Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 117 - 20. juni 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Heimaftur? Bitland hevur í samstarvi við Havnar kommunu og SamVit tikið stig til eitt tiltak á Norðurbryggjuni við tí endamáli at fáa føroyingar við útbúgvingum, sum búgva uttanlanda, at flyta heimaftur. Hugsa vit um, at útbúgving hevur alt størri týdning fyri samfelagsmenningina sum heild, so kann uttan víðari staðfestast, at hetta er eitt frálíkt initiativ. Sum støðan er í dag, so flytir bert ein helmingur av teimum, ið taka ein hægri útbúgving uttanlanda, heimaftur. Uttanlanda merkir í hesum føri Danmark, men tað gerst alt meira vanligt, at føroyingar fara til onnur lond enn Danmark at søkja sær útbúgving. Myndin fer helst at verða tann sama, ein partur av hesum føroyingum verður verandi í lestrarlandinum. Nú er hetta, at føroyingar búsetast uttanlanda í sjálvum sær einki at finnast at. Heldur er tað tvørturímóti, at tað kann vera ein fyrimunur fyri føroyska samfelagið at hava landsmenn úti í heimi í góðum størvum. Globaliseringin hevur gjørt alheimin til ein og sama arbeiðsmarknað. Í útheiminum eru stórar fakligar og persónligar avbjóðingar, og her eru ofta tey best løntu størvini. Tað er sostatt als einki løgið í, at tey ungu velja alheimin fram um klettarnar. Nógv av teimum frítíðartilboðum- og møguleikum, sum tey ungu og vælútbúgvnu spyrja eftir í dag, finnast als ikki í Føroyum, og tey verða neyvan til taks í Føroyum við teimum játtanum, sum mentan og list hava í løtuni. Hinvegin er støðan tann at fáa vit ikki mannað vinnufyritøkur og almenna sektorin við vælút- búnum fólki, er lítil vón um, at Føroyar verða millum heimsins fremstu tjóðir í 2015. Tað er tí neyðugt við einari strategi fyri at fáa í hvussu so er ein part av fólki við útbúgving at flyta heimaftur. Taka vit almenna sektorin fyrst, so er lítið at ivast í, at lønin hevur týdning. Alment starvsfólk við hægri útbúgvingum eru ikki serstakliga vællønt í í Føroyum í dag. Hartil kemur, at hugburðurin til tað almenna og almennu fyrisitingina sum heild neyvan er so jaligur, sum ynskiligt er, og tað kann ganga út yvir menning og arbeiðsgleði í gerandisdegnum. Menningarmøguleikarnir eru, samanborið við útheimin, smáir, og starvsleiðin er ofta givin einaferð med alla og fastlæst. Her skal við øðrum orðum onnur bót gerast út á súpanina. Vinnulívið skuldi verið betur fyri í so máta, tí her skulu lønirnar ikki ásetast við miðsavnaðum samráðingum, men afturvendandi sveiggini í høvuðsvinnuni eru helst ein forðing. Her má við øðrum orðum ein almenn og ein privat starvs- fólkastrategi til, og so leingi, ið vit ikki hava hesa, verður helst trupult at fáa tey vælútbúnu aftur til landið. Men tiltakið á Norðurbryggjuni er ein góð roynd, ið vónandi gevur úrslit. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8­20.00 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Nógv verður sagt og skriv­ að um kreppuna í fiski­ vinnuni í hesum døgum og um, hvussu leggjast skal til rættist, soleiðis at sleppast kann víðari uttan ov stór tap. Nógv verður eisini fundast, og nógv verður tosað um at seta kanningar í verk og avvarðandi partar verða hoyrdir, men tíverri er lítið miðvíst enn komið burturúr uttan tað, at trupul­ leikin er staðfestur. Eisini verður nógv tosað um til­ laging av flotanum, hóast einki boð enn er komið uppá, hvussu hetta skal gerast, eins og einki er, ið bendir á eina loysn í bræði, og hetta økir um óttan fyri, at einki hendir, fyrrenn hetta kortini kemur á okkum onkursvegna uttanífrá, sum tað plagar. Politiski mynduleikin hevur fleiri ferðir sagt, at marknaðarkreftirnar skulu ráða, men samstundis hevur verið sagt, at avmarkingar­ nar skulu verða verandi. Fyri ikki langari tíð síðan fekk vinnan at vita, at loftið fyri landingum av botnfiski uttanlands, sum er 25% av veiðuni ikki verður broytt, hetta kundi annars bøtt um ta fría kappingina og harvið slóðað fyri fríari kapping, soleiðis at marknaðarkreft­ irnar veruliga sluppu at ráða, sum grundhugsanin í lógini upprunaliga tyktist vera. Sami mynduleiki