Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 19. juni 2008 39 Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi? Skriva til sunneva@sosialurin.fo Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Fløgu ummæli Jónheðin H. Tróndheim Longu frá fyrsta tóna á fløguni hevur tú kensluna av, at hetta havi eg hoyrt fyrr. Fløgan er full av løgum, sum tú kennir aftur frá Deep Purple, Uriah Heep, Europe og øðrum sein sjeytiára- og áttatiárabólkum. Í so máta er einki nýtt at hoyra á henni. Møguligur retrorokkur Trupulleikin er, at hon er útgivin í Føroyum, og viðgangast má, at tað krevur nøkur ár afturat, áðrenn vit kunnu fara at tosa um retrotónleik frá sjeyti og áttatiárunum, tí flestu føroyskir bólkar hava spælt hendan tónleikin til hendan dag. Og mangir teirra hava verið so vánaligir, at tú gongur enn og krympar tær. Men taka vit fløguna fyri tað, hon er, so er hon væl gjørt og væl spæld. Stílurin er greiður og gongur aftur allan vegin. Tónleikurin hevur eisini tey røttu rokk- riffini á teimum røttu støðunum, og júst tí riggar hon væl. Tunga, langa síðan Tað fyrsta lagið á fløguni er, sum fyrsta lagið á einari sovornari rokkfløgu eigur at vera. Tað hevur øll tey kendastu riffini og harmoniirnar. Faktiskt kann hetta saktans blíva eitt hitt í í rætta nisjuskarðanum. Í hesum lagnum hoyrir tú eina rúgvu av íblástri. ELO harmoniir og Rainbow strofur blandaðar við strickly-by-the-book rokktekstir. Triðja lagið á fløguni kallast »Broken«. Tað ljóðar fullkomiliga sum ein blanding av Scorp- ions og Europe. Onkur krympar tær, og onnur síggja himmalin opnan. Og hvørjum parti tú so ert í, so gert tú tað í langa tíð, tí lagið er langt. So langt sum slík rokkløg eiga at vera við longum solo'um osfr. Nøkur løg eru í frigarliga endanum, og júst tey løgini gera fløguna eitt sindur tunga. Millum annað er lagið »Broken« rættiliga friðaligt og kennist í grundini alt, alt ov langt. Sama er galdandi fyri sætta lagið, sum kallast »Still need your love«. Nakað nógv Europe og Scorpions í longdini, og tí keði eg meg illa, tá eg hoyri tey. Havi enn ikki klárað at lurtað eftir øllum lagnum uttan at trýsta á »next«. Rokk klisje'irnar gjøgnumførdar Í sjeynda lagnum er vónin aftur har, tí tá eru teir aftur á rætta sporinum. Góður gamal pre- Europe/Scorpions rokkur. Áttanda og seinasta lagið á útgávuni kallast »Burn in Hell« og líkist rættiliga nógv í formi og stíli restini av teimum meira pumpandi løgunum á útgávuni. Tekstirnir eru ikki heimsins bestu. Alt ov nógv »I don't«, »I know«, »I try«, »You make«, »I aint« osfr osfr. Men skalt tú gera eina retrorokk- fløgu, so mást tú gjøgnumføra tað. Og tað haldi eg, at teir hava gjørt. Treyðugt, so eru fløgan full av rokk klisjeum, men tað er júst meiningin við henni. Tað nevna teir eisini í húsanum, har teir vísa á rokktónleikin frá m.ø. Deep Purple. Húsin er á ein htt rættiliga flottur, men tú fært ikki heilt samband millum frálíku myndina á forsíðuni og tónleikin sjálvan. Kann vera, at tað bara eri eg, sum haldi tað. Myndirnar av tónleikarunum eru flottar; forbiðið flottar, haldi eg. At koma ígjøgnum rúgvuna Alt í alt er hetta ein fløga, sum teir kunnu vera nøgdir við. Men eg vænti kortini ikki, at tað verður nógv selt av henni, uttan at bólkurin klárar at hypa tónleikin nógv, og at teir fara út at spæla eina rúgvu av konsertum. Tí tað nyttar einki at seta seg í sofuna at bíða, meðan hon verður seld. Og so slett ikki við einum so nógv hoyrdum ljóði, sum tí, ið teirra tónleikur hevur. Tá má nevniliga arbeiðast enn meira fyri at fáa tónleikin ígjøgnum alla tað stóru rúgvuna, sum longu er har i forvegin. Men teir spæla væl og duga at halda stílin reinan, og við eitt sindur av sveitta og tannagrísli, skulu teir nokk fáa fløguna spælda runt í heiminum, har marknaður er fyri sjeyti- og áttatiára rokki. Um teir ynskja tað sjálvir, væl at merkja. Fær ikki gjørt øllum til vildar Kitch og glamrock í okkara tíð er ikki so vanligt. Flestu bólkar royna nýggjar leiðir, men Eager to Please dyrka eina farna tíð, m.a við nýliga útkomnu fløguni »There's no pleasin' some people« førdi hon lagið »Something's Gotta Give«. Síðani bjóðaði hon teimum báðum á aftur pallin, og nú sá betri út. Góðtikið! Hetta var sjálvandi alt í skemti, men eina løtu mundi hon lumpa meg. Síðani kundi »Oh My Lady« framførast, og tað ljóðaði framúr væl við cello. Aftaná »Who Am I« komu tær aftur á pallin saman við Flóvin, og saman endaðu tey konsertina við »Did You Get What You Came For«, og lógva- brestirnir ljóðmaðu hart eftir einum eykalagi, sum tey so eisini fingu. Samanumtikið ein sera væleydnað konsert við Lenu Andersen, ið fylti áhoyrararnar við inniligum kenslum um kær- leika og annars tað gerandisliga og persónliga, sum hon skrivar um. Hon hevði eisini gott tak á áhoyrarunum millum løgini. Dugdi væl at vera stuttlig og draga fólkini við inn í hennara verð. Má líka leggja afturat, hvussu væl eg helt Sjónleikarahúsið rigga í hesum høpi. Húsið er perfekt til slíkar konsertir. Tað ljóðar væl harinni, tú situr væl, og tað er annars ein deiligur hugni, ið ger, at man tímur væl júst har á konsert. Haldi í grund- ini, at eitt so væl plaserað og genialt hús átti at verið stuðla í høvd og reyv av kommununi ella landinum. Tað virkar fyri mær sum ein eyðsæð íløga og nakað, ið hevði komið øllum tilgóðar í longdini. ★★★✩✩✩