fríggjadagur 20. juni 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 117 - 20. juni 2008
Á Tavuni í Leirvík
hava tey havt úr at
gera, síðan virkið
keypti fyrstu gulllaksa
lastina í hesi vertíðini.
Vit hava arbeitt alt,
sum vit hava megnað
og hava arbeitt næstan
hvønn leygardag
eisini. Eini 2025 fólk
eru á hvørji vaktini,
og hvør vaktin hevur
verið 10 tímar long,
sigur stjórin, Jóan
Magnus Rasmussen,
sum er væl nøgdur við
árið í fjør
Fiskavirking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sólskinssøgurnar í fiski
vinnuni eru ikki so nógvar í
hesum tíðum, hvørki á
sjógvi ella á landi.
Fiskiflotin hevur ógvuliga
truplar tíðir, nú tað er vorðið
so kostnaðarmikið at gera
skipini út. Høgu oljuprísirnir
eru við at leggja allan flotan
lamnan, og einki verður gjørt
frá politiskari síðu til at
byrgja upp fyri teirri kreppu í
fiskivinnuni, sum við stórum
lopum stundar til.
Politiski
myndugleikin
sigur, at fríu marknaðar
kreftirnar mugu sleppa at
ráða, so vit fáa neyðugu
tillagingina í fiskiskipa
flotanum. Men eingin hevur
nakað seriøst boð upp á,
hvussu ein tillaging kann
koma at síggja út. Sam
stundis liggja politisk høft
á fiskiskipavinnuni, har
ísfiskaskipini er tvungin til
at landa meginpartin av
veiðini í Føroyum. Virking
av botnfiskaveiðini undir
Føroyum er heldur ikki
loyvd umborð á skipunum,
sum í mesta lagi kunnu
kryvja og avhøvda fiskin
umborð.
Onnur lond royna at
byrgja uppfyri stórum kon
junkturbroytingum, so hesar
ikki fáa alt ov álvarsligar
avleiðingar fyri samfelagið.
Í Føroyum stingur politisku
myndugleikin høvdið niður
í sandin og sigur, at sonevndu
fríu
marknaðarkreftirnar
mugu sær ráða.
Um hetta er rætti hátturin
at handfara trupulleikarnar,
sum fiskiskipavinnan er
komin í, fer tíðin at vísa.
Ein sólskinssøga
Meðan ein partur av ís
fiskaflotanum liggur bund
in við bryggju, og øll útlit
eru til, at fleiri og fleiri skip
verða løgd, gongur eisini
striltið hjá teimum stóru
feløgunum, sum hava sítt
starv í fiskavirkisvinnuni,
samstundis sum tey hava
keypt sær skip og soleiðis
hildu seg hava tryggjað sær
ráfiskagrundarlag
undir
sínum framleiðsluvirksemi.
Í hesi truplu tíðini, sum
fiskiflotin og fiskavirkis
vinnan eru í, er kortini
onkur sólskinssøga.
Gulllaksavirkið Tavan í
Leirvík er á hvørjum ári ein
av okkara sólskinssøgum.
Nú árið í fjør er endaliga
uppgjørt,
er
greitt,
at
avlopið eftir skatt í 2007 er
2,5 miljónir krónur.
Taka vit tey trý árini fyri
2007, hevði Tavan í 2004
eitt avlop upp á 1,6 miljónir
krónur, og í 2005 var
avlopið 3,4 miljónir krónur.
Besta árið nakrantíð hjá
virkinum var árið 2006, tá
Tavan hevði heilar 7,5
miljónir krónur í avlopi –
eftir skatt.
Leggja vit saman undan
farnu fýra árini, hevur
virksemið hjá Tavuni í
Leirvík givið heilar 15 mil
jónir
krónur
í
avlopi
tilsamans.
Árið 2006 var soleiðis
nógv tað besta árið hjá
virkinum nakrantíð.
Stjórin nøgdur
Jóan Magnus Rasmussen,
stjóri á Tavuni, er væl
nøgdur við árið í fjør, og
hann er eisini væl nøgdur
við gongdina higartil í ár.
Jú, eg haldi, at hetta sær
bara gott út. Vit hava lang
tíðaravtalur um levering av
gulllaksafarsi til keyparar í
Noregi, Skandinaviu annars
og Onglandi, sum fevna um
alt
árið. At
kalla
øll
framleiðslan er soleiðis seld
væl fram í tíðina.
Stjórin vísir á, at Tavan
hevur latið skipunum 3,40
krónur fyri kilo av gulllaksi
í summar, og hetta er á leið
sami prísur, sum skipini
fingu seinastu vertíð og
heldur frægari prísur enn
árið fyri.
Fyrimunurin við lang
tíðaravtalum er, at tú yvir
eina longri tíð veitst, hvat
tú hevur at halda teg til.
Nú oljan er vorðin so dýr,
samstundis sum eitt nú
matvøruprísir sum heild
eisini eru øktir, eru fleiri
sum spyrja, hvussu tað ber
til, at fiskaprísirnir ikki
eisini eru øktir.
Ja, tað kann undra, at so
er, men væntandi fara
fiskaprísirnir
eisini
at
kvinka uppeftir, sum tíðin
gongur. Vanliga eru prísirnir
á feskari vøru meira skift
andi – upp og niður enn
prísirnir á virkaðari vøru.
Jú, meira vøran er virkað,
er hugsandiw, at lopini í
prísunum ikki eru so stór,
men at prísirnir eru meira
støðugir og broytingarnar
ikki so ógvusligar.
Sum heild heldur Jóan
Magnus, at fiskamarknað
urin ”reagerar” ógvuliga
seint upp á lidnar fiskavørur,
um samanborið verður við
feskar fiskavørur og mat
vørur annars.
Góð veiða
Tavan tók ímóti fyrstu
gulllaksalastini 21. apríl í
Tavan havt
15 miljónir í
avlopi í 4 ár
Jóan Magnus Rasmussen,
stjóri í Tavuni, vónar ikki,
at tað verður so galið hjá
gulllaksaskipunum, at tey
noyðast at gevast. – Tað vildi
verið ein óheppin og ólukkulig
støða, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tavan í Leirvík hevði 2,5 miljónir krónur í
avlopi eftir skatt í 2007. Árini 2004, 2005, 2006
og 2007 hevur virkið havt tilsamans 15 miljónir
krónur í avlopi – eftir skatt
Mynd: Vilmund Jacobsen
Barnafagnaður í Klaksvík
Í dag er barnafagnaður í Klaksvík, sum í samband við at kommunan fyllir 100
ár í á verður skipaður øðrvísi enn undanfarin ár. Skráin er henda: Skrúðgonga
við øllum børnum og vaksnum í ansingarskipanini hjá Klaksvíkar Kommunu
fer saman við Klaksvíkar Hornorkestri av sandinum kl. 14.30 niðan í Djúpu
mýru. Á vøllinum er pallur settur upp, har ymiskt undirhald verður fyri børn
unum. Millum annað fer Karl Martin at syngja saman við børnunum, og Finn
og co. fara at undirhalda. Silvi, Bassi og Nósi fara eisini at seta sín dám á.