Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 • 20. juni 2008 Vikuskifti 6 »Good evening«, heilsaðu vit í móttøkuni, eftir at hava trinið inn á Hotel Viking í Hafnarfirði fyri at innskriva okkum nakrar dagar í sambandi við ferðina í Íslandi »Góðan dagin, tykur kunnu gott tosa føroyskt«, var aftursvarið frá fryntligu móttøkukvinnuni á gistingarhúsinum. Unga kvinna innanfyri diskin vísir seg at vera Karina Andreasen, ið er ættað úr Vági. Saman við tveimum vinkonum kom Karina Andreasen til Íslands á heysti í 2006 og ætlaði sær bert at verða til jóla sama árið, men mongum brestur ætlan. Henni dámdi so væl á gistingarhúsinum, ið eisini rekur matstovuna, Fjøru­ krónna beint viðsíðuna av, at hon gjørdi av at verða verandi, meðan tær báðar vinkonurnar fóru heimaftur. Bæði Hotel Viking og Fjóru­ krógvin eru bygd í besta víkinga­ stíli, og her ganga Karina Andreasen og hini arbeiðsfólkini øll í víkingabúnum, tá tey eru til arbeiðis. Við eini frástøðu upp á bert 10 kilometrar frá miðbýnum í Reykjavík, liggur Hafnarfjørður sera sentralt fyri. Av tí sama koma nógv ferðafólk at gista á hotellinum ella fáa sær ein bita á Fjørukrónni. Stórhvalabúffur er forkunnugur matur fyri føroyingar, men hjá okkum er hann torførur at fáa fatur á. Soleiðis er ikki í Íslandi, sum framvegis veiða stórhval til vísundalig endamál. Tvøstið verður sjálvandi ikki koyrt burtur og eitt av teimum støðum, sum hava stórhval á matskránni, er Fjørukrógvin í Hafnarfirði. Hetta fingu vit útsendu hjá Sosialinum at sanna, tá vit vitj­ aðu vælumtókta staðið í býnum og fingu matskránna í hendi. Vit royndu stórhvalatvøstið og fóru ikki vónbrotnir avstað aftur. Her koma vitjandi frá øllum lond­ um, og sjálvandi eisini úr Føroyum. Háárstíðin er frá síðst í mei til út í september. Summarmánaðarnir er stórt sæð fult altíð, sigur Karina Andreasen, sum dámar sera væl í Íslandi og fyribils ongar ætlanir hevur um at flyta heimaftur. Men Útiseti Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Vágbingur sum víkingur Fyri hálvum øðrum ári síðani fór Karina Andreasen úr Vági til Íslands at arbeiða. Ætlanin var at koma heim til jóla 2006, men henni dámdi so mikið væl á Fjøru­ krónni í Hafnarfirði, at har er hon enn. Tey flestu skipini, sum koma inn í Íslandi fara í hesa havnina, og tá vitja manningarnar oftani á Fjørukrónni