Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 117 - 20. juni 2008 Verkætlanarstjóri til Atlants Tøkni Leyvutemjari søkist Starvið Starvið sum verkætlanarstjóri er tvíbýtt við eini yvirskipaðari verkætlanarleiðslu við ábyrgd av øllum verkætlanum og við eini dagligari verkætlanarleiðslu. Starvið gevur tær nógvar spennandi uppgávur, ið seta krøv til tínar fakligu og persónligu dygdir. Yvirskipaða arbeiðið fevnir m.a. um: · at víðarimenna okkara stýringsmodell til verkætlanarleiðslu · at seta í verk felags arbeiðshættir · at seta í verk amboð til verkætlanarleiðslu · at vera við til at gera tilboð og bjóða upp á størri arbeiði · at vera við til at víðarimenna fyritøkuna Dagliga arbeiðið fevnir m.a. um: · at definera formell krøv · at gera tíðarætlanir og veitingarætlanir · at tryggja, at arbeiðið gongur eftir ætlan, og at rakstrarætlanir verða hildnar · at tryggja testgóðkenningar · at luttaka á verkætlanarfundum · at samskifta við kundar · at eftirmeta verkætlanir Tínir førleikar Tú hevur góð leiðsluevni, gott yvirlit og ein visioneran hugsanarhátt. Tú samstarvar og samskiftir eisini væl, bæði við starvsfólk og við skiftafólk, og tú hevur gott tol, men kanst eisini skera ígjøgnum og taka eina avgerð, tá ið tað krevst. Tað er sjálvandi ein fyri- munur at hava viðkomandi útbúgving og/ ella royndir, men hetta er ikki ein treyt. Tað er fyrst og fremst tínum góðu leiðsluevnum, vit leita eftir. Vit bjóða Vit bjóða tær eitt ungt, dynamiskt og ný- mót ans starvspláss, ið leggur stóran dent á tína persónligu og fakligu menning, og sum gevur tær góðar møguleikar at skipa tín egna arbeiðs dag. Tíni starvsviðurskifti annars fara at lúka øll nútíðar krøv, eins og vit bjóða tær eina kappingarføra løn. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin seta teg í samband við Petur Mittún, stjóra, á tlf. 79 42 84 ella á pm@att.fo. Umsóknir Hevur starvið tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum tína umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum til Atlants Tøkni, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn ella til sja@nema.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. juli 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Ætlanin er at seta starvið sum skjótast, men av tí at talan er um eitt lyklastarv í framtíðarmenningini av Atlants Tøkni, bíða vit fegin eftir rætta fólkinum. Atlants Tøkni er eftir stuttari tíð vorðin ein av landsins fremstu KT-veitarum. Orsøkin er eitt sera vælútbúgvið og dugnaligt starvslið, ið livir og andar fyri professionellum loysnum. Fleiri spennandi verkætlanir eru í gongd, og fyri framman liggja fleiri avbjóðandi ætlanir. Sum komandi verkætlanarstjóri fært tú saman við leiðsluni ábyrgdina av at fremja hesar ætlanir, eins og tú verður við til at framtíðarmenna fyritøkuna, bæði til heimliga og altjóða marknaðin. Atlants Tøkni er ein framsøkin fyritøka, ið grundar virksemi sítt á opinleika, áræði, førleika og passión. Vit vilja í øllum lutum útvega kundum okkara í Føroyum og uttanlands eina betri stýring og harvið ein størri vinning í gerandisdegnum, bæði fíggjarliga, tøkniliga og umsitingarliga. Missiónin hjá Atlants Tøkni er at gera kunningar- og samskiftistøkni møguliga og lætt atkomuliga fyri øll, so at hon gerst ein jalig uppliving hjá brúkaranum og ein fyrimunur hjá virkjum at nýta. Tlf. +298 347 280 · www.att.fo Atlants Tøkni er partur av NEMA, ið er størsta KT- og samskiftissamtak í Føroyum og veitir fullfíggjaðar tænastur innan KT, skrivstovuútgerð og samskifti.