fríggjadagur 20. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 20. juni 2008
13
tíðindi
Landsins myndugleik
ar fegnaðust um, at
so nógvir føroyingar
valdu at seta pengar
í, tá fyrsti triðingurin
av føroyska tjóðar
stoltleikanum varð
seldur. Hálvt ár seinni
er kursurin væl lægri,
og leiðslan hevur selt
helvtina av sínum
partabrøvum
PARTABRØV
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Ein hornarsteinur í einskilj
ingartilgongdini av Atlants
flog varð rokkin 29. novem
ber í fjør, tá fyrsti triðingurin
av tjóðarstoltleika Føroya
varð seldur á virðisbræva
marknaðinum.
Landsins
myndugleikar staðfestu, at
øll partabrøvini, sum vóru
lýst til sølu, blivu seld í ásetta
tíðarskeiðnum, sum var 19.
til 27. november 2007.
Tilsamans 1370 íleggjarar
valdu at seta pengar í før
oyska flogfelagið. Sølan
varð ikki marknaðarførd utt
anlands, og tí eru tað í høv
uðsheitum føroyingar, sum
hava keypt partabrøv, hóast
útlendingar vóru millum
íleggjararnar.
Sonevndir “størri íleggjar
ar” keyptu 180.959 parta
brøv,
“minni
íleggjarar”
keyptu 139.380 partabrøv,
meðan
“starvsfólk
hjá
Atlantsflog” keyptu 21.211
partabrøv í føroyska flogfel
agnum. At partabrøvini eru
býtt á nógvar og smáar
íleggjarar sæst millum annað
í ársfrágreiðingini fyri 2007.
Hon staðfestir, at umframt
landsstýrið er bara ein parta
eigari, sum eigur meira enn
fimm prosent av partabrøv
unum í Atlantsflog. Talan er
um “sp/f 7. desember 2007”.
Hetta er eitt smápartafelag,
hvørs endamál er at gera íløg
ur í virðisbrøv, og sum hevur
Eyðfinn Jacobsen, advokat,
sum stjóra.
Endaliga
prísásetingin
var 261 krónur fyri hvørt
partabræv, og triðingurin av
partabrøvunum
góvu
tí
eigaranum, sum var lands
kassin, 89,1 milliónir krón
ur. Men kursurin helt sær
ikki leingi á 261. Í januar
kom kursurin eitt skifti nið
ur á 175, men hevur síðani
kvinkað nakað uppeftir og
er nú 219.
Starvsfólkini
Í allari einskiljingartilgongd
ini var dentur lagdur á, at
starvsfólkini skuldu sleppa
at keypa sín part av felag
num. Slíkt er ikki óvanligt í
samband við einskiljingar,
og endamálið er oftast at
geva starvsfólkunum eitt
herðaklapp og ognarkenslur
mótvegis sínum arbeiðs
plássi. Og júst áhugin mill
um starvsfólkini fyri sínum
arbeiðsplássi var nakað,
sum landsstýrismaðurin í
vinnumálum beit merki í, tá
sølan varð veruleiki.
”Vit fegnast um at skjøtil
nú er settur á einskiljingina av
Atlantsflog. Vit meta, at
nýggju partaeigararnir fara at
fáa eina jaliga ávirkan á
felagið og fegnast um, at so
nógv
av
starvsfólkunum
ynsktu at gerast partaeigarar.”
Soleiðis segði Bjarni Djur
holm, táverandi landsstýris
maður í vinnumálum, eftir
einskiljingina. Í dag hevur
ovasta leiðslan valt at selja
helvtina av øllum sínum
partabrøvum. Keyparin er
Atlantsflog, sum enntá hevur
bjóðað sínum stjórum 10 pro
sent meira fyri partabrøvini,
sammett við dagsvirðið.
Samstundis ber til at
staðfesta, at teir tilsamans
1370 íleggjararnir hava ikki
fingið sama tilboð frá
Atlantsflog, nevniliga at
selja síni partabrøv í før
oyska flogfelagnum fyri ein
kurs, ið er 10 prosent hægri
enn dagsins kursur.
Hálvt ár eftir at Magni
Arge keypti partabrøv
fyri tríggjar milliónir
í Atlantsflog, hevur
stjórin valt at selja
helvtina av parta
brøvunum. Keyparin
er Atlantsflog, sum
bjóðar 10 prosent
meira enn marknað
arprísin fyri parta
brøvini hjá sínum
egna stjóra
PARTABRØV
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
28. november í fjør fór
almenna, føroyska flogfelag
ið á partabrævamarknaðin.
