fríggjadagur 20. juni 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
Nr. 117 • 20. juni 2008
Bon Jovi á
Tórsvøll
RC 456, ávegis til Danmarkar: Á
veg vestur á flogvøllin steðgaðu
vit við rundkoyringina í Kollafirði,
har ein duld heimsstjørna bíðaði
við eini demo-fløgu til Rás2.
Hjá Atlantic á veg niður var
flogfarið at kalla fullsett við
veitsluklárum føroyingum, sum
skuldu til Randers at vita, hvat
ein onnur heimsstjørna, Bon Jovi,
hevur at bjóða danum.
Tá áhugin er somikið stórur
fyri Bon Jovi, hví kunnu onkrir
konsertfyriskiparar ikki bara
fáa mannin til Føroya at spæla.
Íroknað flogferð, innivist,
bilaleigu og hvat veit eg, so
kostar ein slík konsertferð helst
tíggjutúsundatals krónur, so ráð
máttu verið at goldið tað, sum
eitt slíkt navn kostar. Og tað
kostar meira í Føroyum, tí vit vita
jú, at ein millión ella meira skal
leggjast afturat hjá føroyskum
fyriskiparum, tá pallur, ljóðanlegg,
mvG! og annað skal leggjast
afturat atgongumerkjaprísinum.
Hvat nú – tankarnir ferðast
eina løtu. Onkrar av okkara stóru
fyritøkum lýsa við, at saman røkka
vit á mál. Framtak stórar strategi’ir
um, hvussu føroyskt vinnulív kann
fjøltáttast. Á Samvit hoyra vit
støðugt um, hvussu Føroyar skulu
brandast, og sum vallyfti varð
sagt, at milliónir skuldu í serligan
tónleikagrunn.
Vit hoppa í øllum førum óført
upp á vognin, tá onnur skulu brand-
ast. Bon Jovi, McCartney, Rolling
Stones ella hvør tað skal vera. So
valfarta vit í hundraðtali avstað.
Hví ólukkan biðja vit ikki bara
Bon Jovi koma til okkara? Hví
gera vit okkum ikki somikið
áhugverd, at stjørnurnar koma til
okkara heldur enn øvugt?
Hattin av fyri teimum, sum
fingu Bryan Adams á Tórsvøll. Eitt
fantastiskt tiltakt. Eitt er, at vit
við hesum fingið ein av teimum
heilt stóru hendanvegin. Sum
síðuvinning kundi eg so loksins
bjóða klaksvíkingum til Havnar,
heldur enn at tað altíð er øvugt.
Nei – lat okkum fáa Bon Jovi
á Tórsvøll. Vit skriva nú 2008,
og vit havnarmenn kunnu ikki í
allar ævir liva við, at klakvíkingar
eiga Føroya størsta – og besta
– tónleikatiltak.
Í Føroyum er so eingin vilji at
branda Jens Marna.
Jákup Mørk
blaðmaður
jakup@sosialurin.fo
Heini bloggar úr Ísrael
Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva
bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael.
- Og hvat hava vit so fingið burturúr? Heima
er forholdið millum danir og tilflytarar verri
enn nakrantíð. Í Evropa verða vit sett í
samband við intoleransu og fremmandaótta.
Og vit eru vorðin eitt attraktivt mál fyri
altjóða terroristar, sigur Hanne Foighel,
korrespondentur á danska dagblaðnum
Politiken, meðan hon slær knýtta nevan í
myrkabrúna mahogni borðið, so gløsini klirra.
Meðan harðligu aldur Miðalhavsins bresta
ímóti fyrndargomlu havnini í Jaffa, arabiska
býnum skamt sunnanvert Tel Aviv, snýr
prátið á stóru altanini í marglætisíbúðini hjá
danska ambassadørinum seg um donsku
ambassaduna í Islamabad, sum herfyri varð
bumbað í stumpar og stykkir av muslimska
yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda. Og prátið
snýr seg eisini um prísin fyri ein aktivistiskan
uttanríkispolitikk við hernaðarluttøku í Irak og
Afganistan (hóast danskir hermenn eru farnir
úr Irak – eitt taktiskt lokabragd upp undir valið
í Danmark, sum harra Fogh slapp merkiliga
snikkaleysur undan), og um handfaringina av
tiltiknu Muhammed-tekningunum, sum elvdi
til bál og brand í muslimska heiminum.
Hanne Foighel er ivaleys
um, at danir eiga at
endurskoða sín leiklut á
globala pallinum. Men
professarin á Tel Aviv
University, Noah, sum eisini
er boðin í reseptión hjá
danska ambassadørinum í
kvøld, er ósamdur.
