Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jóansøkan hevur verið hildin nú í skjótt níti ár. Fyrstu ferð jóansøkan varð hildin, var í 1925. Í norðanlondunum var vanligt at halda summarstevn­ ur. Hetta er ein elligamal siður, har fólk frøddust um, at náttúran aftur var komin úr vetrardvalanum, og aftur stendur í fullum blóma. Ymiskt varð lagt í hetta hald, bæði av nátúrligum og yvirnatúrligum. Ein av gomlu siðunum er at kynda bál á jóansøku, fyri at halda teimum óndu og niðurbrótandi kreftunum burtur. Í dag er ein ørgrynna av summartiltøkum, stevnum, festivalum, bátastevnum o.ø. Jóansøkan er ein av summarstevnunum, ein ítróttar­ og mentanarstevna ­ har felagsnevnarin er kapp­ róðurin. Afturat kappróðrinum eru onnur tiltøk sum kon­ sertir,framsýningar, dansur, tivoli , møtir og ítróttur. Av og á síggja nýggj tiltøk dagsins ljós. Summi teirra gerast ein partur av haldinum, meðan onnur detta niðurfyri aftur. Jóansøkan hevur verið, og er framhaldandi, ein fólkslig veitsla, har møguleiki er hjá okkum at sleppa dagsins strevi, og taka okkum av løttum eina løtu, og at hitta vinir, kenningar og familju til hugnaliga samveru. Hóast tilboðini eru mong, so hava stevnurnar framvegis stóran týdning. Á stevnunum hittast vit til stuttleikar og gleði, til gaman og álvara, og til spæl og leik. Stevnurnar eru ikki bert til ein ávísan aldursbólk, nei – her hittast bæði ung og gomul, stór og smá. Tíverri eru vit í Vági í einum aldudali , tá tað ræður um at manna kappróðrarbátar okkara. Flestu bátarnir standa í neyst­ unum, og eru ikki flotaðir í ár. Hóast hetta, so eiga vit ikki at missa mótið. Sum so mangan her í lívinum, so gongur upp og niður. Kappróðurin í Vági er í einum aldudali, men vónandi kemur hann fyri seg aftur. Hóast vánaligu lokalu undir­ tøkuna, so kunnu vit taka undir við skaldinum Neptun, tá hann yrkir: Nú menskir alvar eins og ungar moyggjar Á firðum fremja mangt eitt ítrótsbragd, Ein dýrgripur – sum prýðir vára oyggjar – Tey eru øll – og okkum mikil frægd. Fari at ynskja øllum, bæði bygdarfólki og gestum, eina góða jóansøku. Kirstin Strøm Bech borgarstjóri Jóansøkan skjótt níti Jóansøku­ bál Leygardagin var jóansøkubál í Vági Jóansøka dagfinn@sosialurin.fo Vágs Kommuna og áhuga­ bólkur hevur í nøkur ár havt átak, ið hevur til endamáls at halda Vágsbygd ruddiliga. Farni leygardagur var rudd­ ingardagur, og seinnapartin var jóansøkubál á Eiðinum við felagssangi og kakao og bollum. Eisini var trekt millum ídnastu ruddararnar millum ár og dag, og at vinna var m.a. uttanlandaferð og gávukort frá handlum og matstovum. Skráin fevnir víða í Vági Síða 5 Gjørdi ítriv og áhuga til livibreyð Síða 6-7 Í ár eigur Vágur jóansøkuna