fríggjadagur 20. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 • 20. juni 2008
Vikuskifti 11
Hetta síðsta slapp eg at royna,
tá vit fóru á eitt “kosher pizzaria”.
Alt sá púra normalt út, einasti
munurin var menuin. Á henni vóru
20 ymisk sløg av pizza, har allar
høvdu til felags, at onki kjøt var
á teimum. Tað er nevniliga ikki
loyvt at blanda kjøt og mjólka
úrdráttir so sum ost saman. Eg
mátti flenna, tá eygað datt á
“vegetarian pizza”, tí allar vóru
vegetariskar, tó var ein tunpizza.
Vælkenda skinkuananas pizzain,
Hawaii, var eisini á menu’ini, men
bara uttan skinku. At eta í einum
“kosher pizzaria” var eitt stuttligt
upplivilsi, og pizza’in smakkaði
eisini fínt.
Ongin
hjúnarskilnaður
Hvussu nógvum trupulleikum
og sorgarleikum hevði man ikki
sloppið undan, um orð sum “hjún
arskilnaður” og “ótrúskapur”
høvdu verið eins sjáldsom sum
lundi á jólanátt? Sambært David
eru hesir trupulleikarnir minimalir
millum ortodoksar jødar. Spurdur
um orsøkina, svaraði hann: “Sum
eg segði í áðni, so eru jødar sera
sjálvdisiplineraðir”.
Hann fór so at greiða frá, hvussu
teirra, í okkara eygum, stranga
kærleiksskipanin virkar: “Tað er
einki, sum eitur at flirta í ótíð. Vit
fara á eina date, stevnimøti, við
eina gentu, og so má metast frá tí.
Følir man, at hetta er ein møguleiki
verdur at royna, so kann avtala
gerast at møtast aftur. Um tað
ikki spyrst nakað burturúr, hendur
ikki meira. Tá er tað einki, sum
eitur at skriva hvørjum øðrum sms
ella nakað líknandi. David greiðir
framhaldandi frá: “Sum oftast eru
tað familjurnar hjá okkum, sum
viðmæla hvør, ið skal hittast. So
spyrja tey meg og gentuna, um vit
hava hug til at møtast. Tað verður
so antin ja ella nei.”
“Vanliga verður man forlovaður
eftir einar tríggjar ella fýra dates.
Forlovingin er millum fýra og seks
mánaðir, áðrenn man gongur
saman í hjúnarlag.”
Enn er einki spurt burtur úr hjá
David, men hann er nú farin at
nýta tøknina, har hann er farin at
brúka ta populeru internetsíðuna
“Facebook”, har hann sjálvur
kann møta gentum, sum hann
møguliga kundi farið á date við.
Don’t touch
Eg gjørdist púra ovfarin, tá ið
hann greiddi frá, hvussu strang
forlovilsistíðin var. Eitt nú er
tað ikki loyvt so mikið sum at
nema gentuna áðrenn hjúnarlag.
Heldur ikki at halda í hondina á
henni. Fyrsta fysiska kontakt er,
tá ið brúðgommurin setir ringin á
fingurin á brúðrini.
Líka so flott sum síðstnevnda
myndin er, líka ófatiligt er tað, at
eitt nýforelskað par klárar ikki so
mikið sum at leiðast í upp til eitt
hálvt ár. Hetta er ikki júst tað,
sum vit her heima kenna til!
Tá eg spurdi David, um tað
kanska ikki var eitt sindur keðiligt
og torført, at reglurnar eru so
strangar á hasum økinum, vísti
hann aftur á, at hjúnarskilnaður ella
ótrúskapur er nærum ókent. “Eg
trúgvi, at vit bara hava eitt sindur
meira sjálvdisiplin enn onnur”.
