fríggjadagur 20. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 • 20. juni 2008
Vikuskifti
12
Lívið á Landssjúkrahúsinum
reportasjurøð
»Eg eri eygu, oyru, nøs og muður
pinkubarnsins.«
Høgna opinbering, einasta ørindi
Klokkan, sum hongur beint inni
á føðistovu 1, gongur skeivt. Tað
hevur hon gjørt í 24 ár. Mamma
mín skal setast í gongd. Hon
hevur gingið 14 dagar yvir tíðina.
Ljósmóðurin eitur Samson. Hon
kemur at prika hol á hinnuna, so
fosturvatnið fer.
Tá ið konur teirra áttu, smullu
bæði ein royndur tannlækni og
ein sterkur fótbóltsspælari í
gólvið, minnist onkur. Babba er
hvørki tannlækni ella fótbólts
spælari; tíansheldur svímaður.
Babba er bara spentur sum eitt
barn. Eingin eitur sum babba,
og eingin er sum babba. Hann
er útróðrarmaður í stálbáti. Á,
babba! Tú sært so fittur út í
svørtum klæðum og skóm.
Nú er klokkan ordiligt 10.02.
Mamma stendur úti í longu
gongini og bíðar eftir verkjum.
Har renna gongsgentur, og har
standa summar konur upp
steðgaðar, tí gongulagið er í
ólagi. Ein hurð er neyðútgongd.
Man mær tørva eina slíka í
dag? Á bróstunum hongur nógv
danskt um bróst, bilbelti og
annað spennandi. Fólkini í hvítum
klæðum eru ikki líka glað, sum
tey hava verið. Her er stilt eftir
stríð. Men konan Samson mannar
seg upp.
– Eg hopi ikki, at tú skrivar, at
ljósmóðurin hevur mist pappírini
vekk, sigur hon flennandi við
grøna mannin, meðan hon leitar
eftir pappírsrúgvuni um meg og
mammu.
Nú eru vit inni á føðistovu 1.
Tað er gongd í, merkir Samson.
Babba kennir, at húðin á hondini
á mammu er heit og vát. Hann
hoyrir hjarta mítt duka, og í
nasum hansara kennist eitt anga
bland millum sprittaðar hendur
inni og tey trý rossini uttanfyri,
sum sova eitt sindur, eta meiri og
skíta á rest.
Mamma gongur og válar einsa
møll, meðan Elvis í útvarpinum
syngur: You´ll never walk alone.
Onkur tekur Elvis í álvara. Tað er
ein vespa á einum veggi, sum
ger ein vørr. Bjølgurin, sum eg
liggi í, darrar, tá ið vespan av
vegginum surrar svøk rundan
um mammu. Babba táttar takið
í leðurhondtaskuni hjá mammu.
Hann hevur hug at loypa til, har ið
hann situr í stovustólinum. Men
so kemur hjálparfólkið Inga inn at
hjálpa. Hon sproytar spritt mitt á
vespuna. Vespan stingur í sekkin
og fer út gjøgnum gloppaða
gluggan.
Beethoven og babba
Fýra sløktir ljósbakkar hanga
undan loftinum í rúminum, sum
er føðistova, vanlig stova og
baðirúm í senn. Sólin stendur
beint inn í rútarnar. Babba mutlar
fyri seg sjálvan. Hann er heitur.
– Meðan vit bíða! Huff ...
Mamma tivar eitt sindur
og hvílir seg niður á vestara
gluggakarm.
– Vilt tú sita, spyr babba, ið
ikki eigur annað enn eyðmýkt í
eygunum.
– Nei, eg orki ikki at sita,
svarar mamma fjaroygd.
– Noy, lítið voyggj er í vespu
num, sigur babba og letur eitt
annað vindeyga upp. Eitt frískligt
lot trokar seg inn.
Ljósmóðurin kemur við einum
grønum hitadunki. Hon leggur
hann at verma kláru vøgguna,
sum eg skal liggja í.
– Harðnar tað ordiliga nú,
Anita, spyr hon.
Mamma er ikki rættiliga
við longur. Hon hellir seg inn
at fótalagnum á Sechers
borðinum. Har stendur hon og
stunar stillisliga. Úr lítla, gráa
Philipstólinum á hillini ljóma nú
kamartónar frá Rossini.
– Hetta er ikki allarbest, sigur
mamma, sum hermir eftir mær
og leggur seg í fosturlegu í
seingini. Babba situr hond upp
undir kinn og bítur í síðuna á
longutong. Hann hyggur, meðan
Samson spennir eitt lurtibelti upp
á mammu og smyr ultraljóðsalvu
upp á búkin. Hjarta mítt dukar
enn sum áður.
