fríggjadagur 20. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 117 - 20. juni 2008
Tað var í besta veðri,
at flogfarið hjá
Atlantsflogi lendi á
sínum fyrsta vanliga
rututúri úr Vágum
til Stokkholm tíðliga
hósdagin. Og nógv
varð gjørt burtur úr
á flogvøllinum, har
ráðharri og umboð
fyri Arlandaflogvøllin
tóku ímóti ikki
færri enn trimum
landsstýrisfólkum,
umboðum fyri Atlants
flog, ferðafólki og
innbodnum
Greinasavn
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Farleiðin til Svøríki er ein
nýggj roynd hjá føroyska
flogfelagnum
at
røkka
longur út. Við hesi farleiðini
flýgur Atlantsflog uppá øll
Norðurlond við undantaki
av Finlandi.
Á samkomu í Arlanda
beyð svenski samstarvsráð
harrin í norðurlandamálum
Christina Pehrsson føroyska
flogfelagnum
hjartaliga
vælkomin til Svøríki. Hon
ivaðist ikki í, at hetta fór at
verða eitt sera kærkomið
tiltak fyri bæði føroyingar
og sviar.
Hon segði, at føroyingar
skulu vera so hjartaliga væl
komnir at vitja hennara
vakra land, og hon var vís í,
at sviar fóru at taka undir
við hesum nýggja møgu
leika og vitja tað vakra
oyggjalandið Føroyar.
Eisini
Høgni
Hoydal,
landsstýrismaður helt røðu
og hann helt fyri, at hetta
var ein nógv tiltrongd
farleið bæði fyri føroyingar
og sviar. Hann metti, at
Svøríki og sviar hava so
nógv gott at bjóða før
oyingum, at tað er í tøkum
tíma, at Atlantsflog fer
undir hesa nýggju farleið.
Eisini Magni Arge, stjóri
hevði orðið og seg seg
vóna, at nýggja farleiðin fer
at gagna báðum londunum.
Sum nakað heilt serligt
sang Eivør Pálsdóttir nakrar
sangir.
Hini landsstýrisfólkini á
ferðini vóru Bjørt Samuel
sen, vinnumálaráðharri og
Karsten Hansen, fíggjar
málaráðharri.
Flogið verður tvær reisir
um vikuna umvegis Sta
vanger, hósdag og sunnudag.
Lesið meira í Sosialinum
komandi
vikuna.
Eisini
Rás2 fer at hava frásagnir
og samrøður frá hesi fyrstu
ferðini til Svøríki komandi
dagarnar.
Sí
somuleiðis
stóra myndarøð frá fyrsta
túrinum á Portalinum.
Nýggj farleið til Stokkholm byrjað
Atlantsflog hevur lagt enn
eina flogleið út í heim, og
við hesum latið upp enn ein
marknað hjá ferðavinnuni.
Nýggja rutan til Stokkhólm
gevur Føroyum beinleiðis
samband til fólkaríkasta
landið í Norðurlondum, og
til ein høvuðsstað, sum
hevur nógv at bjóða, bæði
handilsliga og mentanarliga.
Eg vænti, at føroyska
ferðavinnan sær hetta sum
ein eyðsýndan møguleika at
fáa sviar at vitja okkum.
Tað, sum eg kenni til fólkið
í Svøríki, eru tey forvitin
eftir at læra meira um
Føroyar, og eg ivist ikki í, at
áhugi er fyri at vitja verður
stórur, fáa tey møguleikan at
kunna seg við tað, vit hava
at bjóða. Við miðvísari
marknaðarføring kann hetta
sum frá líður gerast ein av
okkara stóru ferðavinnu
marknaðum.
Men sambandið millum
Føroyar og Stokkhólm let
ur eisini upp fyri tættari
samstarvi á øðrum vinnu
økjum. Svenski marknað
urin er við sínum 9 milli
ónum brúkarum – ein sera
áhugaverdur grannamarkn
aður. Her eru góðir møgu
leikar at útbyggja okkara
útflutning av føroyskum
vørum og tænastum, um
framt at byggja tættari sam
bond og samstarv við
sviar.
Tí skal tað vera mín vón,
at vit síggja og nýta
møguleikarnar, so henda
flogrutan verður ment til
eitt fast samband.
Flogleiðin VágarArlanda
vísir enn einaferð týdningin
av at hava eitt flogfelag,
sum hevur Føroyar sum
miðstøð. Atlantsflog flýgur
nú til øll Norðurlond Finn
land og Áland undantikin.
Tað hevði neyvan nakar
væntað fyri 20 árum síðani,
tá fyrsta flogfarið fleyg á
føroyskum veingjum.
Týdningurin av góðum
flutnings og samskiftis
møguleikum fyri trivnaðin
hjá okkum, sum her búgva,
og fyri menningina av
landi okkara, kann illa
metast ov høgt. Tað, at
nýggjar rutur, sum hendan
til Stokkhólm, verða settar
á stovn, er við til at stað
festa, at tað ber til at búgva
í Føroyum og samstundis
verða samansjóðaður við
umheimin.
Eg fari at ynskja Atlants
flogi og øllum føroyingum
hjartaliga
tillukku
við
Svøríkisleiðini, og vóni, at
felagið fer at halda fram at
vísa dirvi og áræði at
útbyggja okkara loftvega
net, sum ein avgerandi
liður í tí at flyta land okkara
framá.
Bjørt Samuelsen
landsstýriskvinna
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna:
Stokkhólmsleið við møguleikum
Magni Arge, stjóri og Eivør Pálsdóttir frammanfyri ristastóru
brandingmyndina av Mykinesi og við tekstinum frá National
Geografic
Eivør Pálsdóttir og Christina Pehrsson ráðharri
Svenski samstarvsráðharrin
í norðurlandamálum,
Christina Husmark Pehrsson
her saman við Høgna
Hoydal, uttanríkisráðharra
á samkomuni í Arlanda
floghavnini
Trý landsstýrisfólk vórðu við á fyrsta rututúrinum til Stokkhólm, Karsten Hansen, Bjørt
Samuelsen og Høgni Hoydal. Her saman við stjóranum í Atlantsflogi, Magna Arge