hósdagur 19. juni 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 19. juni 2008
37
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
tosað um, at vit burdu arbeitt
saman við onkrum. Hann hevði
m.a nevnt íslendsku Bjørk, men
hevði einki svar fingið enn, so
hann hevði nú sett seg í samband
við Yann Tiersen. Tað er hann,
sum hevur skrivað allan tónleikin
til franska stórfilmin »Amélie«,
sum bleiv nomineraður til fimm
Oscar virðislønir og vann fleiri
aðrar virðislønir fyri bæði besta
tónleik og besta film.
Samstarvið við Yann Tiersen
- Yann Tiersen vísti seg at vera
ógvuliga áhugaður. Hann var í
løtuni í París og tók fløgu upp
men fekk sær frí og kom til
Rennes fyri at møta okkum. Tað
var rættiliga imponerandi, og
hann var ordiliga blíður og fittur.
Vit høvdu ein produktiónsfund
við fimm av teknikarunum frá
teaturinum, har vit skulu fram-
føra, pluss øllum teimum átta frá
festivalinum. Og eg fann tá útav,
at vit vera einasti bólkurin, sum
skal spæla meira enn eina kon-
sert á festivalinum, og sum fær
eitt høli bara til sín og ongan
annan. Tað er fantastiskt. Onkur
av konsertunum verður enntá
bara fyri innboðin fólk; pressu og
ídnaðarfólk osfr.
- So vit skulu nú arbeiða sam-
an við Yann Tiersen við at seta
sýningina upp til Trans Musical-
es. Hann hevur bjóðað mær at
koma og vitja aftur áðrenn festi-
valin, og tað kann eisini vera, at
hann kemur upp her ein túr, so
vit kunnu arbeiða eitt sindur
meira uppá hetta projektið. Eg
skal faktiskt byggja eitt ljóðføri
til hann at spæla á, so tað hevði
verið nokso væl hóskandi. Vit
flúgva annars niður har eina viku
áðrenn festivalin fyri at seta upp
og gera klárt. Vit fáa ljóð og ljós
fólk hvønn dag, sum skulu hjálpa
okkum at gera klárt í teaturinum.
Faktiskt eiga við hetta hølið tær
tvær vikurnar, vit eru har. Tað
eru bara vit, sum skulu framføra
har inni; seks konsertir í alt, og
vit fara at hava hús fyri okkum
sjálvar beint við síðun av. Tað er
nógv for genialt, sigur Jens
smílandi.
Aðrar tónleikaverkætlanir á
skránni
- Eg eri við í fleiri projektum
umframt Orca. M.a Knút Eystur-
stein og Petur Pólson. Steso hjá
Hergeir Staksberg og Gestir, sum
eg skal spæla nakrar konsertir
við í London nú í summar. Um-
framt tað arbeiði eg saman við
einum vinmanni, sum eg møtti í
London, við at taka upp tríggjar
fløgur hjá honum, allar í enskum
sangskrivara stíli. Í løtuni eri eg
eisini involveraður í einum pro-
jekti, sum kallast Power Oyster.
Tað er punkur við nøkrum power-
balladum, sum bleiv skrivað og
tikið upp uppá tveir dagar fyri
fimm árum síðani, tá vit vóru
nakrir, ið høvdu drukkið eitt
sindur ov nógv av kaffi og sovið
nógv for lítið. Nú hava vit miks-
að tað uppá tveir-tríggjar dagar
og fara at geva tað út skjótt; fyrst
sum kasettuband nú í vikuskifti-
num, tá vit skulu spæla okkara
fyrsta gigg. Tað fer at koma út á
vinyl seinni, men vit hava ikki
avgjørt enn, um tað skal gevast
út á fløgu.
- Annars er tað Orca, sum eg
arbeiði miðvíst við í løtuni; í
øllum førum fram til jóla. M.a við
at útbyggja kontakt netverk, geva
fløguna út í Fraklandi osfr. Eg
møttist nevniliga eisini við einum
booking agenturi, meðan eg var í
Rennes, sum ætlar at geva
»Livandi Oyða« út har áðrenn
Trans Musicales. Vit fara nokk
eisini at taka alt upp, meðan vit
eru har, á multitrack og video og
væntandi geva tað út sum DVD
einaferð seinni.