– Vilt tú hava kodda, spyr
Samson.
– Tað hevði ikki verið so galið,
svarar mamma.
– Skalt tú massera, Jónhallur?
Gníggja lendarnar eitt sindur, spyr
Samson babba.
Babba nikkar og fer at mýkja
mammu um breiðu lendarnar,
meðan hann hyggur út á stál
boyuna uttan fyri Álaker. Babba
hevur útróðrararm við eini kanad
iskar ørn á. Í útvarpinum letur Ove
Olsen Trio Fontenay spæla fyrsta
sats í klavertrio nummar fimm í
Ddur eftir Beethoven. Men við
seingina er babba dirigentur.
Hjá honum er barnahjartaljóðið
taktin og mýkjandi tummilin
taktstokkurin. Soleiðis stjórnar
ein útrættur útróðrararmur
mammu, tá ið hon fær fyrsta
satsin av tónaverkjum.
– Á, á, hau, hau, á ...
Tá ið so Trio Fontenay fjarar
burtur saman við verkjunum,
loysir New York Philharmonic
Orchestra av við Porgy og
Bessløgum. Nøtrandi sopranin,
Roberta Alexander, gera alt púra
greitt við orðunum: Oh, Lawd, I’m
on My Way!
Cher up!
Lokal tíð í lokalinum er nú
10.50 (tað er okkurt um 11.33 í
gongini!).
Mamma hongur um herðarnar á
babba, sum stúrin kínir henni um
ryggin. Babba bítur seg í frem
stafingur, meðan Mischa Maisky
letur Ave Mariu eftir Franz Schu
bert súga úr síni sello. Løtu seinni
eymkar mamma seg saman við
fiólini hjá Lailu Josefowitch, sum
spælir Zigeunerweisen hjá Pablo
de Sarasate. Mamma og Samson
brosa hvør til aðra:
– Lat okkum fáa tað yvirstaðið,
sigur mamma.
– Ja, nú plagar at vera skjótt,
svarar Samson.
Mamma eymkar seg inniligt,
meðan hon hongur um hálsin á
babba. Nú ljóma døgurðatónarnir
hjá gamla enska beatbólkinum,
Hollies: He aint heavy, he is my
brother. Ha! Lítið vita tit; eg eri
bæði tung og systir!
Babba fer eftir meiri vatni, og
Samson lurtar eftir lítla hjarta
num. Mamma drekkur og heingir
seg aftur niður á sterka borðið,
ið veik pinkubørn verða viðgjørd
á. Babba skriðar sær í nøsini og
stillar seg hendur í hupp. Hann
er sum Martin Luther, ið stóð og
ikki kundi annað. Hetta er eitt
spenningsfult spæl millum bur
turkveistran og sameining. Babba
hyggur í bakið á mammu, sum er
fjaroygd og pínist illa. So mannar
hann seg upp og gongur fram at
henni sum ein langtandi edilin
gur. Men mamma spennir bara
hendurnar niður í sínar grunnu
lummar í kúdreingjabrókunum og
snerkir. Nú fer babba at ganga
miðleyst rundan um mamma. Hon
er fjar og ønskriliga eymkandi.
Men so trínur hann treystliga
fram at henni aftur. Og hon gevur
seg í føvningin á honum. Babba
kínir henni varðliga. Men Samson
ætlar okkurt:
– Hvat sigur tú, Anita?
– Ilt, gremur mamma seg og
leggur seg tættari inn at babba.
Hon vendir Samson bakið. Ut
tanfyri dregur hann á luftina. Ein
likka, ið eins og eg er ov sein
avstað, letur eins inniliga og ein
illur alarmur.
Mamma heldur nú fast við
báðum hondum um babba og
grætur. Dry your eyes. I ne-
ver could bear to see you cry,
staðfestir Cher úr útvarpinum.
Ein av lokkandi ljóðbitunum í
tíðindaskránni er røddin á Edmun
Oh, Lawd, I'm on
My Way!
Høgni Mohr
Reportasja
TÓNAVERKIR. Í eini yvirflóð av undirtónum innan úr
útvarpinum varð eg fødd í dag. Við diskin í lívsins Seven-
Eleven-kiosk stendur ljósmóðurin, Samson. Og mamma er
eisini krútsterk. Fáorðaði faðir beinir alla innlivingina út í
armarnar og eyguni. Ein grøntklæddur tíðindamaður við
pressikorti er mín frælsi talsmaður og tulkari
➘