hósdagur 19. juni 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 JÓANSØKAN 2008 Sosialurin 19. juni 2008
Jóansøkugestur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialuin.fo
Jóannes Nolsøe er vágbingur,
men hevur í mong tíðarskeið
búleikast aðrastaðni, bæði í
Havn og uttanlanda. Kendastur
er hann óivað millum manna
sum tónleikari og kórleiðari. Í
dag er Jóannes búsitandi í
Danmark, og er í starvi sum
urguleikari í Skagen og í
Hulsig.
Jóannes Nolsøe tók lærara
prógv á Føroya Læraraskúla í
1967, tað vil siga fyri 41 árum
síðani, og var lærari í Tórs
havnar Kommunuskúla frá
1967 til 1983. Var tó á ársskeiði
á Danmarks Lærerhøjeskole í
1976/77, og tók m.a. prógv í
urguleiki. Carl Riess var urgu
lærari hansara.
Hann var á ársskeiði á
Goethelærustovninum í
Suðurtýsklandi í 1971/72.
Árini í Havn byrjaði Jóannes
at spæla urgu í Havnar Kirkju
og hevði eisini urgu og klaver
næmingar í Havn, umframt at
vera kórleiðari hjá Kristiliga
Sangkórinum.
Føddur inn í Ljóm
Jóannes Nolsøe fór suður aftur
til Vágs í 1983 at starvast sum
lærari, eftir at heitt var á hann
at koma suður. Tørvur var
eisini á urguleikara og ikki
minst á korleiðara til kirkjukórið
Ljóm.
Eisini varð Musikskúlin settur
á stovn í 1985, og har hevði
Jóannes sín virkna leiklut, og
var hann leiðari fyri
Suðuroynna.
Í 1989 fór Jóannes til Noregs
og tók musikkpedagogiskt
prógv, tí hann vildi fegin hava
førleikan at frálæra á
musikkskúlastøði. Í Tróndheimi
lærdi hann eisini urguspæl.
Men júst tað, at Jóannes fór
aftur til Suðuroyar og til Ljóm,
er ikki ein so fjar hugsan, um
ein hugar um familjuna.
Eg kenni tað, sum eri eg
meira ella minni føddur inn í
Ljóm. Foreldrini sungu í Ljómi,
og beiggi mín, Niels, fór tíðliga
at hava sín leiklut, og sum bert
15 ára gamal var hann við
kórinum á fyrstu uttanlanda
ferðini í 1954, sum gekk til
Noregs, sigur Jóannes Nolsøe.
Jóannes Nolsøe var
kórleiðari hjá Ljómi øll árini frá
1983 til 1997, og mangar eru
upptøkurnar frá hesum
tíðarskeiðið, sum enn eru at
hoyra í Kringvapinum.
Jóannes minnir á familju
bondini, og Edith Dahl, sum
stovanði Ljóm í 1939.
Hon hevði fylt 100 ár í ár.
Hon varð fødd í 1908. Hon
doyði í 1960. Systkinnabarnið
mítt, Páll Nolsøe, gav henni
hetta eftirmæli, tá hon bert 57
ára gomul andaðist: “Har fáir
varðar vísa veg, merkist meint,
har ein er horvin”, hugleiðir
Jóannes.
Tað var kanska ikki so nógv
av slíkum tá. Sjálvandi var VB,
men annars frøddust fólk um
tað felagslív, ið var í kórinum,
sigur Jóannes, sum vit hitta til
eitt jóansøkuprát niðri fjørðuni,
niðri í møluni, sum sagt verður
sunnanfjørðs, meðan góðveður
sólin sendir seinastu geislarnar
hendan sunnudagin undan
jóansøku.
Ruth Smith - Skálin
við Skálá
Jóannes hevur ikki ligið á løtu
síðuni, heldur ikki tey árini, ið
hann starvaðist aftur í heim
bygdini.
Hann tók stig til at seta á
stovn eitt savn, ið skuldi savna
málningarnar hjá kenda
vágbinginum Ruth Smith.
Hetta fekk navnið Skálin við
Skálá. Í dag er savnið virkið, og
heldur savnið til í Gamla Skúla
í Vági.
Tað eru í ár 50 ár síðani
Ruth Smith doyði. “En følsom
person, sum udtrykker det
bombastiske meget smukt”,
sum ein gestur tók til. Tað
gleddi meg at síggja
myndirnar, tá tær hingu uppi í
listaskála í elsta danska býnum
Ribe. Havi frætt, at tær síðani
hava verið hjá konservator, og
eru frískaðar upp, so eg gleði
meg enn einaferð at síggja tær
á jóansøku, digur Jóannes
Nolsøe, sum fegnast um, at
listakvinnan Ásgerð Ásgeirs
dóttir, Aggi, nú hevur savnið
undir kønari leiðslu.
