Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 • 20. juni 2008 Vikuskifti 17 av tí at kenslur ikki eru stýrdar av skilinum, er tað ofta ikki nóg mikið bert at skilja, hví kenslan er har. Og hóast tú skilir, hvaðani trupulleikin stavar og hevur viljan at broyta teg, so er tað í mongum førum heldur ikki nóg mikið. Og her kemur sonevnd tankefelt terapi inn í myndina. Tankefelt terapi er ein nýggjur viðgerðar háttur, ið tekur tað besta úr vesturlendskari terapi og kombinerar tað við eysturlendska vitan um orkuskipanir í likami­ num. Terapiin gongur fyri seg soleiðis, at ímeðan tann viðgjørdi setur orð og kenslur á sín trupul­ leika, bankar sálarfrøðingurin róliga ávís punkt á kroppinum við fingrunum. Henda bankan á kropp­ in saman við tí kognitivu terapiini, vísir seg at virka sera væl. ­ Tankefelt terapi kann tykjast løgin, men tey góðu úrslitini vísa, at hesin viðgerðarháttur virkar. Til tíðir eydnast viðgerðin fyrstu ferð, men vanliga verður viðgerðin endurtikin tríggjar til fimm ferðir, sigur Jegvan. ­ Tankefelt terapi kann nýtast ímóti nógvum ymiskum trupul­ leikum so sum alskyns fobium, herundir flogræðslu, hæddar­ ræðslu, ótta at tosa alment, strongd, skelki og trauma av øllum slag. Bæði nýggjum og gomlum trupuleikum, t.d. eftir vanlukkur, kynsliga misnýtslu, neyðtøku o.a.. Jegvan hevur tikið henda viðgerðarhátt til sín, vegna góðu úrslitini, sum spyrjast burturúr. Riggar til vanlig gerandis ting Herfyri var Jegvan próvdómari til endaligu próvtøkuna hjá pedagog­ unum á Føroya Læraraskúla. Til eina og hvørja endaliga próvtøku, er nógv trýst á næmingi­ num. Og tað er ikki meira enn vanligt at tað kitlar í búkinum, og at onkur gerst nervøsur. Soleiðis var eisini til hesa royndina. Áðrenn royndin byrjaði, bjóðaði Jegvan seg at sissa tveir næmingar, sum bóru ótta fyri próvtøkuni. Her nýtti hann tankefelt terapi. Jegvan bankaði á ymisk støð á kroppinum hjá næmingunum og prátaði við teir. ­ Vit tóku nakrar minuttir áðrenn royndina, fyri at sissa teir, og tá royndin byrjaði, vóru teir heilt róligir ímeðan teir løgdu fram. Fyri vanlig fólk Hetta, við at fólk fara til sálar­ frøðing at fáa hjálp við óttum og lastum, var ikki gamalt. ­ Fyrr var tað ikki vanligt at fólk gingu til sálarfrøðing. Tá eg flutti heimaftur til Føroyar við loknari útbúgving, vóru bert tvey arbeiðspláss til sálarfrøðingar, sigur Jegvan. ­ Vit kunnu bara staðfesta, at uppfatanin av sálarfrøðini er broytt nógv seinastu árini, tí talið av sálarfrøðingum er tíggjufaldað. Fyrr var vanligt at halda, at tú mátti vera antin í ørviti ella álvarsliga sjúkur fyri at fara til sálarfrøðing. Størri tilvitan og opinleiki kring sálarfrøðina hevur tíbetur broytt hugburðin seinastu árini, soleiðis at tað eftirhondini eru púra vanlig fólk, sum brúka sálarfrøðina sum eitt amboð, til at betra um lívsdygdina á ymsum økjum. www.psykolog.fo er ein góð heimasíða til tann, ið er áhugaður at fáa fleiri upplýsningar um Jegvan Bæk og hansara arbeiði ella um aðrar føroyskar sálarfrøðingar.