Næsta stigið
- Umframt alt hetta, projektið,
spennandi avtalurnar, fram-
førslurnar osfr, fáa vit eisini tann
stóra møguleika at gera neyva og
vælframleidda list saman við
einari av okkara stóru inspira-
tiónskeldum, nevniliga Yann
Tiersen. Hetta er ótrúliga nógv í
okkara eygum, tí teir flestu í
Orca hava verið hugtiknir av
hansara tónleiki í fleiri ár nú.
- Desember mánaðin fer annars
at diktera tað næsta, sum skal
henda hjá okkum. Beint nú hugsi
eg bara um at útvikla Orca meira.
At gera svakari og stuttligari ting
við tónleikinum; avprøva grensur
osfr, greiðir Jens frá.
- Samstarvið við Yann Tiersen
á Trans Musicales kann blíva
stórt fyri Orca. Festivalurin er
nevniliga kendur fyri at lansera
nýggjar bólkar, og fólk hyggja
nógv har yvir fyri at uppdaga
nýggj nøvn. Tað er m.a har
Lenny Kravitz, Nirvana, Portis-
head og Beastie Boys hava fingið
sítt startskot. Men eingin veit
enn, hvat fer at henda. Vit fara í
øllum førum at gera alt tað, ið vit
kunnu, fyri at fáa framførslurnar
so góðar sum yvirhøvur gjørligt.
So taka vit tað harfrá.
Tað verður á alternativa, franska
tónleikafestivalinum Trans
Musicales, sum er í Rennes í
desember, at Orca skal framføra
saman við Yann Tiersen
Mynd: Høgni Egholm Magnussen
Í kvøld verður ein vanligur føðingardagur fyri tvey
vanlig fólk á einari vanligari barr onkrastaðni mitt í
Keypmannahavn. Men tað er ikki nakar vanligur listi av
DJ'um, ið skulu spæla til hendan føðingardagin
Skráin stendur nevniliga av trimum av størstu donsku
DJ'unum nakrantíð; Trentemøller, Djuna Barnes og Kjeld
Tolstrup og afturat teimum ongum minni enn føroyska
Brynjolfi á Heygum, eisini kallaður B.A.B.Y.
- Tey, sum hava føðingardag, eru vinfólk hjá mær. So ein
dagin, tá eg og Djuna sótu og snakkaðu um hendan
føðingardagin, kom tað bara fram, at eg – ella faktiskt B.
A.B.Y – burdi verið »special guest DJ« til veitsluna. Og
soleiðis hendi tað bara, greiðir Brynjolfur frá um, hvussu
hann er sloppin uppí part hetta kvøldið.
- Tað vera eg; Trentemøller, sum øll sikkurt kenna; Djuna
Barnes, sum er millum feitastu DJ'arnar í Danmark í løtuni;
og Kjeld Tolstrup, sum hevur verið mega stórur síðani 80ini
og hevur spælt á øllum teimum størstu klubbunum í
heiminum.
- Tað er mega løgið, tí tað hendir so knapliga; hetta at fara
frá ongum til teir bestu ella soleiðis. Tað kitlar í búkinum,
og eg royni at fyrireika meg ordiliga nógv. Vóni at kunna
imponera eitt sindur, tí so kann jú vera, at mann sleppur at
gera tað aftur. Eg royni í øllum førum at brúka tær
kontaktirnar, sum eg havi, og tað byrjar at geva úrslit, sigur
Brynjolfur glaður og róligur.
Tíðindi um:
B.A.B.Y (FO) og
Trentemøller (DK)!
- Næstan allir í Orca hava
verið ógvuliga hugtiknir
av tónleikinum hjá Yann
Tiersen nú í fleiri ár, og tað
verður ótrúliga spennandi
hjá okkum at sleppa at
skapa list saman við einari
so stórari inspiratiónskeldu,
sigur Jens L. Thomsen
Mynd: Høgni Egholm Magnussen
B.A.B.Y alias
Brynjolfur á Heygum