Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 • 20. juni 2008 Vikuskifti 10 Fyri trimum árum síðani var David Isaacson og vitjaði í Føroyum, og hevur síðan tá verið í Føroyum tvær ferðir. At síggja til er eingin munur á David og øðrum 24 ára gomlum dreingjum. Men tað er tað. David er nevniliga jødi ella rættari sagt ortodoksur jødi. Neyvan er tað nakað fólkaslag í øllum heiminum, sum menniskju hava so ymiskar meiningar um sum júst jødar. Mong kunnu ikki torga teir, meðan onnur dagliga vælsigna tey í sínum bønum. Ein av hesum er David Isaac- son: 24 ár, næstelstur av fýra systkjum, læknalesandi, umleið 1,80 m og búsitandi í Norður London. David er eisini ótrúliga lættur at koma í samband við. Hann hevur eitt sera blídligt, lætt og skemtingarsamt lyndi, sum ger, at ein kennir seg sera væl saman við honum. Hann elskar eisini at ferðast, og í 2005 lá leiðin til Føroya. Væl hevur honum dámað, tí tvær ferðir hevur hann verið í Føroyum síðan. Vit báðir komu at kennast á hansara føroyavitjan í 2006. Lív við lógum Eg fekk møguleikan at vitja hann í London fyri kortum. Klokkan 11 hósmorgunin 22. mai sat eg í tokinum á veg til London. Eitt lítið sindur troyttur, men ógvuliga spentur uppá dagin, sum eg skuldi brúka saman við David. Eg væntaði, at hetta fór at vera ein serligur og ógloymandi dagur. Komin til London stóð David á jarnbreytarstøðina og tók ímóti mær. “Hello, Oli Jacob” hoyrdi eg eina vinarliga rødd siga. Saman skuldu vit uppliva London, men mest av øllum skuldi eg fáa eitt innlit í hansara dagligdag sum jødi. Tað gingu ikki nógvir minutir, til vit fóru at tosa um jødadómin. Reglur, reglur, reglur og reglur er tað, sum eyðmerkir lívið hjá orto- doksum jødum. Har eru strangar reglur innan eitt nú matvørur, kærleikslív og bønarlív. So gott sum allar stava frá mósubókunum og Gamla Testamenti. Hvussu ein ungur breti sum David kláraði at liva upp til allar hesar reglur, undraði meg. Spurd- ur um, hvat hann sjálvur helt um allar hesar reglur, svaraði hann: “Vit hava sera góða sjálvdisiplin, og hetta verður prentað niður í okkum frá barnsbeini av. Hyggur tú eftir jødiskum samfeløgum, so sært tú eisini, at tað eru greitt færri sosialir trupulleikar her enn í vanligum samfeløgum. Tað sært tú millum annað á økjum sum hjúnarskilna, ótrúskap og alkoholismu.” McDonalds stóri syndarin Hetta helt eg vera sera spenn- andi, og fóru vit skjótt inn á tey einstøku forbodnu økini. Sum vit spákaðu ‘in the streets of London’, duttu vit inn í eitt matstað, og komu vit tí at tosa um mat. Meðan eg stóð og eygleiddi matin frá A-Z, so var úrvalið hjá David sera avmarkað. Hann keypti bert ein kopp av kaffi. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at vera jødi, tá ið tað kemur til mat. Til dømis er alt, sum er av grísi “ólógligt” at eta. Harafturat skal alt annað kjøt slaktast á ein heilt ávísan máta, áðrenn ein jødi kann seta tennirnar í tað. Djórini skulu svav- ast og bløða til deyða. Vit gingu framvið eini McDon- alds matstovu, og spurdi eg um hansara meining. “Fyri jødar er hatta ímyndin av eini deyðasynd,” svaraði hann flennandi. “Ja, tað er tað faktist eisini í Føroyum – bara av øðrum ávum,” hugsaði eg. Fyri at jødar kunnu eta eina ávísa vøru, er tað neyðugt við eini váttan fyri, at hon lúkar “trygdarkrøvini” sum áður nevnd. Henda váttan er eitt stempul, nevnt “kosher”, sum kemur á hvørja einastu loyvda matvøru, ið ivi kann vera um: kjøt, breyð, slikk og nærum allar aðrar dagligdagsvørur. Frukt, grønt og kaffi eru nakrar av vørunum, ið sleppa undan. Í fyrsta umfari tykist teirra matmentan ógvuliga trupul, men fyri jødar er problemið tó ikki so stórt. Tað búgva 150.000 jødar í London, av teimum eru 50.000 ortodoksir. Hesir búgva ofta í sama kvarteri. Tað ger David eisini. Her eru teir allar flestu handlarnir sokallaðir “kosher handlar”, har ein jødi kann keypa alt við góðari samvitsku. Eisini hava teir “kosher matstovur”, sum á sama hátt einans selja mat, ið jødar kunnu eta. Ortodoksir jødar: Kunnu ikki so mikið sum leiðast, áðrenn teir giftast Pizza, skinka, pylsir, McDonalds, sandwich, bacon, fleskasteik, rækjur, jákupskeljar og ymiskt annað, alt hetta er ‘no-go’ fyri David Isaacson, sum er ortudoksur jødi Jødi Óli Jákup Jacobsen Kamarið hjá David. Allar bøkurnar eru á hebraiskum og snúgva seg um jødadómin David í køkinum hjá teimum. Uttanfyri hómast tann prýðiligi havin, sum tey hava