Skuldi hava øðrvísi ár
Í 1997 sá Jóannes eina lýsing,
har søkt var eftir urguleikara.
Eg skuldi hava eitt øðrvísi
ár, og so “datt” eg meira ella
minni um eina lýsing, har søkt
var eftir urguleikara í Skagen, tí
urguleikarin har fór í farloyvi í
eitt ár.
Eg var ikki bundin, var so at
siga leysur kroppur, so hví ikki
royna? Eg var niðri og heilsaði
uppá, varð “vigaður”, og fekk
at vita, at eg kundi brúkast,
greiðir Jóannes frá.
Tá so Heilmann, sum var –
og er – urguleikari kom aftur,
var tað hvørki verri ella betri
enn, at eitt starv bleiv smíðað
afturat, so Jóannes kundi halda
fram. Hann er nú urguleikari í
Hulsig kirkju, ið er áleið 20
kilometrar sunnanfyri Skagen,
umframt at vera 2. urguleikari
í Skagen.
Ítriv til livibreyð
Eg fekk so at siga ítriv til
livibreyð, og hetta smakkaði av
meira, sigur Jóannes.
Nú var tað ikki sum áður, at
urguleikurin og tónleikurin kom
eftir lærarastarv og onnur ítriv.
Nú fer ein upp á morgni til
urguna og til tónleikin og til
venjing, sigur ein fegin
Jóannes Nolsøe.
Og Jóannes liggur heldur
ikki á løtu síðuni, nú hann
hevur ítriv sítt til gerandisstarv.
Eg skipi javnan fyri kon
sertum, sigur Jóannes Nolsøe,
og hann kemur í næstum til
Føroya á konsertferð.
Í november koma Jóannes
Nolsøe, og tveir aðrir tónleik
arar, á konsertferð í Føroyum.
Hesir eru Anna Maria S.
Kristoffersen, mezzosopran, og
Karsten Jørgensen, ið leikar
floytu.
Konsertir verða á
Strondum, á Argjum, í Dali, í
gomlu Vágs Kirkju í Hovi, sum
Jóannes tekur til, og á
Tvøroyri..
Konsertirnar bera heitið
“Håbet holder mig fast...”, og
ferðin til Føroya er fingin í lag
við góðum stuðli frá
Konsertfelagnum, sigur
Jóannes Nolsøe.
Eit av árligu afturvendandi
tiltøkunum í marsmánað, ber
heitið “Forår i ord og toner”,
og ofta er føroyskur dámur á,
t.d. hava nøvn sum William
Heinesen, Frits Johannessen,
Knút Olsen, Pauli í Sandagerði
og Regin Dahl verið umboðað,
og føroyskar røddir hava verið
at hoyrt, sum t.d. Petsy
Johannessen og Maria Olsen,
greiðri Jóannes Nolsøe frá.
Vitjanir
Jóannes Nolsøe hevur eisini
verið virkin á øðrum økjum,
hesi árini hann hevur starvast í
Skagen.
Fleiri føroysk kór hava
vitjað í Skagen hesi árini, ið eg
havi verið her, m.o. Ljómur,
sigur Jóannes.
Eisini havi eg verið
ferðaleiðari, m.a. hjá bridge
felagnum Hjerter Es í Skagen,
tá hesi vitjaðu í Føroyum síðst í
september, og eisini fyri kirkj
una í Skagen skipaði eg fyri
Føroyaferð í mai í 2005. Eg
havi eisini havt fyrilestur um
føroyskt kórlív í Føroyingafelag
num í Keypmannahavn, og
aðrastaðni um t.d. føroyskan
kingosang, so eg eri føroyingur
enn, sigur Jóannes Nolsøe,
sum fer niður aftur stutt eftir
Jóansøku, har hann eittnú
saman við floytuleikaranum
Linu Jensen skal hava konsert í
Skagen kirkju 24. junli.
Og at heimurin er lítil er
skjótt at staðfesta:
Eg fann útav, eftir at eg
flutti til Skagen, at nakrir av
forfedrum mínum hava slitið
kirkjubenkurnar í Skagen, tí ein
abbasystir mín, Marianna Dahl,
var prestafrúa í Skagen fyrst í
1900 árunum, og var gift
Busch, sigur jóansøkugesturin
Jóannes Nolsøe.
Jóansøkugesturin:
Gjørdi ítriv og áhuga
til livibreyð
Jóannes Nolsøe er í dag vágbingur í útlegd, sum trúgvur
vitjar heimbygdina. Hann var lærari í Havn og lærari í Vági,
men so sá hann eina lýsing, har søkt varð eftir urguleikara,
og so kom vend í tilveruna, og áhugin og ítrivið gjørdist
livibreyð. Í dag starvast hann sum urguleikari í Skagen