Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 117 - 20. juni 2008 Vesturvón rokaður Vesturvón hevur havt rokfiskiskap teir seinastu dagarnar. Teir hava fingið 100 tons í flak í einans seks dagar, skrivar heimasíðan hjá Jóanis Nielsen. Fyri góðari viku síðani høvdu teir 400 tons og mikudagin vóru teir farnir uppum 500 tons. Tað er gott veður á leiðini har Vesturvón (myndin) roynir. Nógv russisk skip eru har og okkurt íslendskt eisini. Vesturvón byrjaði túr 12. mai. Teir lasta um 800 tons. Gamal filmur úr Mykinesi Komandi vikuskifti verður árliga Útoyggjastevnan hildin í Mykinesi. Í longri tíð hevur verið arbeitt við skránni fyri stevnuna, og sambært tí sum er komið fram, verður hetta ein stevna sum man fara at spyrjast. Dentur verður lagdur á tey lokalu viðurskiftini og virðini, og tí verða millum annað filmsbrot úr oynni at síggja. Hetta eru filmsbrot, sum Regin Leonsson hevur savnað fram, og vísa tey tíðina frá 1960 og fram til í dag. Filmurin varir í ein tíma og verður vístur tríggjar ferðir stevnudagin. Fólkið í Mykinesi eru fullkomuliga bundin av regluligum ferðasambandi við meginøkið. – Fleyg tyrlan ikki higar alt árið, hevði neyvan nakar kunnað búð herúti, sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi Ferðavinna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Mykines: Tá ein oyggj ligg­ ur so avskorin sum Myki­ nes, er neyðugt við góðum ferðasambandi alt árið, um fólkið skal støðast her. Fólkatalið í Mykinesi hev­ ur verið skiftandi tey seinnu árini: Onkutíð vóru tey 28 í tali, men seinasta skráset­ ingin frá 1. mai í ár vísti, at tey nú vóru 18 í tali. Tá Esbern og familjan avgjørdu at búseta seg í bygdini fyri góðum 10 árum síðani, vóru einans fimm fólk her. Talið er síð­ ani hækkað javnt og samt. Í dag kann ein staðfesta, at lív er í bygdini. Í skúla­ num eru tveir næmingar í 1. og 4. flokki, og ætlanir eru um at skapa okkurt, ið kann menna ferðavinnuna enn meiri. Leygardagin í næstu viku verður fólkatalið kortini økt fleiri ferðir, tá árliga Út­ oyggjastevnan verður hildin í Mykinesi. Álitið Hóast Mykines er vestasta oyggj okkara og liggur fjar­ skotin frá meginlandinum, hava tey kortini eftir um­ støðunum gott ferðasam­ band við umheimin. Fólk í Mykinesi tosa enn um tað ringa árið, tá kom­ andi ikki var til oynna í meiri enn tveir mánaðir. Í dag hevur ein munandi menning verið á hesum øki­ num. Um summarið ber til at koma higar við tyrlu og við báti, men um veturin ber bert til at koma higar við tyrluni. Tá er hon álitið hjá fólki­ num í oynni og hjá teimum, sum hava einihvørji ørindi her. Tyrlan hjá Atlantsflogi er tí eitt sera hent og neyðugt amboð hjá fólki at sleppa fram og aftur. Gott kjøt Serliga væl kemur flutning­ urin hjá tyrluni við, tá menn vilja hava krov av oynni og inn á meginlandið. ­ Vit plaga at hava tey hangandi herúti sum longst. Her er lítið av maðki í kjøti­ num, og tað fær eisini ein serstakan smakk, orsakað av góðu sjóluftini, sigur Esbern í Eyðansstovu. Við sjóvegis flutninginum er støðan hon, at Brynhild ikki kann taka annan farm enn hann, sum kann handast umborð og í land. Men hetta merkir kortini ikki, at ein stendur ráðaleysur um størri farmur skal í oynna. Strandfaraskipið Súlan røkti í síni tíð siglingina um Mykinesfjørð, og tað ger hon enn, tá tørvur er á tí. Tað hepna í hesum er, at Súlan hevur krana og kann tí ferma bæði rusk, oljutunn­ ur og onnur størri ting til oyggjarfólkið. ­ Súlan var tvær ferðir her úti í mai mánaði, greiðir Esbern frá. Stuttur túrur Tað er sum nevnt Brynhild, ið røkir farleiðina til Myki­ nesar um summarið. Siglt verður frá mai og til endan av august. Hetta er ein serstakur sátt­ máli, sum Strandferðslan hevur gjørt við sp/f Myki­ nes. Sáttmálin varð fyrst settur at galda fyri 2006 og 2007, og er endurnýggjaður hetta summarið. Hóast Brynhild ikki kann taka allan farmin við til Mykinesar, eru mangir fyri­ munir við hesum farinum, um sammett verður við Súl­ una. Fyrr kundi ein ferð av Sørvági og út í Mykines taka hálvan annan tíma, men við teimum 22 mílu­ num hjá Brynhild, kann siglingstíðin styttast niður í 40 minuttir, tá veðrið loyvir tí. Sambært galdandi ferða­ ætlan verður vanliga siglt úr Sørvági klokkan 10:20 og aftur kl. 16:20, tó við ávísum broytingum leygar­ dag og sunnudag. Tað serstaka er eisini, at í oktober mánaði verður siglt higar, hóast summarsigling­ in tá langt síðani er givin. Hesir túrarnir verða gjørdir í sambandi við heystfrítíðina hjá skúlunum, og siglir Brynhild tá ein túr um dagin í døgunum 11. til 19. oktober. Á henda hátt verður alt gjørt fyri at skapa fortreytir fyri at liviligt skal verða hjá fólkinum í oynni. Brynhild er góð – tyrlan er 30 prosent fleiri ferðafólk Siglingin hjá Brynhild byrjaði 1. mai í ár og heldur fram til 31. august. Ilt er sjálvandi at meta um, hvussu fer at vignast við ferðafólki í ár, í mun til 2007. - Í fjør fluttu vit eini 30 % fleiri ferðafólk enn árið fyri. So kanska verður hetta árið heldur ikki so galið, sigur Albert Johannesen, sum eigur Brynhild. Veðurlíkindini hava eisini sína ávirkan á talið av teimum, sum ferðast við leið 36 úr Sørvági til Myki- nes. Mai mánaður í ár var sera góður til veður, og sum skilst vóru væl fleiri ferðafólk á rutuni í ár í mun til í fjør. Tá Sosialurin vitjaði í Mykinesi fyrr í mánaðinum vóru longu tey fyrstu ferðafólkini komin. Fleiri fóru eisini av aftur oynni eftir at hava yvirnáttað her fleiri nætur! Fólkatalið í Mykinesi hevur verið skiftandi. Í dag eru 18 skrásett herúti. – Tá vit fluttu út her vóru bert fimm fólk í oynni, sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi