fríggjadagur 20. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 117 • 20. juni 2008
mítt land
Føroyar
Aftur hesa vikuna vóru fimm áhugaverd evni umrødd í sendirøðini “Føroyar
mítt land”, sum er á Rás2 hvønn gerandisdag. Evnini, sum vórðu umrødd
í sendirøðini í hesi vikuni, og sum høvi verður at endurhoyra sunnudagin
klokkan 13, vóru: ein summardagur á Skarði; útróðrarsiðir og –traditiónir;
føroyski tjóðbúnin, hesa ferð um hosubond, tólvtáttaband og hosur; vit
hoyrdu um plantuvøkstur á Hellunum og mentakvinnuna Súsonnu Helenu
Patursson, sum livdi frá 1864 til 1916. Tey, sum løgdu til rættis hesa vikuna,
vóru: Halgir Winther Poulsen, Janus Mohr, Nicolina Jensen Beder, Helena
Samuelsen og Turið Sigurðardóttir.
Rás2, sunnudagin klokkan 13.
Føroyar mítt land í næstu viku:
23/6 Andreas Andreasen
24/6 Janus Mohr
25/6 Nicolina Jensen Beder
26/6 Eirikur Lindenskov
27/6 Eli Poulsen
Hvønn gerandisdag kl. 8, kl. 9, kl. 22 og kl. 23, (týsdag tó 22.30)
Føroyar mítt land
Ungir grønlend
ingar feitast
í heiminum
Heimsheilsustovnurin WHO hevur gjørt eina kanning av heilsustøðuna
hjá ungfólki kring heimin. Umstøðurnar í 40 londum eru kannaðar,
og ein av niðurstøðunum er, at ungfólk í Grønlandi eru tey feitastu í
heiminum. Royking og vánaligir matvanar gera, at so nógv ung millum
13 og 15 ár í Grønlandi viga ov nógv. Tey ungu eta eisini ov lítið av
frukt, og ferðasambandið er so vánaligt nógva staðni, at fólk liva av
frystum matvørum og fáa ikki frukt og grønmeti í nóg stóran mun.
Heilsukanningin hjá WHO vísir hinvegin, at grønlendsk børn eru sera
virkin – tey røra seg nógv og eru væl nøgd við skúlan.