fríggjadagur 20. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 117 - 20. juni 2008
19 nýggir lærarar
Klokkan tvey seinnapartin í dag var hátíðarhald í høllini á Føroya
Læraraskúla. 19 læraralesandi – fjúrtan konufólk og fimm mannfólk -
hava seinastu dagarnar verið til síðstu próvtøkurnar, og í dag vórðu
prógvini handað. Eingin orsøk er at stúra fyri at fáa starv hjá nýggju
lærarunum. Skúlar hava sett seg í sambandi við nýggju lærararnar og
bjóðað teimum starv, og í bløðunum hava fleiri enn 80 lærarastørv
staðið leys at søkja. Freistin at søkja inn til lærara- og pedagoglestur er
nú mánadagin. Nú fer lesturin at verða skipaður á BA stigi. Í MMR
verður arbeitt við at fyrireika nýggja lóggávu, og í tí sambandinum
verður møguleiki fyri, at tey, ið hava tikið BA prógv sum lærarar, eisini
kunnu halda fram at lesa til MA á samanlagda Fróðskaparsetri Føroya.
Fyrilestur um
íslendska búskapin
Týsdagin 24. juni klokkan 17 heldur Ásgeir Jónsson,
leiðandi hagfrøðingur hjá Kaupthing í Reykjavík,
fyrilestur í Aðalkonsuláti Íslands í Fútastovu. Evnið er
peningaviðurskifti Íslands. Fyrilesturin verður hildin á
enskum undir heitinum »Is Iceland Melting?«, ella »Er
Ísland farið at bráðna?« Øll eru vælkomin, upplýsir
íslendska aðalkonsulátið.
Tórshavnar Býráð
samtykti á fundi í gjár
at byggja fimleikahøll
við norðara enda á
Tórsvølli. Samlaði
kostnaðurin liggur
beint undir 60 milli
ónir krónur, og er
her talan um størstu
íløgu í ítróttin, sum
Tórshavnar Kommuna
nakrantíð hevur gjørt
FIMLEIKAHØLL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Hannis Wardum
- Eg havi ongantíð upplivað
so nógvar áhoyrarar til ein
býráðsfund.
Tað sigur Heðin Morten-
sen, borgarstjóri, um býráðs-
fundin í gjárkvøldið. Og
tað var heilt týðiligt hvat
tað var fyri mál, ið upptók
fólk. Og umsitingin hevur
havt ein sterkan varhuga
um, at stórur áhugi var fyri
málinum, tí stólar vóru
settir upp til eini 60-65 fólk
– umframt at fólk stóðu
heilt út í tún.
Stóra spenningsmálið var
nýggja fimleikahøllin, sum
býráðið leingi hevur við-
gjørt, og sum í gjárkvøldið
skuldi fáa sína endaligu
lagnu.
Og tað vóru jubilsenur, tá
atkvøðugreiðslan var av og
málið endaliga samtykt við
10 atkvøðum fyri, tveimum
blonkum og ongari ímóti.
- Tað eru fólk, sum halda
okkum vera ør í býráðnum,
at brúka so nógvan pening
til hesa verkætlanina, men
eg haldi tvørtur ímóti, at
hetta er ein fantastisk íløga
í ungdómin. Her skapa vit
teir bestu karmar og royndir
vísa, at betri karmarnir eru,
fleiri fólk íðka ítrótt, sigur
Heðin Mortensen.
Talan verður um tríggjar
hallir, tvær til rútmiskan
fimleik og ein til amboðs-
fimleik. Hallirnar eru tó so
snilt innrættaðar, at veggir-
nir kunnu flytast, so tú
kanst fáa tvær ella eina
stóra høll.
- Hetta verður ein ógvu-
liga flott høll, sum – ikki
minst týdningarmikið – lýk-
ur øll altjóða krøv og stødd-
ir, sigur Heðin Mortensen.
Hava bíðað leingi
Avgerðin um at byggja eina
nýggja høll til fimleikin
kemur væl við hjá fimleikar-
unum. Tað er ein sannroynd,
at fimleikurin í Føroyum er
á veg fram, tað vísa ikki
minst úrslitini, sum rytm-
60 millióna íløga í
ungdómin
Neyvan nakrantíð hevur býráðssalurin verður so stúgvaður av fólki, sum hann var í gjárkvøldið
Sjálvt tey fýrbeintu vóru spent um úrslitið