Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 117 - 20. juni 2008 ár, tá leirvíkstrolararnir Polarhav og Stjørnan vóru inni fullfermdir. - Fiskiskapurin hjá gull- laksaskipunum hevur sum heild verið óføra góður í hesi vertíðini, og kanska hevur veiðan roynst serliga væl tað, sum farið er av juni mánaða. Jóan Magnus sigur, at veiðan hjá skipunum var eisini góð í vertíðini í fjør, og í ár hevur hon í hvussu er ikki verið minni góð. - Tá tú fiskar lutfalsliga bílig fiskasløg, er eisini neyðugt, at veiðan er góð, og tíbetur hevur fiskiskap- urin eydnast væl higartil. Tavan hevur tikið ímóti tilsamans 3.500 tonsum av gulllaksi higartil í ár, og gongst sum ætlað, heldur fiskiskapur og gulllaksa- virksemið í Leirvík fram til út á heystið. - Eitt miðalár keypa vit umleið 6.000 tons av gull- laksi, men í fjør keyptu við tilsamans 7.300 tons, sigur stjórin. Tá gulllaksavirksemið í Leirvík verður riggað av, verður lagt um til upsa- framleiðslu. Nógv arbeiði Á Tavuni hava tey havt úr at gera, síðan virkið keypti fyrstu lastina í apríl. - Vit hava arbeitt alt, sum vit hava megnað og hava arbeitt næstan hvønn leyg- ardag eisini. Jóan Magnus sigur, at tey hava arbeitt við tveimum vaktum, sum eru 10 tímar hvør – frá klokkan 06-16 og frá klokkan 16-02 um náttina. - Eini 20-25 fólk eru á hvørji vaktini, tey flestu úr Leirvíkar-økinum, men vit hava eisini fólk úr granna- bygdum og av Eiði. Á Tavuni arbeiða tey umleið 100 tons av ráfiski um samdøgnið, tá alt gong- ur væl. - Summi hava verið leingi í starvi á virkinum, og enn er onkur, sum í sínari tíð arbeiddi á Frost, sum var fiskavirkið í Leirvík gjøgn- um mong ár, sigur stjórin. Ein ársinntøka hjá einum fiskafólki á Tavuni liggur omanfyri 200.000 krónur um árið. Grundarlagið Tavan keypir í fyrsta lagi gull- laksin hjá Polarhavi, Stjørn- uni og Eysturbúgvanum. Í gjár landaðu Polarhav og Stjørnan í Saltangará. Skipini máttu bróta túrin av, tí annað skipið fekk spælskaða. Veiðan var 360.000 pund. Skipini loystu aftur í gjárkvøldið, tá tey fóru nýggjan túr. Vit spurdu eisini Jóan Magnus Rasmussen, um leiðslan á Tavuni hevur hugs- að tankan, at skipini, sum veiða gulllaks, kanska kunnu noyðast at gevast, nú tað er so kostnaðarmikið at gera skipini út til nýggjan túr. - Jú, tað hava vit sjálvandi hugsað, og hetta hevði verið ein ógvuliga óheppin og ólukkulig støða. Vit vóna, at umstøðurnar fara at laga seg, so slíkt ikki hendir, hvørki fyri skip ella virki, sigur stjórin í Tavuni. Strika 8. og 9. flokk Eftir umbøn frá skúlastýrinum fyri Nólsoyar skúla, hevur Tórshavnar Býráð gjørt av at niðurleggja 8. og 9. flokk í Nólsoy soleiðis, at skúlin frameftir fyri børn í 1.-7. flokk. Orsøkin til, at skúlastýrið ynskir at broyta bygnaðin fyri skúlan er, at tíðirnar broytast, og tað er ikki longur nútíðarhóskandi at hava framhaldsdeild í Nólsoy. Hetta hendir samstundis sum skúlastjórin við Nólsoyar skúla leggur frá sær, og at tað tí er neyðugt at søkja eftir nýggjum skúlastjóra. Frá 1. august mugu nólsoyarbørn í framhaldsdeild í Eysturskúlanum Tíðliga í gjárkvøld­ ið hendi eitt óhapp á Tavuni í Leirvík, sum førdi til, at ammoniakk fór at leka. Tilburðurin førdi til, at trý fólk endaðu á Klaksvíkar Sjúrahúsi ArbeiðsóhApp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tíðliga í gjárkvøldið hendi eitt óhapp á Tavuni í Leirvík, sum førdi til, at trý fólk vórðu løgd inn á Klaksvíkar Sjúkrahús. Óhappið hendi í einum av frystiskápunum, tá hol kom á, og ammoniakk fór at leka út. Jóan Magnus Rasmus- sen, stjóri, sigur, at leiðsl- an gjørdi av at steðga framleiðsluni á virkinum, eftir at óhappið varð hent. - Sum eg havi skilt, var tað serliga tann eini persónurin, sum kom at standa fyri, tá óhappið hendi, og ammoniakk fór at leka. Stjórin sigur, at tey trý fólkini, sum vóru útsett fyri ammonikakkinum, framvegis eru innløgd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. - Í gjárkvøldið fekk eg at vita, at tey trý arbeiðsfólkini høvdu tað gott, men í morgun veit eg ikki rættiliga, hvussu hetta hevur tikið seg út. Tá vit tosaðu við Jóan Magnus tíðliga í morgun, segði hann, at tey tá fóru norður á Klaksvíkar Sjúk- rahús at vitja arbeiðsfólk- ini, sum vóru fyri til- burðinum. Stjórin hevur ikki hug at siga so nógv um málið. - Vit hava fylt øllum forskriftum og boðsendu eisini Arbeiðseftirlitun- um, sum kom á staðið. Av trygdarávum gjørdi leiðslan á Tavuni av at senda fólkið til hús, men longu klokkan 06 í morgun varð aftur farið til arbeiðis. Trý fólk endaðu á sjúkrahúsi Trý fólk, sum arbeiða á Tavuni í Leirvík, endaðu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í gjárkvøldið, eftir at ammoniakk var farið at leka úr einum av frystiskápunum á virkinum