Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 19. juni 2008 JÓANSØKAN 2008 5 Í Vági er vítt til veggja, tá um jóansøkutilboðini ræður. Vit kaga leysliga í skránna og tríva í rúgvuna av tí, ið boðið verður fram Jóansøka Fríggjadagin byrjar Jóansøkan 2008 klokkan 15, tí tá lata ymsu framsýningarnar upp. Tivoli letur upp klokkan 19 og tá er eisini old-boys dystur millum VB/Sumba og TB. Ein av forvitnisligu framsýningum byrjar klokkan 19 og har hava kend fólk gjørt málningarnar. Aftankvirra á fyrsta sinni Sum altíð, so eru tiltøk til bæði gamans og álvara. Handlarnir í Vági hava Open By Night til klokkan 22. Klokkan 21 skipa Frelsunarherurin og Sion fyri útifundi við Minnisvarðan. Klokkan 21:30 verður fyri fyrstuferð skipað fyri aftan- kvirru í Vágs Kirkju og klokkan 22:00 er sangur og tónleikur við Arnóru Petersen, Hjalmari Magnussen og Dagfinn Olsen, og 22:30 andakt við Theodor Olsen, presti. Tónleikur er í Stóra Pakkhúsi klokkan 23 við Robert McBirnie og Jógvan Dahl og dansur er á Eiðinum har bólkurin 005 spælir til dansin. Leygardagur Leygardagurin hevur drúgva skrá. Klokkan 10 hevur Suður- oyar Sunnara Bjargingarfelag tiltak við Garðabrúgv við nýggja bjargingarbátinum LÍV. Fótbóltur er klokkan 12:30. Seinnapartin er m.a andlits- máling á skránni, eins og skrúðgonga og klokkan 14:00 setir Ingeborg Vinther jóansøkuna 2008. Framsýningar halda fram leygardagin eins og tivoli. Kappróður er eisini á skránni, eins og konsertir við Mans- kórinum. Meira fótbóltur er klokkan 17:30 og klokkan 18 er møguleiki at royna skjóta bátin Scorpion og MB Siri til leigutúr á fjørðinum við ymsum vatn- sporti. Klokkan 20:30 hevur Missiónshúsið útifund við Minnisvarðan. Klokkan 21 spælir Trygvi Strøm í Stóra Pakkhúsi. Klokkan 21 skipa Frelsunar- herurin og Sion fyri útifundi við Minnisvarðan. Uppboðssøla av málningum, ið kendu fólkini hava málað verður klokkan 22:30 í Essinum. Føroyskur dansur er í Jómsborg klokkan 23:00. Og um somu tíð spæla Kim Hansen og Terji Rasmussen í Stóra Pakkhúsi. Tá byrjar eisii dansur við bólkinum 005 á Eiðinum. Klokkan 23:30 er “syngið við” við posthúsið og Svenn Olsen heldur midnáttarrøðu og aftaná er fýrverk. Klokkan 00:30 er dansur í Framtíðini við TRIO og Hans J. Hjelm. Sunnudagur Dagurin byrjar við gudstæn- astu í Vágs Kirkju við Jónsvein Bech, presti. Ljómur luttekur og sent verður beinleiðis í ÚF. Framsýningar halda fram og mong av undanfarnu tiltøkum eru á skránni. Klokkan 15. er ponyríðing á Sandinum og geitir við lomb- um verða at síggja. Tónleikur er í Stóra Pakkhúsi klokkan 20 við Froðbiar Sóknar Bluesorkestri. Klokkan 21 er “syngið við” í Missiónshúsinum og klokkan 23 spælir Finnur Jensen í Stóra Pakkhúsi. Umframt skránna, eru vanligu støðini í bygdini opin, so sum matstøð, handlar, bowlinghøll og annað. Skráin fevnir víða í Vági At vágbingar og suðuroyingar sum heild hava fingið nýggjan og stóran handilsbygning, broytir sjálvsagt eitt sindur í ger­ andisdegnum, men eisini býarmyndin í Vági er broytt Broytt Býarmynd Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo myndir: Dagfinn Olsen Torgið lat upp leygardagin. Torgið er nýggjur handils- bygningur mitt í Vági. Torgið hýsir stórum matvøruhandli, kiosk, og á ovaru høddini halda tveir handlar til, ein við klæð- um frá Sirri og Kansas, og ein gávuhadil, ið hevur merkið Zone. Ætlandi verður ein klædnahandil aftuat á ovaru hæddini. Torg er so eisini í bygninginum við plássi til tiltøk og caféøki. Broytt býarmynd Men ikki bara innkeypsmøgu- leikarnir eru broyttir, tí við nýggja Torginum er býar- myndin í Vági ikki sørt broytt. Nýggi handilsbygningurin stendur á grundini, sum Thorstein Vilhelm átti. Men bilhús og grasvøllur eru horvin og sethúsini eru nú fjald aftanfyri handilsbygningin. Nú er tað stásiligi handils- bygningurin og parkeringsøkið, ið seta dám á býarmyndina. Ikki er so ofta, at handlar í útjaðaranum halda til í bygningum, ið eru bygdir til endamálið, men við Torginum er so bøtt um hetta. Og jóansøkugestir mugu venja seg við nýggja og stásiliga Torgið broytir býarmyndina Fyrr... ....og nú Bowlinghøllin er eitt av støðunum í Vági, at til ber at hugna sær og fáa eina bita, men nevnast kunnu eisini t.d. Hotel Bakkin, Messan og Pizzakøkurin Nýtt og gott gamalt er ein av serstøku handlunum í Vági og sum heild eru ikki nógvir handlar av hesum slag í Føroyum Sigurd Gudmundsen bjóðar upplivingar á fjørðinum, m.a. við skjóttgangandi bátinum Scorpion