fríggjadagur 20. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 117 - 20. juni 2008
Tjóðveldið hevur ikki
longur álit á sínum
egnu tingmonnum,
Heina O. Heinesen og
Pálli á Reynatúgvu,
og tí ætlar flokkurin
nú at blaka teir úr
fíggjarnevndini hjá
Løgtinginum
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leiðslan í Tjóðveldinum
hevur ikki longur álit á
tveimum av sínum egnu
tingmonnum.
Tað eru teir báðir útjað
aratingmenninir
Páll
á
Reynatúgvu og Heini O.
Heinesen, sum eru falnir í
ónáði hjá leiðsluni í Tjóð
veldinum.
Og ónøgdin við teir báðar
er so stór, at leiðslan í
Tjóðveldinum roynir nú at
fáa teir báðar tveittar úr
fíggjarnevndini hjá Løg
tinginum, har teir hava
umboðað flokkin síðani
samgongan varð skipað
eftir valið í januar.
Tjóðveldið hevði floks
fund í vikuni, har ting
manning og landsstýris
fólkini hjá flokkinum vóru
til staðar og har umrøddu
tey spurningurin um at taka
nevndarsessirnar í fíggjar
nevndini frá Heina O.
Heinesen og Pálli á Reyna
túgvu.
Hetta fortelja fleiri væl
vitandi keldur, sum standa
Tjóðveldinum
nær,
fyri
Sosialinum, men tey vilja
ikki at leggja navn til fyri
ikki at skapa sær trupul
leikar.
Ongin avgerð varð tikin á
floksfundinum
hesuferð,
men flokkurin skal hava
fund aftur seinni og har skal
endalig avgerð takast.
Men sum skilst er ætlanin
hjá leiðsluni í flokkinum at
taka nevndarsessirnar frá
teimum beinanvegin og at
velja
nýggjar
limir
í
fíggjarnevndina, so at Páll
á Reynatúgvu og Heini O.
Heinesen fáa sum minst
ávirkan á arbeiðið at gera
fíggjarætlan fyri 2009.
Leiðslan heldur, at tað
hevur serligan skund at fáa
nýggjar limir í fíggjar
nevndina, tí eftir avtaluni í
samgonguni, skal Tjóð
veldið hava formannin í
fíggjarnevndini
frá
1.
januar.
Mist álitið á teir
Keldur okkara í Tjóð
veldinum siga, at orsøkin
til, at floksleiðslan nú vil
hava, at teir báðir skulu
skiftast út í fíggjarnevndini,
er, at flokkurin ikki hevur
álit á teimum longur.
Tað er í sambandi við
arbeiðið at gera fíggjar
lógina fyri í ár, at teir báðir
skulu hava borið seg so
leiðis at, at flokkurin ikki
longur kann hava álit á teim
um.
Har hava teir báðir sam
tykt ymiskt, sum hevur elvt
til slíka misnøgd í flokk
inum, at hann enntá er til
reiðar at taka eitt so óvanligt
og víttfevnandi stig sum at
tveita teir úr fíggjarnevndini
og velja nýggjar limir í
nevndina, sum eru meiri
trúgv ímóti politisku linjuni
hjá leiðsluni.
Tað, sum serliga hevur
loypt øði í leiðsluna í
Tjóðveldinum, er, at Heini
O. Heinesen hava góðtikið
at játta Strandferðsluni tvey
milliónir eyka, so at eitt
skip afturat kann setast í
sandoyarsiglingina í tríggjar
mánaðir í summar, eftir
nógvar ábreiðslur um alt ov
langar bíðitíðir.
Tað er eisini fallið leiðsl
uni í Tjóðveldinum fyri
bróstið, at fíggjarnevndin
lækkaði játtanina til ný
stovnaða uttanríkisráðið og
tað er avgjørt heldur ikki
fallið í góða jørð, at Sand
oyartunnilin fekk eina ser
liga játtan á fíggjarlógini og
at játtanin til Sandoyar
tunnilin harafturat er hækk
að eina millión, hóast sam
gongan ikki hevur gjørt
eina íløguætlan.
Men ikki minst hevur
leiðslan í Tjóðveldinum tik
ið Heina O. Heinesen og
Pálli á Reynatúgvu tað illa
upp, at teir hava góðtikið at
lækka játtanina til Samvit
400.000 krónur og givið
Íverksetarahúsinum í Klaks
vík tær.
Serliga hetta síðsta málið
hevði so stóran týdning fyri
Tjóðveldið, at tá ið fíggjar
lógin skuldi endaliga sam
tykkjast eina náttina síðst í
mai, var samgongan eitt
skifti í kreppu, tí Tjóðveldið
beinleiðis hótti við at slíta
samgonguna, fekk Samvit
ikki tær 400.000 krónurnar
aftur.
Yvir mítt lík
Vit hava tosað við eina
rúgvu av fólki, sum standa
Tjóðveldinum nær, men
alment hevur ongin nakra
viðmerking.
Heldur ikki høvuðsper
sónarnar í málinum hava
nakra serliga viðmerking.
