Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 116 - 19. juni 2008 Tónleikur Tónleikabólkurin Orca skal í vetur framføra seks ferðir uppá eina viku á festivali í Rennes, Frak­ landi, saman við heims­ kenda Oscar nomineraða tónleikaranum Yann Tiersen, ið hevur skrivað tónleikin til franska stór­ filmin »Amélie«. Hetta er ein stórur møguleiki hjá Orca fyri altjóða ekspon­ ering, og ein hevur hug at forvitnast um, hvussu samstarvið er komið í lag. Jens L. Thomsen, maðurin handan Orca, gevur okk­ um svar uppá hetta í dag Samrøða Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Jens L. Thomsen er útbúgvin tónleikatøkningur og tónleikari. Hann spælir bass og tekur upp við fleiri av fremstu tónleika­ bólkum okkara, m.a Gestir og Petur Pólson, og er umframt tað heilin handan hugskotið til fjósa­ projektið Orca. Orca hevur sein­ astu tveir mánaðarnar ligið í ógvusligum fokusi á alternativa tónleikamarknaðinum í eitt nú Hollandi, Belgia og Fraklandi, og skal komandi tíðina arbeiða saman við heimskenda kompon­ istinum Yann Tiersen, sum skriv­ aði tónleikin til franska stórfilm­ in »Amélie«, um at seta upp seks konsertir á ultrakula franska tónleikafestivalinum Trans Musicales í desember. Hvaðani Orca kemur ­ Hugskotið til Orca útviklaðist, meðan eg las tónleikatøkni í London, og vit skuldu gera eina verkætlan, sum æt eksperimental sound. Eg hugsaði nógv um sosi­ alpsykologi, tá eg fór í gongd við hesa verkætlanina; at eg vildi skapa tónleik, sum øll fólk skilja. Tað var tá, eg kom fram á hug­ skotið um fløskuorgulið (eitt av høvuðsljóðførunum í tónleikin­ um hjá Orca, sum Ólavur Jákups­ son spælir á til konsertir, blað­ kv.), ið fungerar soleiðis, at luftpistólar blása niður í fløskur, sum við vatni eru stemmaðar í hvør sín tóna. Øll vita jú, hvat tað er at blása í eina fløsku, greiðir Jens frá. ­ Næsta hugskotið var at framføra hetta í fjósinum hjá pápa, tí har stóð ein kompressari, sum eg kundi brúka til fløsku­ orgulið. Og tá eg hugsaði um fjósið, kom eg fram á enn fleiri ljóðføri, ið eg kundi brúka í hesari verkætlanini. T.d taljuna og smergulskivuna, ið hava verið við til at geva ein ógvuliga ráðan kant á tónleikin hjá Orca. ­ Eg avgjørdi so at royna hetta av og tosaði við Boga á Lakjuni, Jógvan Andreas á Brúnni, Magna Højgaard og Kára Sverrasson, sum beinanvegin vóru við uppá tað. Vit fingu stáplað fjósið hjá pápa upp til eitt studio við allari neyðugari upptøkuútgerð, og so fóru vit í gongd. ­ Tað vísti seg beinanvegin at rigga ordiliga væl og var spenn­ andi og stuttligt. Eg hevði við vilja valt tónleikarar við humor; fólk, sum eg visti, vóru við uppá at eksperimentera við hesum, og sum kundu taka tað við einum smíli at skula taka upp í einum fjósi í minus fimm gradum, við neytum beljandi rundanum alla­ tíðina og traktorum brølandi uttan­ fyri. Annars hevði tað verið dráp. Gongdin fram til ljóskastaran Tað tók Jens og monnunum tríggjar dagar at skriva løgini og taka tey upp, sum varð gjørt millum jól og nýggjár í 2005, m. a á fjósakonsertini, sum hevur verið nógv umtalað, síðani Orca kom fram. ­ Umleið átta mánaðar aftaná at vit høvdu tikið upp, fór eg í studio í London at miksa. Tá var eg eisini komin í kontakt við Bookworms, Oktopus og Matt Elliott frá Third Eye Foundation, sum hvør sær remiksaðu løg á fløguni, ið fekk heitið »Livandi Oyða«. Eg og Ólavur Jákupsson arbeiddu saman undir navninum Com­Data við at fínpussa løgini og remiksingarnar, pynta uppá okkurt og stytta okkurt annað, sum var ov langt. Fløgan kom so út beint fyri síðstu jól, uml 22. desember 2007. ­ Ætlanin hevur allatíðina verið, at Orca skal vera ein livebólkur, men tað var faktiskt orsakað av Atlantic Soundscapes (showcase fyri føroyska list, tónlist og móta, sum varð hildið í Brussel, Belgia fyrst í mai, blað­ kv.), at gongd veruliga kom á at umskapa konseptið til livefram­ førslur. Vit blivu valdir út sum ein av fýra bólkum at spæla í Belgia, og tað gjørdi, at vit máttu fara í gongd. ­ Eg fór so úr London til Før­ oyar at gera klárt til hetta. Øll ljóðførini máttu byggjast um, soleiðis at vit kundu flyta tey, tí sum var, vóru tey alt ov tung og ring at flyta. Vit vandu so nógv, sum vit kundu, og spældu fimm konsertir her í Føroyum fyri at fáa eitt sindur av rutinu, og so fóru vit avstað. ­ Framførslan á Atlantic Soundscapes setti ordiliga ljós­ kastaran á okkum og gav okkum beinanvegin skítfult av kontakt­ um, harímillum booking avtalur í Hollandi, Belgia, Sveits, Týsk­ landi og Fraklandi. Og tað var eisini á tí konsertini, at vit fingu kontakt við tónleikastjóran hjá franska festivalinum Trans Musicales, har vit skulu spæla seks konsertir í desember. Oscar-nomineraður tónasnillingur ­ Eg var í í Rennes fyri tveimum vikum síðani í samband við Trans Musicales avtaluna fyri at fundast við fólkini aftanfyri festi­ valin; fór har saman við Christi­ an Hald Buhl og Jonhard Elias­ sen frá føroysku sendistovuni í Brussel, sum skal hjálpa okkum við at marknaðarføra hetta. Tón­ leika­ og framleiðslustjórin hjá Trans Musicales, Jean­Louis, avheintaði okkum. Vit fóru fyrst beint á skrivstovuna, har arbeiðið við festivalinum fer fram, og blivu presenteraðir fyri kjarnan­ um hjá Trans Musicales; átta fólkum, sum dagliga starvast á skrivstovuni har, og so fóru vit øll út at eta. ­ Jean­Louis hevði áðrenn hetta Orca í samstarv við Oscar nomineraða »Amélie« tónasmiðin Fjósaprojektið Orca skal í vetur arbeiða saman við Oscar nomineraða tónleikaranum Yann Tiersen, sum m.a hevur skrivað tónleikin til heimskenda filmin »Amélie« Mynd: Høgni Egholm Magnussen