fríggjadagur 20. juni 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 20. juni 2008
3
Vit hava brúk fyri tær
Lesið meira um arbeiðsuppgávur,
møguleikar, krøv og setanarviðurskifti á
www.torshavn.fo ella send teldupost til
torshavn@torshavn.fo. Merk teldupostin
”Starv í teknisku fyrisiting”.
Størv í teknisku fyrisiting
Vit bjóða tær eitt spennandi, avbjóðandi og fjøllbroytt starv
við nógvum menningarmøguleikum og góðum trivnaði. Í
sambandi við bygnarðarbroytingarnar hava vit brúk fyri:
Deildarleiðarum til Býarskipanardeildina, Byggideildina,
Plan- og rakstrardeildina og Náttúru- og umhvørvisdeild ina.
Arbeiðið fevnir m.a. um dagliga leiðslu og at stýra fíggjar-
ætlan, vera við í bygginevndum og arbeiðsbólkum, hava
eftirlit við kommunalum byggiarbeiði og projekterings-
uppgávum.
Verkfrøðingi til Byggideildina. Arbeiðið fevnir m.a. um
byggi málsviðgerð, útstykkingarætlanir, projektering og
byggieftirlit.
Byggifrøðingum til Byggideildina og Plan- og rakstrar-
deildina. Arbeiðið á Byggideildini fevnir m.a. um byggi-
málsviðgerð, útstykkingarætlanir, projektering og byggi-
eftirlit. Arbeiði á Plan- og rakstrardeildini fevnir m.a. um
planlegging, ferðsluplanlegging, smærri verkætlanir og
umsiting av ymsum rakstraruppgávum.
Samskipara at enduskoða byggisamtyktir v.m. Arbeiðið
fevnir m.a. um at endurskoða byggisamtyktir, gera nýggj ar
byggisamtyktir, ráðgeva, samskifta við landsmyndugleikar,
kommunalar felagsskapir og grannalond.
Málsviðgerðum til Byggideildina og til Plan- og rakstrar-
deildina. Arbeiðið á Byggideildini fevnir um m.a. byggi-
málsviðgerð, útstykkingarætlanir, projektering og byggi-
eftirlit. Arbeiðið á Plan- og rakstrardeildini verður at umsita
bussleiðina og skúlabarnakoyringina.
Tekniskum starvsfólkum til Lendisdeildina. Talan er um
tvey leys størv. Arbeiðið verður at dagføra og menna digi-
talu kortskipanina (FDS-skipanina), og tænastuveitingar til
aðrar deildir.
Umsóknarfreistin til øll størvini er mánadagin 23. juni 2008.
STARVSLÝSING