Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 117 - 20. juni 2008 Alt frá summarhúsum til ruskbingjur Bilrøkt í Havn hevur higartil fingist við at klárgera bilar, at selja brúktar bilar og bilflutning. Men nú er felagið eisini farið at selja alsyns sløg av bingjum. Felagið hevur eitt nú selt Sjóvinnudeplinum í Havn eina bingju, sum er innrættað sum undirvísingarhøli, og sum skal standa á Vestaru Bryggju. Heini á Borg, sølumaður hjá Bilrøkt sigur, at tey kunnu útvega bingjur til so at siga øll endamál, alt frá summarhúsum til ruskbingjur – og so eru bingjurnar, sum verða framleiddar í Kekkia, eisini gjørdar til veðurlagið í norðuratlantshavi – tí nógvar eru seldar til Íslands. Umframt undirvísingarhølini til Sjóvinnudeplin hevur felagið eisini útvegað Smyril Line skrivstovubingjur í sambandi við avgreiðsluna á Eystaru Bryggju í Havn. isku liðini hjá Havnar Fim­ leikafelag og Støkk fingu við altjóða kappingina í Kanada um vikuskiftið. Og at áhugin fyri málin­ um var stórur er væl skil­ ligt. ­ Fimleikafólk hava bíðað í meiri enn 30 ár eftir røttu umstøðunum, so tað er einki at siga til, at tey nú fegnast um hesa avgerðina hjá býráðnum, sigur Heðin Mortensen. Hann viðgongur, at talan er um nógvar pengar, men aftur fyri fær kommunan karmar sum gera, at føroy­ ingar kunnu skipa fyri øllum altjóða fimleikakappingum. ­ Og eisini er vert at und­ irstrika, at við í prísinum eru øll amboð, sum verða nýtt til fimleik, leggur Heð­ in Mortensen dent á. Hetta er ein verkætlan, sum alla tíðina hevur ligið í kortinum at framt. ­ Tað var niðurfelt í sam­ gonguskjalið, at vit skuldu byggja eina fimleikahøll í hesum valskeiðinum, og tað lyfti hava vit við hesum nú uppfylt, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at samstundis sum fimleikurin fær bestu umstøðurnar, verður Tórs­ vøllurfríðkaður munandi. Bera skjótt at Heðin Mortensen sigur, at tað ikki bert er til frama fyri fimlaikarar, at høllin nú kemur. ­ Tá umstøðurnar nú verða so góðar, fer hetta ikki bert at eggja ungdóminum til at íðka fimleik, men tað fer helst eisini at skunda okkum meiri tilkomnu til at røra okkum meira, sigur borgarstjórin. Og ætlanin er at bera skjótt av. ­ Farið verður longu undir jørðarbeiðið í august mán­ aði í ár, og eftir ætlan skal arbeiðið ikki taka meiri enn 12­14 mánaðir, sigur Heðin Mortensen. Og at ítrótturin er høgt rað­ festur hjá sitandi býráðssam­ gongu sæst best av teimum mongu verkætlanum, sum eru í gongd ella fara í gongd. Stadion til frælsan ítrótt verður klárt at taka í nýtslu – nógv seinkað, gamaní – á Ólavsøku í ár, farið verður undir at byggja fimleikahøll nú, Ítrótta­ og samkomuhøllin skal umvælast, og so er mest sum avgerð tikin um at byggja eina nýggja, altjóða góðkenda ítróttahøll aftrat í býnum. Men fyrst er tað fimleika­ høllin, sum farast skal undir at byggja. ­ Hetta verður ein høll, sum fer at hava stóran týdn­ ing, ikki bara fyri býin, men fyri alt Føroya land sum heild, sigur Heðin Morten­ sen, eftir at býráðið nú hev­ ur avgjørt at gera íløgur í ungdóminn fyri 60 milliónir krónur. Skitsa av sjálvari høllini, sum skal standa klár at taka í nýtslu í setpember/oktober mánaði næsta ár. Tað vóru rættiligar jubilsenur, tá avgerðin um nýggja fimleikahøll var fallin og málið samtykt