hósdagur 19. juni 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 19. juni 2008
35
Stutt Sagt
Kreppa í
Argentina
Í Argentina eru stórbønd
urnir í øðini, tí politikarar
nir hava lagt eyka avgjald
á soya, sum verður útflutt.
Tær
seinastu
vikurnar
hava stórbøndurnir skipað
fyri fleiri mótmælum. Eitt
nú hava teir stongt fleiri
týðandi vegir, so ymsar
vørur eru farnar at ganga
undan nógvastaðni, og tað
hóttir við at koyra landið
út í eina kreppu, skrivar
AP úr Buenos Aires.
Cristina Fernandez, forseti,
sigur, at tað nýggja av
gjaldið er ætlað teimum
argentinsku smábøndrun
um, so teir kunnu standa
seg betur í kappingini við
stórbøndurnar.
Argentina útflytir nógv
ar matvørur, og landið
hevur fingið stóran ágóða
av teimum høgu matvøru
prísinum á heimsmarkn
aðinum.
Thatcher
kvettmaður
Ein bretskur leiguhermaður
vil vera við, at Mark
Thatcher, sum er sonur
fyrrverandi bretska for
sætisráðharran Margareth
Thatcher, var uppi í ætlan
um um eitt statskvett í
EkvatorGuinea í 2004.
Leiguhermaðurin, Simon
Mann, varð tikin í Zimbab
we saman við øðrum leigu
hermonnum í mars í 2004,
og bretska fregnartænastan
hevur upplýst, at leigu
hermenninir høvdu eina
fullfíggjaða kvettætlan í
viðførinum. Simon Mann
varð í fjør sendur til Ekva
torGuionea, har hann er
skuldsettur fyri at hava havt
ætlanir
um
kvettroynd.
Myndugleikarnir har um
hugsa nú at krevja Mark
Thatcher útflýggjaðan.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg vildi ynskt, at Osama bin Laden fekk tann dóm,
sum hann hevur uppiborið fyri sínar illgerðir
Barrack Obama
útlond
Fólk, sum hava
sitið í varðhaldi hjá
amerikanarum í
Irak, Afghanistan og
Guantanamo, hava
verið fyri likamligari
og sálarligari píning,
og mong hava fingið
varandi mein av tí
USA hevur framt krígs
brotsverk. Tað er niðurstøð
an í einari nýggjari frá
greiðing, sum felagsskap
urin Læknar fyri mannarætt
indum hevur skrivað, og
sum varð almannakunn
gjørd í gjár.
Frágreiðingin er grundað
á tað, sum læknar hjá felags
skapinum hava skrivað eftir
at hava kannað fólk, sum
hava sitið í Abu Ghraib
fongslinum í Irak, fanga
leguni í Guantanamo í Kuba
og í amerikonskum fanga
legum í Afghanistan.
Frágreiðingin, sum sam
bært Læknum fyri manna
rættindum er tann fyrsta av
sínum slagi, lýsir millum
annað, hvussu fangar blivu
slignir og bukaðir, píndir
við
elektriskum
stoyti,
niðraðåir kynsliga og illa
viðfarnir á annan hátt.
Vit funnu greið prógv
fyri likamligari og sálarlig
ari píning, sum ofta alvdu
til varandi mein, sigur Allen
Keller við CNN. Hann var
ein av læknunum, sum
kannaðu fangarnar.
Heryvirmaðurin Antonio
Tabuga, sum stóð fyri
kanningunum aftan á tær
ræðandi myndirnar úr Abu
Gharibfongslinum, hevur
skrivað inngangin til ta
nýggju frágreiðingina.
Tað er eingin ivi um, at
verandi stjórn framdi krígs
brotsverk. Tann einasti spurn
ingurin er, um teir, sum góvu
boð um at pína fangar, verða
revsaðir, skrivar general
USA framt krígsbrotsverk
Myndirnar úr Abu Ghraib-
fongslinum avdúkaðu, at
amerikanarar fóru illa við
fangum í Irak
Mynd: Polfoto
Norski olju og orkumálaráðharrin Aslaug Haga kunngjørdi í morgun, at hon
leggur frá sær sum ráðharri og sum formaður í Miðflokkinum. Aslaug Haga
hevur verið sjúkrameldað í seinastuni, og á tíðindafundi í morgun segði hon,
at hon hevur valt at gevast av heilsuávum. Fleiri halda kortini, at hon tók
avgerðina, eftir at fleiri fjølmiðlar hava skrivað, at hon hevur kropið sær
uttan um galdandi byggireglur.
Ráðharri leggur frá sær
Mark Thatcher
Mynd: Reuters
Russiska ákæruvaldið
hevur ákært trý fólk í
sambandi við morðið
á tíðindakvinnuna
Onnu Politkovskaja,
men drápsmaðurin er
ikki funnin enn
Russiska løgreglan sigur
nú, at hon er í ferð við at
leggja seinastu hond á
kanningarnar, sum vórðu
settar í verk, tá tíðinda
kvinnan Anna Politkovskaja
varð funnin myrd uttan fyri
íbúð sína í Moksva tann 7.
oktobur í 2006.
Sagt verður, at ákæru
valdið hevur skuldsett trý
fólk í sambandi við morðið,
men ákæruvaldið viðgong
ur, at drápsmaðurin sjálvur
er ikki tikin enn. Umframt
tey trý skuldsettu er ein
fyrrverandi embætismaður
í teimum loyniligu tænast
unum skuldsettur fyri at
hava misbrúkt sítt embæti í
sambandi við drápsmálið.
Anna Politkovskaja var
kend fyri sínar atfinning
arsomu blaðgreinar um eitt
nú kríggið í Kekenia, og
tann vanliga uppfatanin er,
at morðið hevði samband
við hennara arbeiði.
Trý tikin fyri Politkovskajamorðið
Anna Politkovskaja
varð skotin í Moskva
í oktobur í 2006
Mynd: Polfoto