sum sigur, at fríu marknaðar­ kreftirnar skulu ráða, heldur fast við avmarking­ ar, sum forða hesum ”mekanismum” í at virka. Hesi bæði sjónarmið eru als ikki sambærlig, tey passa snøgt sagt ikki saman. Vinnuni er sagt, at ongar ætlanir eru um at taka av bannið fyri sølu av feskum fiski, tann parturin, ið liggur omanfyri tey nevndu 25 prosentini uttan­ lands, tað er greið tala. Sami mynduleiki sigur "at marknaðarkreftirnar skulu hava loyvi at virka". Skulu hesar kreftir virka, so verður hetta ikki framt við verandin politikki. Avmark­ ingar sum henda er besta dømi um, at tað, sum sagt verður, og tað sum gjørt verður, ikki samsvarar. Politiski mynduleikin hevur heldur ikki gjørt so nógv fyri at hjálpa uppá støðuna hjá teimum, ið harðast eru raktir. Ikki tí at roknast skal við eini kreppuhjálp frá hesum, tað hevur heldur ikki verið biðið um. Tó verður tað tann politiski mynduleikin, ið stendur til ábyrgd fyri kørmunum, sum vinnan skal virka undir. Tað sum vinnuni tørvar, er ein trygg­ ur karmur at virka undir, ið gevur okkara vinnu eins góðar­ og fríar ræsur sum kappingarneytarnir rundan um okkum hava. FAS-skipanin Tað var í tøkum tíma, at FAS­skipanin í síni tíð kom fyri farmaskipaflotan. Tað kundi verðið meiri mist fyri minni, tá hugsað verður um, hvat hetta í ringasta føri kundi havt við sær, um skipanin ikki varð sett í verk. Tað funnust longu DIS og NIS skipan­ inar í ávikavist Danmark og Noregi, eins og ein líkn­ andi í Svøríki, sum vóru tann stóra avbjóðingin fyri okkara egnu í kappingini. Ikki tí at støðan beinleið­ is kann samanberast við okkara fiskivinnu í dag, men sagt verður frá polit­ iskari síðu, at tað als ikki kann koma uppá tal, at fiskivinnan kemur undir eina FAS líknandi skipan, tí at hetta kemur at virka sum ein óbeinleiðis stuðul til vinnuna, verður sagt. Samstundis sum politiski mynduleikin sigur, at FAS skipanin í síni tíð kom fyri at hjálpa einum øðrum vinnubólki í kappingini við útheimin, so verður sagt í sama andadrátti, at fiski­ vinnan skal virka undir frí­ ari kapping og sum nevnt áður, eru aðrar avmarking­ ar sum arbeiða beinleiðis ímóti hesi. Tað turdi verið so, at meiri verður mist fyri minni, standa vit bert og hyggja at, meðan flotin stigvíst verður lagdur. Tá verða tað ikki bert hýrur­ nar, sum mistar verða og inntøkan á fíggjarlógini av hesum, men eisini av arbeiðslønum á landi, sum eru beinleiðis knýttar at hesi vinnu. Afturat hesum koma so tænastuvinnurnar. Ein ringvirkningur, vit ikki kunnu koma uttanum. Í einum føri verður hjálpt til í sambandi við kappingarførið, og í einum øðrum verða lagdar forð­ ingar fyri vinnuna og avmarkingar gjørdar Skulu marknaðarkreftir- nar ráða? Tá hugsað verður um ætlantir frá politiskari síðu, har sagt verður, at marknað­ arkreftirnar skulu fáa loyvi at virka í føroysku fiski­ vinnuni, man mangur spyrja, um álvari liggur aftan fyri hesin orðini hjá politiska mynduleikanum. Ikki verður biðið um hjálp, men hóskandi karmar at virka undir. Øll vita at ein tillaging av flotanum skal til, samstundis má sigast at karmarnir avgjørt eiga at tillagast og verða dagførd­ ir, og tað er júst her at atgerðarloysi hjá politiska mynduleikanum kemur til sjóndar, ­ avvarandi politik­ arar siga, at vinnan skal als onga hjálp fáa, og tú velur at halda fast við skipanir í lóggávuni, ið beinleiðis forða fyri fríari kapping og sum kann útvega ein størri og betri marknað, eitt betri gjøgnumskygni. Tú freistast til at hugsa, at politikkarar tvinga tilfeingið um føroyskan kajkant, sjálvt um eingin í fiskivinnuni á landi hevur orku til at keypa fiskin. Hetta minnir ikki sørt um avhøvdingina av onkr­ um øðrum skipabólki. Við aðrari hondini forðar tú fríari vinnu og við hinari forðar tú fyri hjálp, eisini teirri, ið kappingarneytar­ nir njóta gott av. Tað tykist sum at hurðar verða læstar, ístaðin fyri at skapa virði­ ligar karmar og laga skip­ anir til broyttar umstøður. Vit liva av tí vit útflyta og tí mega dríva á við tí, ­ ella hvussu skulu vit annars at fáa fíggjarlógina at hanga saman? Avmarkingar og marknaðarkreftir ÓLAvUR JøKLAdAL