hósdagur 19. juni 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 116 - 19. juni 2008
tíðindi
Danin Peter Jensen
kom at gera vart við
seg á tveimum heilt
ymiskum økjum í
Føroyum. Tað var
sum tann framskygdi
stjórin á mjólkafor
sýningini og sum ein
av oddamonnunum
í føroysku fráhalds
rørslun. Hann kom til
Føroyar í 1907, og her
kom hann eisini at fáa
seinastu hvíldina
Vit hava fyrr í Miðvikuna
havt frásøgn um mjólka
forsýningina
og
stjóran
Peter Jensen. Henda greinin
skal bert snúgva seg um
virksemið hjá Peter Jensen
innan fráhaldsrørsluna
Henda søgan byrjar við
fólkaatkvøðuna í 1907 um
at banna fría brennivínssølu.
Fráhaldsfeløgini
vildu
spenna seg út at fáa meiri
luta fyri uppskotinum. Tað
var avrátt at fáa ein dana at
koma til Føroyar at hjálpa
við hesum. Í norrøna Good
Templarablaðnum varð tí
skil søkt eftir einum “agi
tator” til hesa fólkaatkvøðu.
Ein av teimum, sum sá hesa
lýsing var Peter Jensen.
Hann
fekk
áhuga
fyri
sakini, og 10. september
1907 er hann á veg til
Føroyar við Tjaldrinum.
Hann fekk ein ringan túr
til Føroyar við nógvum sjó
verki. Men hann byrjaði
beinanvegin saman við frá
haldsfeløgunum at leggja
til rættis eina agitatiónsferð
um landið saman við før
oyskum fráhaldsmonnum.
Hent seinking
Í Føroyum var byrjanin
eisini buldraslig. Fyrst fóru
teir vestur í Vágar. Hetta
var ikki tað sama sum at
ferðast í dag. Á ferðini til
gongu
av
Fútaklett
til
Sandavágs villast teir í
mjørka og nýta seks heldur
enn eina tíma um ferðina.
Hetta fekk ikki Peter Jensen
at falla í fátt, og hann helt
áfram kring landið. Tað var
í flestu førum stór luttøka á
fundunum.
Tá ið fundarvirksemið var
liðugt, skuldi Peter Jensen
verið farin avstað aftur til
Danmarkar.
Men
ferða
mannaskipið
Ceres
var
seinkað úr Íslandi, og tí kom
Jensen at uppliva sjálvan
valdagin 6. november. Tað
vísti seg eisini, at tað varð
stórur meiriluti fyri at banna
fría sølu av rúsdrekka.
Men á ólavsøku 1908 er
Peter Jensen aftur í Før
oyum. À einum losjufundi
greiddi hann frá, hví hann
var afturkomin.
Sum nevnt slapp hann
ikki heim aftur sum ætlað
eftir, at agitatiónsferðin í
1907 var av. Ferðamanna
skipið Ceres var seinkað
tvær vikur úr Íslandi. Hesa
tíðina mátti Peter Jensen
ganga í Havnini og bíða, til
skipið kom. Tá frættir hann
um hesa ætlan at stovna eina
mjólkaforsýning, sum ikki
bleiv til nakað, tí rætti per
sónurin var ikki funnin til at
leiða eina slíka fyritøku.
Sjálvur var Jensen meiarist
ur, so hetta vakti hansara
áhuga. Hann tosaði við
menninar aftanfyri ætlanina
og lovaði teimum alla ta
vegleiðing, sum hann kundi
geva. Hann kundi møguliga
eisini koma aftur at leggja
teimum lag á. Alt hetta
endaði við, at Jensen kom til
Føroyar fyri eitt fimm
áraskeið at stjórna fyritøkuni.
Hann setti eisini pening í, tí
tað stóð á at fáa nóg mikið
av partapeningini.
Noktaði umboðs
manni fyri rúsdrek
kasølu at ferðast
Peter gjørdist skjótt leiðari
í losjuni, og her var hann
ein eldsál. Hvussu avgjørdur
Peter Jensen var í spurn
inginum um rúsdrekka sæst
í hesi frásøgn:
Eftir at brennivínshandilin
var forboðin, vóru nógvar
snildir nýttar kortini at fáa
brennivín til Føroyar. Eitt
dømi var um ein umboðs
mann fyri brennivínsfram
leiðara, sum fór at ganga
hús í hús at reklamera fyri
sínum vørum. Hann hevði
eisini vøruroyndir við, sum
hann ikki spardi at bjóða
møguligum
keyparum.
Hann býtti eisini út bestill
ingslista. Her skuldi bert
krossast av og koyrast í
postkassa, og so var bert at
bíða til brennivínið kom
fram.
Hetta dámdi ikki frá
haldsfeløgunum, men tað
var avmarkað, hvat tey
kundu gera.
Umboðsmaðurin skuldi
eisini ferðast við Ruth í
hesum ørindum. Tá ið hetta
frættist, fekk Peter Jensen
noktað manninum at ferðast
við Ruth.
Hesin fer beina leið til
amtmannin at klaga.
Mjólkaforsýningin fekk jú
almennan studning og kundi
tí ikki nokta nøkrum at
ferðast við bátinum. Amt
maðurin Christian Bærent
sen gevur umboðsmannin
um viðhald, og mjólkafor
sýningin sat eftir við endur
gjaldskravi.
Á jólum 1908 varð eisini
nógv brennivín flutt út á
bygdirnar, eisini við Ruth.
Hetta harmaði Peter Jensen.
Men hann ásetti tó, at jóla
aftan skuldi Ruth bert taka
post við, og tað uttan mun
til, hvat amtmaðurin hevði
ásett. Hetta gav eisini
trupulleikar.
Flaggað varð
fyrstu ferð við
jarðarferðina hjá
konu Jensen
Í 1909 fór Peter Jensen til
Danmarkar eftir restina av
familjuni, og tá gerst kona
hansara Vilhelmina eisini
limur í Losjuni.
Tað næsta, Peter Jensen
setti sær fyri, var at fáa stovn
að losjur kring landið. Hetta
eydnaðist eisini væl. Fleiri
losjur vóru stovnaðar. Men
eitt var at fáa losjur stovnaðar,
eitt annað var at halda lív í
teimum. Tað var misjavnt,
sum hetta eydnaðist.
Eitt átak var at stovna
avhaldssjúkrakassar. Hesir
virkaðu væl í nøkur ár, men
teir blivu seinni samanlagdir
við teir sjúkrakassar, vit
kenna í dag.
Tað fór at ganga niður á
bakka við losjuarbeiðinum,
men í 1926 verður ferð sett
á aftur. Aftur var tað Petur
Jensen, sum var drívkraftin.
Hann rindaði sjálvur kr.
500 til hetta endamál. Hetta
var stórur partur av ársløn
hjá fiskimanni tá. Eitt stig
at fáa økt um limatalið var
uppskot frá Jensen um at
geva eina gullnám til tann,
sum evnaði at útvega flestar
limir.
Í 1933 verður skipað fyri
at fáa eitt flagg til losjuna,
og tað verður hátíðarliga
vígt. Flaggið skuldu nýtast
til hátíðarligar løtur, til
dømis til jarðarferðir. Tann
sum gleddi seg mest til
vígsluna var Vilhelmine,
kona Peter. Hon hevði verið
við í flaggnevndini. Men
hon gjørdist sjúk beint und
an vígsluna, og hon doyði
nakar dagar seinni. Hon
kom tí at verða tann fyrsta,
sum flaggið heilsaði til eina
jarðarferð.
Í 1934 kom sonur Peter,
Carl Jensen, at loysa pápan
av á ovastu rók. Peter kom
tá at taka sær eitt sindur
meira av løttum, men hann
var framvegis virkin sum
limur. Peter doyði í 1954,
men hansara minni livir.
Kelda:
Erling Isholm:
Losjan Støt Viljen 100 ár
Peter Jensen noktaði
brennivínsseljara at ferðast við Ruth
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Næstu ferð
Í komandi parti verður
frásøgn um Jóhannes í
Stórustovu og verfaðir
hansara Niklas á Kák
ANDREA WILHELMINE
POULINE JENSEN
F. WEIKERT
F. 21-6 1860
D. 10-5 1933
PETER JENSEN
F. 20-4 1865
D. 16-7 1954
Agitorarnir á ferð í 1907. F.v. Jacob Andreas Arge,
Peter Jensen og Lias í Rættará
Wilhelmine,
kona Peter Jensen
Peter Jensen heldur eina ta seinastu av sínum óteljandi
røðu í losjuni í samband við 50 ára haldið í 1952.
Undir lið hansara sita dótturin Marie Jensen og
Óli Olsen, úr Útistovu í Mikladali