hósdagur 19. juni 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 116 - 19. juni 2008
Tónleikur
Konsertummæli
Líggjas Olsen
Gott veður. Eitt sindur kalt, men
ikki so tað bilaði ov nógv. Eg
stillaði bilin afturum Sjónleikar
húsið og skundaði mær inn, tí eg
var ikki í alt ov góðari tíð. Kl.
var 20, og tá skuldi konsertin
byrja. Innkomin sá eg, at konsert
in var útseld. Gott at síggja før
oyingar koma úr reiðrinum og
møta upp til áhugaverdar konsert
ir, sum hendan við Lenu Ander
sen og Niklasi Johannesen. Tey
bæði hava í fleiri ár arbeitt mið
víst við sínum tónleiki og hava
nú tríggjar útgávur aftanfyri seg.
Eisini hava tey verið nógv uttan
lands og spælt talríkar konsertir,
so hetta var ein roynd duo, ið vit
sluppu at lýða á leygarkvøldið.
Vaks seg sterka
Eg setti meg rættiliga aftarliga, tí
her helt eg meg fara at fáa ta
bestu ljóðgóðskuna. Pallurin var
tá bert upplýstur við eini stovu
lampu, og hetta riggaði væl at
seta intima stemningin, sum kon
sertin legði upp til; bert tey bæði,
og so onkrir gestatónleikarar
afturat í nøkrum løgum.
Soleiðis hevur mær altíð dámt
tey best. Eg føli best teirra tón
leik, tá hann fær luft, so at siga.
Eg vóni faktiskt, at Lena einaferð
í framtíðini fer at gera eina ak
kustiska fløgu, har bert hon og
Niklas framføra síni løg, uttan
óneyðugar instrumenteringar.
Tað er tá, at løgini veruliga koma
til sín rætt og tosa fyri seg. Tað
er tá, at hárini reisa seg og ein
fær gásarhúð, fyri mítt viðkom
andi. Tað er vælsaktans eisini ein
smaksspurningur.
Aftaná eina lítla løtu komu tey
bæði á pallin og løgdu fyri við
lagnum »Catching The Sun«, av
fløguni »Let Your Scars Dance«.
Eitt gott val at byrja við hesum
nokso lætta og fitta lagnum, sum
tóktiskt at fara beint inn í hjartað
hjá áhoyrarafjøldini, ið takkaði
við hørðum lógvabrestum. Síðani
vórðu ljósini tendrað, og konsert
in helt áfram. Tað tók nøkur løg,
áðrenn røddin hjá Lenu kom
heilt til sín rætt, men hon vaks
seg sterka við fangandi løgum so
sum »Thing's I've Never Learn
ed«, vakra »Those Eyes« og
eisini sang hon føroyska lagið
»Tú og eg«, sum Niklas Johanne
sen hevur skrivað fyri Chase.
Tveir metrar
Í lagnum »Only You Can Save
This Heart« kom ein gestatónleik
ari á pallin. Hesin var Flóvin E.
Viderø, ið Lena presenteraði sum
Flóvin tveir metrar, og tað fekk
láturin fram í áhoyrarafjøldini.
Hann spældi á xylofon, ella
klokkuspæl, og tað riggaði bara
heilt væl við eyka detaljum í hes
um annars friðarliga settinum.
Geniala lagið »Can't Erase It« frá
fløguni av sama navni slapp
eisini upp í part, áðrenn tey end
aðu fyrsta settið við droymandi
kærleikssanginum »Seasons Will
Change«, hetta meðan EB/
Streymir fjepparar fóru trumm
andi omaneftir framvið Sjónleik
arahúsinum. Tað órógvaði hetta
næstan meditativa lagið eitt
sindur, men fótbóltsesongin
verður tíbetur eisini yvirstaðin.
Lekkirt
Aftaná eitt korter var aftur fult
inni í salinum, og Lena legði fyri
við lagnum »Let Your Scars
Dance«, áðrenn hon við inniliga
og ófatiliga vakra »Stones In My
Pocket« staðfesti, hvussu góður
sangskrivari hon er. /..oh save
me/ won't you save me from my
ways / 'cos the only way I know
how to live/ the only way I know
is killing me/ Erligt, syrgiligt og
við einum sera vøkrum lagi, so
gjørdist hetta hæddarpunktið á
konsertini. Haldi næstan, allur
salurin sat og túdbrølaði innaní,
og tað var stutt og greitt: Lekkirt!
Ikki nóg rock 'n roll
Tvær ungar gentur, sum spældu
cello, komu á pallin til lagið
»Oh My Lady«. Men tær vórðu
vístar av aftur, tí Lena helt ikki
klædnastílin vera nóg Rock 'n
Roll. Meðan tær so kundu lata
seg í okkurt meir hóskandi, fram
At fanga sólina
í Sjónleikarahúsinum
Eitt fult sjónleikarahús kundi leygarkvøldið síggja og hoyra Lenu Andersen framføra fyri
fyrstu ferð í longri tíð á føroyskari jørð. Hetta gjørdist eitt væleydnað kvøld við góðum,
inniligum løgum frá einum tónleikara, sum hevur verið her í fleiri ár eftirhondini, og
hevur víst seg sum ein góðan lag- og tekstasmið
Leygarkvøldið var konsert við Lenu
Andersen og Niklasi Johannesen í
Sjónleikarhúsinum fyri fyrstu ferð
í longri tíð á føroyskari jørð
Mynd: Álvur Haraldsen
Lena hevði
gott tak á
áhoyrarunum
millum løgini.
Dugdi væl at vera
stuttlig og draga
fólkini við inn
í hennara verð,
sigur ummælarin
Líggjas Olsen
Mynd: Álvur
Haraldsen