- Evropeiski vinstravongurin
var einaferð lokomotivið
ímóti religiøsum myrkri
og sjálvhátíðarligheit og
gekk á odda fyri skrivi- og talufrælsinum,
fyri tí kritiska sansinum og fyri tí opna
samfelagnum, har eingin og einki er hevjað
omanfyri kritiska viðgerð. Men í dag er hesin
sami vinstravongurin vorðin meistari til at
fella á knæ fyri einum og hvørjum fanatiskum
fana, so leingi hesin hoyrir til ein minniluta,
sigur eldri harrin við frísuta hárinum og
ternutu skjúrtuni, meðan smølu eyguni hyggja
strangt at frú Foighel. Sum ikki mutar ímóti.
Eg kundi ikki verið meiri samdur. Tí hóast
minnilutaverja er ein fastgrógvin partur av
einum og hvørjum reystum fólkaræði, so má
tað ongantíð verða ein kvalifikatión í sær
sjálvum at vera minniluti, sum partú skal fáa
viðhald, líkamikið hvat málið annars snýr seg
um.
Og meðan reydliga sólin spakuliga hvørvur
í sjónarringinum, og hvøllu bønirnar frá
sunnimuslimsku moskuni í grannalagnum
stíga til himmals, haldi eg fyri, at
vinstravongurin í Danmark í fyrstu atløgu
lat seg blinda av, at tekningarnar gingu út
yvir ein minniluta, sum í einum nationalum
samanhangi var hart
kroystur, fyrst og fremst
orsakað av islamofobisku
herferðini hjá reyð-hvítu
nationalistunum í Dansk
Folkeparti.
- Men við ella uttan
danskar rasistar, so broytir
tað akkurát einki uppá, at
muslimska kravið um eina
umbering og kravið um,
at religiøst viðkvæmi skal
koma fram um rættin til at
ytra seg um hvat sum helst,
var eitt láturligt krav, sum tann fríði heimurin
ongantíð skal góðtaka, sigur ísraelski
professarin.
Aftur samdur. Tí prinsipiella kjarnan í mál-
inum, sum Villy Søvndal, Tøger Seidenfaden
og kompaní av fyrstan tíð ikki megnaðu at
fyrihalda seg til, er, hvørt tað er í lagi ella ikki
at tekna profetin Muhammed. Lukkutíð eru
bæði Villy og Tøger vorðnir klókari eftir annað
umfar av glantrileikinum um Muhammed,
tá PET í februar steðgaði eini morðroynd á
ein av seku teknarunum, Kurt Vestergaard.
Villy bað “de muslimske mørkemænd gå ad
helvede til”, og Tøger prentaði tekningarnar “i
solidaritet med Kurt Vestergaard”.
Og so var knappliga semja í Danmark um, at
ein minniluti av religiøsum muslimum skal
sjálvandi ikki sleppa at diktera, hvørji virði
okkara samfeløg skulu hvíla á. Hóast hann er
ein minniluti. Og hóast hesin minnilutin má
leggja oyra til eina flóðaldu av rasistiskum
skarni í dagsins kjaki um útlendingar í
Danmark. Hetta er logikkur fyri búrhønur, um
vit bert megna at skilja sundur prinsipiella
málið um tekningarnar og tónan yvir fyri
útlendingum í Danmark generelt.
Í vakra mánalýsinum út ímóti midnátt síggi eg
á vegnum heim frá danska ambassadørinum
í Jaffa nakrar burkaklæddar kvinnur baða í
Miðalhavinum, meðan menninir sita á sand-
inum og roykja vatnpípu. Langt ímillum jødisku
bikini-tøsirnar nakrar fáar kilometrar norðanfyri,
har eg búgvi. Og so tilbiðja tey ein profet, sum
ikki tolir nakrar erligar keipumyndir. Heilt erligt.
Slíkt erkvisið og sjálvhátíðarligt hysterí hava vit
altso ikki rúm fyri.
heini_skorini@yahoo.com
- Evropeiski vinstra-
vongurin var einaferð loko-
motivið ímóti religiøsum
myrkri og gekk á odda fyri
skrivi- og talufrælsinum,
fyri tí kritiska sansinum og
fyri tí opna samfelagnum,
har eingin er hevjaður
omanfyri kritiska viðgerð.
Men í dag fellur hesin
sami vinstravongurin á
knæ fyri einum og hvørjum
fanatiskum fana, so leingi
hesin hoyrir til ein minniluta
Danska ambassadan í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad, sum 2. juni varð bumbað av muslimska felagsskapinum al-Qaeda. Felagsskapurin krevur eina
umbering fyri tekningarnar av profetinum Muhammed, og álopið reisir aftur spurningin um prísin fyri ein aktivistiskan uttanríkispolitikk
Muhammed By Night