Onkur kritiskur lesari heldur so
kanska, at hetta kann sammetast
við tvingsilshjúnarløg, men sum
David sigur skemtandi: “Eg
havi javnan verið á eini nýggjari
date nú í nøkur ár”, og sigur
hann víðari “jødum dáma ikki
at tosa ringt um onnur, men tá
tað kemur til at eftirmeta eina
date saman við tey nærmastu,
verður einki spart, tí hetta er ein
somikið týdningarmikil avgerð.”
Her verður ikki farið fram eftir
fummum.
Biðja allan dagin
Eg mann vera ein av teimum
fáu føroyingunum, sum hevur
fingið møguleikan at uppliva eina
synagogu ‘in action’.
Tríggjar ferðir um dagin skulu
jødarnir í eina synagogu, har
teir skulu biðja sínar bønir: um
morgunin áðrenn morgunmat, mitt
á degi og so um kvøldið, áðrenn
teir fara í song. Haraftrat biðja
teir við onnur høvi, eitt nú eftir
máltíðir. Hetta er ein blandingur av
niðurskrivaðum bønum, sum verða
messaðar og persónligum bønum.
Sabbaturin er jødiskur heiligdagur,
og tá fer allur dagurin til bøn og
lesna. Tá er strangliga bannað
at gera nakað sum helst arbeiði.
Ikki so frægt sum at tendra eina
kontakt er loyvt.
Tað var eitt heilt serligt upplivilsi
hjá mær at vera millum allar hesar
jødarnar í synagoguni. Bara menn
vóru inni í hølinum, og vit høvdu
allir okkurt á høvdinum. Sjálvur
hevði eg lánt ein kalot frá beiggja
David. Eg skilti ikki eitt orð av tí,
sum var sagt, tí alt gekk fyri seg á
hebraiskum. Í einar fimtan minuttir
stóðu vit og messaðu, mediteraðu
og bóðu. Fyri meg ljóðaði tað eitt
sindur sum eitt pinsamøti, tá øll
biðja í tungum, og man ikki skilir
eitt orð. Eg stóð so har sum ein
dunna millum hønurnar, har eg
á besta hátt royndi at gera, sum
hinir gjørdu.
Nøkur eygu fekk man tó vend
móti sær, ein ungur skandinavi
við ljósum holdi og Tshirt við
printi á bringuni millum skeggj
utar hebraiskt messandi jødar
í svørtum jakkum og hvítum
skjúrtum.
Eitt stuttligt dømi um teirra
trúfesti mótvegis bønarmentanini
var, tá David og eg fóru til musi
cal um kvøldið. Mitt í sýningini
fór hann út, og var hann burtur í
einar tíggju minuttir. Tá skilti eg,
at hann hevði orðnað kvøldbønina
hjá sær.
Eg elski Føroyar
David tekur í ‘den dur’ undir við
kórinum hjá Sjúrði Skaale “E
elski Førjar”. Spurdur um fram
tíðarætlanir svaraði hann: “Næsta
ár skal eg í praktik í tveir mánaðir.
Eg vóni, at tað fer at bera til hjá
mær at arbeiða á sjúkrahúsi í
Føroyum ta tíðina”. Tað er eingin
ivi, at hansara kenslur fyri Føroyum
eru veruligar, og sigur hann eisini:
“Eg skilji als ikki, hví føroyingar
duga so illa at virðismeta teirra
land. Føroyar eru fantastiskar.”
Men sum skilst, so er tað ikki bara
sum at siga tað hjá einum jøda at
ferðast higar. Hann er noyddur til
at taka allan matin við heimani
frá og at halda sabbatin heilagan
einsamallur.
Men har tað er vilji, er eisini
ein vegur. Væntandi verður hetta
heldur ikki síðstu ferð David fer
at leggja leiðina fram við 62°
norður. Hann skal eisini vera
meira enn hjartaliga vælkomin.
Óli Jákup klárur til at seta tenninar í sína fyrstu kosher-
pizza
Inni í London funnu vit eina ískafe, sum hevði kosher-stemplið
Inni í synagogu