Eftir drúgt, politiskt orða
skifti
skuldi
Atlantsflog
loksins einskiljast. Í fyrstu
atløgu blivu ein triðingur av
partabrøvunum seld í fríari
sølu á keypsskálanum. Nú
skuldu føroyingar og útlend
ingar, høg sum lág, á jøvn
um føti sleppa at seta nakrar
sparikrónur í tjóðarstoltleika
føroyinga, Atlantsflog.
Men tað var tó eitt lítið
fyrivarni við fríu søluni. Í
fyrireikingunum og seinni
prospektinum fyri Atlants
flog varð ásett, at leiðslan og
starvsfólk
í
Atlantsflog
skuldu hava forkeypsrætt til í
mesta lagi trý prosent av
partabrøvunum. Hetta er
rímiliga vanligt í samband
við sølur av hesum slag, og
motivið er sum oftast at geva
leiðslu
og
starvsfólkum
møguleika at fáa ávirkan á
sítt arbeiðspláss og harvið
vónandi eisini taka eitt eyka
tak fyri fyritøkuna.
Ein av teimum, sum tók
av og keypti partabrøv í sín
um arbeiðsplássi var stjórin,
Magni Arge. Hann keypti
11.494 partabrøv í Atlants
flog fyri ásetta marknaðar
prísin, tilsamans tríggjar
milliónir krónur. Kursurin á
partabrøvunum í Atlantsflog
var 261, tá tað varð skrásett
á virðisbrævamarknaðinum.
Handilin er formliga skrá
settur 30. november og er
farin fram umvegis “sp/f 11.
juni 2007”, sum Magni Arge
eigur 100 prosent. Ein annar,
sum eisini trúi nógv upp á
sítt arbeiðspláss, var hin
stjórin í Atlantsflog, Marius
Davidsen, sum keypti 3486
partabrøv
fyri
tilsamans
909.000 krónur. Hesir báðir
mynda í felag leiðsluna í
Atlantsflog.
Tilboðið
Hósdagin 3. apríl var aðal
fundur í Atlantsflog. Til
aðalfundin ynskti nevndin í
Atlantsflog at fremja eina
broyting í viðtøkunum fyri
felagið, sum heimilar nevnd
ini at keypa egin partabrøv,
tað vil siga partabrøv í
Atlantsflog. Nevndin ynskti
at fáa heimild at keypa egin
partabrøv fyri ein kurs, sum
kundi liggja millum 100 og
300. Men so víðar heimildir
fekk nevndin tó ikki frá
aðalfundinum, sum í staðin
samtykti, at nevndin kann
keypa egin partabrøv fyri
ein kurs, sum ikki víkir
meira enn 10 prosent frá
marknaðarkursinum.
Beint
eftir
aðalfundin
grundgav Christian Andrea
sen, nevndarformaður í At
lantsflog, soleiðis fyri nýggju
heimildunum hjá nevndini:
Tað er ikki nøkur bein
leiðis frágreiðing til viðtøku
broytingina. Tað er meira í
trá við ta praksis, sum er hjá
feløgum, ið eru skrásett á
virðisbrævamarknaðinum, at
tey hava eina slíka áseting í
viðtøkunum. Tað liggur einki
annað aftan fyri tað, sum so.
Tað
segði
Christian
Andreasen í beinleiðis sam
røðu við Rás2 4. apríl. Og
nevndarformaðurin
helt
fram:
Also. Áðrenn nevndin
kann keypa egin partabrøv,
so skal felagið gera innan
hýsis reglur um, nær tað
kann gerast, hvussu tað
kann gerast og við hvørjari
grundgeving. So tað er ikki
nakað, sum liggur í kortin
um her og nú, at vit fara at
gera. Hatta er meira at hava
sum eitt instrument, sum
ein møguleika, í framtíðini.
Instrumentið, møguleikin
at nýta í framtíðini, bleiv
longu brúkt mikudagin 18.
juni.
Atlantsflog bjóðar
Fyrradagin, mikudagin 18.
juni, keypti Atlantsflog til
samans 11.111 partabrøv í í
Atlantsflog. Tað hevur nevnd
in heimild til, sambært við
tøkunum á aðalfundinum 3.
juni. Mikudagin, tá handilin
varð skrásettur á norður
lendska keypsskálanum, var
kursurin á partabrævinum
hjá Atlantsflog 219. Kortini
velir nevndin í Atlantsflog at
keypa egin partabrøv fyri
kurs 240. Hetta er innan fyri
viðtøkubroytingarnar á aðal
fundinum 3. apríl, sum jú
loyva nevndini at keypa egin
partabrøv fyri ein kurs, sum í
mesta lagi kann víkja 10 pro
sent frá marknaðarkursinum.
