Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 • 20. juni 2008 Vikuskifti 7 Vágskvinnan, Karina Andreasen, trívist væl í Hafnarfirði í Íslandi, har hon arbeiðir innan gistingarhúsvirksemi. Bæði búnar og bygningar eru íbirtir úr víkingatíðini Mynd: Álvur Haraldsen tað er altíð gott at koma heim í feriu, leggur hon afturat. Góð viðurskifti við Føroyar og Grønland Við sínum 25.000 íbúgvum hevur Hafnarfjørður vaksið seg til triðstørsta bý í Íslandi. Bara grannabýirnir Reykjavík og Kópavogur eru størri. Eigarin av staðnum, Jóhannes Viðar Bjarnason, sum er føroyavinur og hevur verið óteljandi ferðir í Føroyum, keypti staðið fyri 18 árum síðani og gjørdi av at gera tað til eitt gistingarhús og matstað við víkingastemningi. Hetta sæt út til at vera eydnast til fulnar. Hann vísir á, at staðið gjørdist rættiliga skjótt kent og væl­ umtókt at vitja. Og síðani hevur tað bara gingið framá, sigur íslendski eigarin. Krógvin hevur pláss fyri 500 fólkum. Harafturat er ein minni matstova inni á sjálvum gistingarhúsinum á Hotel Viking, sum var nýmótansgjørt í 1999, ið er til minni veitslur, har pláss fyri 100 gestum. Eigarin hevur sera gott sam­ band við Grønland og gjørdi í veruleikanum eina roynd gera staðið til eitt slag av mentunnar­ ligari ambassadu fyri bæði Føroyar og Grønland. Hesum eydnaðist tó ikki at fáa nóg gott fíggjarligt grundarlag fyri, so hann saðlaði um. Kendur festivalbýur Hafnarfjørður er kendur festi­ valbýur og skipað verður fyri víkingafestivali á hvørjum ári, har nógvir føroyingar hava luttikið. ­ Føroyingar eru míni ærugestir. Sjálvur havi eg verið minst 30 ferðir í Føroyum, so eg havi gott vinarlag og sera nógvar vinir millum føroyingar. Onkur hevur sagt mær, at Fjørukrógvin er tann best kenda íslendska matstovan millum føroyingar, sigur Jóhannes Viðar Bjarnason og vísir á, at føroyingar oftani leiga seg inn á Hotel Viking. Júst hendan dagin samrøðan við eigarin av Fjørukrónni og gistingarhúsinum fór fram, kom eitt stórt føroyskt ferðalag at eta og hugna sær á matstovunil. Tað vóru starvsfókini hjá PM á Hálsi, sum vóru 47 í tali. Unga vágskvinna,Karina Andreasen, sum serverar og stendur fyri reingerð, sigur, at hon sókti ymisk arbeiði í Íslandi, áðrenn hon gjørdi av at fara yvir í september 2007. Tá eg sókti um, var gistingarhús­ ið her tað fyrsta at svara, og so bleiv tað her, eg fór. Tað angri eg ikki, tí mær dámar sera væl hetta staðið, sigur Karin Andreasen, ið fyribils ongar ætlanir hevur um at flyta heimaftur til Føroya. Sum so nógva aðrastaðni á okkara leiðum, er summarið háárstíð fyri ferðavinnu. Soleiðis er eisini í Íslandi, sjálvt um tað hevur eydnast at leingja ferðaárstíðina seinnu árini.