Heini O. Heinesen hevur
onga viðmerking.
Eg dugi ikki at síggja
nakra sum helst orsøk til at
eg skal verða skiftur út í
fíggjarnevndini,
so
tað
gangi eg yvirhøvur ikki við
til. Tað verður yvir mítt lík,
staðfestir
ein
avgjørdur
Heini O. Heinesen.
Hann staðfestir, at hann
hevur enntá sæð fram til at
verða formaður í fíggjar
nevndini á nýggjárínum,
vissi Páll á Reynatúgvu ikki
verður formaður, so hann
góðtekur undir ongum um
støðum at verða koyrdur úr
nevndini.
Heldur ikki hin fíggjar
nevndarlimurin hjá Tjóð
veldinum, Páll á Reyna
túgvu, hevur nakra viðmerk
ing.
Men vit spurdu hann
sama spurning, vit spurdi
Heina O. Heinesen:
Men hvat hevði tú sagt til
at
verðið
koyrdur
úr
fíggjarnevndini av tínum
egna flokki?
Eg haldi meg hava tænt
flokkinum bæði væl og
trúfast og eg dugi ikki at
síggja nakra sum helst
orsøk til at eg skal víkja
sætið í nevndini fyri nøkrum
øðrum, sigur sandoyarting
maðurin.
Hann staðfestir annars, at
samstarvið hjá samgonguni
í
fíggjarnevndini
hevur
verið sera gott og tað hevur
samstarvið við floksfelagan,
Heina O. Heinesen, eisini
verið. Hann heldur eisini,
at, at andstøðan hevur verið
gjørt eitt gott arbeiðið.
Hann hevur somuleiðis
bara gott at bera forkvinnuni
í fíggjarnevndini, Eyðgunn
Samuelsen, tí hann heldur,
at hóast hon er nýggj í
politikki, hevur hon leitt
nevndararbeiðið við ógvu
liga hepnari hond.
Eftirmeting
Bergtóra Høgnadóttir Joen
sen, forkvinna fyri Tjóð
veldinum á Løgtingi, hevur
heldur onga viðmerking.
Hon staðfestir, at ting
manningin og landsstýris
fólkini hjá Tjóðveldinum
hava havt fund, har tey hava
eftirmett tingesetuna, sum
hon málber seg.
Men hóast hon onki vil
siga beinleiðis, váttar hon
hálvavegna, at talan kann
verða um at skifta nevnd
arlimirnar hjá flokkinum, tí
hon sigur, at spurningin um
at skipa nevndir verður
tikin upp aftur á Ólavsøku.
Men hvussu eru tit so
nøgd við leiklutin hjá Pálli
á Reynatúgvu og Heina O.
Heinesen
í
fíggjar
nevndini?
Eg haldi at fíggjar
nevndin hevur gjørt eitt gott
arbeiði upp á nógvar mátar,
men tað eru eisini nøkur
viðurskifti, sum eg ikki eri
nøgd við. Eg eri ikki nøgd
við, at uttanríkisráðið og
mentamálaráðið
vórðu
skerd. Eg eri heldur ikki
nøgd við, at Samvit misti
400.000 krónur og tað
hóvar mær heldur ikki, at
Sandoyartunnilin fekk sína
egnu játtan og at hon varð
hækkað úr fimm upp í seks
milliónir, sigur forkvinna
Tjóðveldsins á Løgtingi,
fyri at nevna nøkur dømi.
Rok í Tjóðveldinum: Heini og Páll
blakast úr fíggjarnevndini
Skálafjarðarruta 100 ár
Í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðani, at ferðaætlan var gjørd inn á Skálafjørðin,
heitir Bátafelagið á Toftum á fólk um at leita fram myndir frá tíðini, tá
Mjólkaforsýningin og Strandferðslan sigldu hesa rutu. Sóknast verður eftir myndum ar
Ruth, Sigmundi, Ternnum, Tróndi, Dúgvuni og øðrum, sum røktu leiðina. Eisini ynskir
Bátafelagið myndir av ferðafólki, avgreiðslufólkum, hýruvognum og øllum, sum hevur
við hesa rutu at gera. Minnist tú eina góða søgu frá hesi tíðini, starvsfólk á skipnu,
avgreiðslu, rutuførarar, fraktfólk ella ferðafólk, so er alt hetta vælkomið. Eisini heiti
Bátafelagið á bygdsøvn og onnur søvn at hjálpa til við tilfari. Myndir og søgur kunnu
sendast til: batafelagid@hotmail.com. Eisini ber til at ringja á tlf. 223811.
Í Tjóðveldinum eru tey so misnøgd við tveir av sínum egnu tinglimum, Heini O Heinesen, vm og
Páll á Reynatúgvu at ætlanin er nú at tveita teir úr fíggjarnevndini. Páll á Reynatúgvu sigur, at
ongin orsøk er til, at hann skal víkja sætið og Heini O Heinesen sigur, at tað verður yvir hansara
lík, at hann fer úr fíggjarnevndini. Tvørturímóti hevur hann hug at gerast formaður í nevndini