Tveir av seljarunum eru
stjórarnir
í
Atlantsflog,
Magni Arge og Marius Dav
idsen. Magni Arge selir
henda dagin tilsamans 5.747
partabrøv fyri kurs 240,
tilsamans 1.379.280 krónur.
Hetta er júst helvtin av parta
brøvunum, sum Magni Arge
eigur í Atlantsflog. Sama dag
selir Marius Davidsen tilsam
ans 1743 av sínum partabrøv
um í Atlantsflog, somuleiðis
fyri kurs 240. Tilsamans
418.320 krónur. Eisini hjá
Marius Davidsen er talan um
júst helvtina av hansara
partabrøvum.
Harvið hevur ovasta leiðsl
an í Atlantsflog í einum og
sama umfari selt helvtina av
sínum partabrøvum í felag
num, tilsamans 7490 parta
brøv fyri 1.797.600 krónur.
Sølukursurin er 240, sam
stundis sum dagskursurin er
219, og harvið hava stjórarnir
fingið 157.290 krónur meira
fyri síni partabrøv enn tey
vóru verd, tann dagin, sølan
fór fram. Magni Arge fekk
120.687 krónur, Marius Dav
idsen 36.603 krónur. Keyp
arin er, sum nevnt, í báðum
føri
arbeiðspláss
teirra,
Atlantsflog.
Hetta eru tó ikki tey ein
astu av egnu partabrøvunum,
sum
Atlantsflog
keypir
henda dagin, 18. juni. Til
samans keypti Atlantsflog
11.111 av sínum egnu
partabrøvum fyri kurs 240.
Tað einasta, sum er fráboðað
norðurlendska keypsskálan
um, eru handlarnir, sum
Atlantsflog hevur gjørt við
Magna Arge og Marius Dav
idsen. Teir eru leiðsla í fel
agnum, og tí er slík fráboðan
eitt lógarkrav.
Palliba fekk einki tilboð
Magni selir út
Sosialurin og Rás2
fylgja málinum
Stjórarnir í Atlantsflog, Magni Arge og Marius Davidsen, hava selt helmingin av partabrøvum
sínum í Atlantsflog til Atlantsflog fyri 10 prosent meiri enn marknaðarvirðið. Tað gevur teimum
157.290 krónur meiri í lumman, enn teir annars høvdu fingið við at selt til marknaðarprís
Savnsmynd
Nevndarformaðurin:
Leiðslan
vildi selja
Christian
Andreasen,
nevndarformaður
í
Atlantsflog, váttar at tað
var leiðslan sjálv, sum
ynskti at selja part av sín
um partabrøvum. Hann
vil ikki útgreina, hví
leiðslan ynskti at selja.
Nevndin metti út frá
eini samlaðari meting, at
tað
er
skilagott
at
Atlantsflog keypir nøkur
partabrøv aftur frá leiðsl
uni,
sigur
Christian
Andreasen.
Spurdur, hví Atlants
flog hevur valt at keypa
11.111 av sínum egnu
partabrøvum,
sigur
nevndarformaðurin,
at
tað er gjørt út frá eini
samlaðari meting.
Talan er eisini um
eina lutfalsliga lítla íløgu
fyri Atlantsflog, ið vit
avgjørt meta at fáa aftur.
At vit so geva leiðsluni
eitt sindur meira fyri
partabrøvini kann eisini
síggjast sum eitt slag av
bonus, sigur Christian
Andreasen.
Í sama viðfangi hevur
Atlantsflog gjørt av, at í
framtíðini kunnu leiðandi
starvsfólk í felagnum
ikki keypa partabrøv í
fyritøkuni uttan við loyvi
frá nevndini.
Fýra persónar hava um
dagarnar selt helvtina av
sínum partabrøvum í At
lantsflog til Atlantsflog, til
samans 11.111 partabrøv
fyri kurs 240. Talan er um
ovastu stjórarnar, Magna
Arge og Marius Davidsen,
umframt ovastu persónar
nir í teknisku leiðsluni. Allir
fýra hava selt eftir sama
leisti, tvs. helvtina av sínum
partabrøvum í fyritøkuni
fyri kurs 240. Handilin fór
fram mikudagin 18. juni
2008, tá kursurin á parta
brævinum í Atlantsflog
annars var 219.
FAKTA