæði 1982 og 1983. Í 1983 kom krúnan á verkinum, tá hann vann Evropa Cup fyri meistaralið, eftir finalu­ sigur á Juventus. Saman við Ottmar Hitzfeld er Happel einasti venjarin, sum hevur vunnið Evropa Cup fyri meistaralið við tveimum ymiskum feløgum. Happel vann eisini týsku steypakappingina við HSV í 1987. Hetta árið kom hann aftur til Eysturríkis, har hann fór at venja FC Swarowski Tirol. Tað eydn­ aðist honum at vinna eyst­ urríkska meistaraheitið við Tirol í bæði 1989, og í 1990, umframt steypakapp­ ingina í 1989. Doyði av krabbameini Í 1992 vóru boð eftir honum at venja eysturríkska lands­ liðið. Men hann hevði fing­ ið staðfest lungnakrabba, eftir at hava verið ketu­ roykjari í nógv ár, og tí kom hann ikki at verða drúgvur í hesum starvinum. Ernst Happel doyði 14. november í 1992, bert 66 ára gamal. Mong syrgdu størsta og besta venjaran í søgu lands­ ins. Og rættuliga skjótt var avgerð tikin um, at tann stóri Prater Leikvøllurin í Wien skuldi fáa navna­ broyting til “Ernst Happel Stadion” fyri at æra minnið um tann besta eysturríkska venjaran nakrantíð. Og nú verður so sjálv EM­finalan á leikvøllinum, sum ber navnið hjá honum, sum var so nær við at vinna HM­ finaluna í 1978. Maðurin sum legði navn til finaluvøllin Ernst Happel er uttan iva besti eysturríkski venjarin nakrantíð Sum fyrireiking til at triath­ loníðkarar fara at kappast í DK um danska meistaraheitið á OL teininum, eisini nevndur ¼ triathlon, var kappast á hesum teini í Havn í sunnudagin. Tveir bólkar vóru um­ boðaðir, elitubólkurin og veteranbólkurin. Í elitubólkinum legði Gudmundur Joensen seg beinanvegin á odda í svimjingini, meðan Gunnar Dahl Olsen kom som nr. 2, og á 3 plássi kom so Andrass Joensen. Hendan støðan helt sær, bæði súkklu­ og renniteinin. Sostatt gjørdist Gudmundur vinnari í elitubólkinum Við siðrinum vann Gud­ mundur sær eisini føroyskt met á teininum. Hjá veteranunum gjørdist Evald Rasmussen vinnarin, Kári Simonsen kom inn á annað plássið, og Hans Egholm gjørdist nr 3. Sigast skal, at hetta var fyrstu ferð at Hans var við á OL teini­ num. Hann er júst byrjaður at íðka triathlon. Gudmundur Joensen, Gunnar Dahl Olsen og Andrass Joensen fara 29. juni, saman við Súsonnu Skylv Sørensen, til Dan­ markar at kappast. Umframt hesa kappingina, so hava tey verið á venjingarlegu í Malmø saman við privara venjara teirra. Eisini hava Gudmundur og Súsanna verið við í DM í sprint triathlon fyri góðari viku síðani. Bæði kappaðust í elitubólkinum, og bleiv Gudmundur nr. 19 og Súsanna nr. 6. Gudmundur vann triathlon í Havn Troyttir mans á málinum Inter-slatur um Lampard Enski landsliðsspælarin Frank Lampard hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála við Chelsea, man tað er ein illa fjaldur loyni­ dómur, at italska felagið Inter er áhugað í honum. Enskir fjølmiðlar vilja verða við, at Frank Lampard er samdur við Inter um nýggjan sáttmála, og nú skulu feløgini bara semjast um ein prís fyri spælaran. Roknað verður við, at Lampard fer at kosta Inter um 130 milliónir krónur. Ribery sleppur væl Franck Ribery varð borin av vøllinum, tá ið Frakland og Italia dystaðust í EM­endaspælinum týskvøldið. Stúrt var fyri, at Ribery hevði brotið beinið, men so illa vitsti ikki við. Kanningar, sum eru gjørdar á sjúkrahúsi, staðfestu ikki nakað brot, men skaðin er tó so álvarsamur, at Ribery ikki kann venja ella spæla fótbólt í nakrar vikur. Roknað verður tó við, at hann verður klárur at spæla aftur fyri felag sítt FC Bayern í august mánaði. Ernst Happel Stadion í Wien