fríggjadagur 20. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 • 20. juni 2008
Vikuskifti
16
Jegvan Bæk býr á Argjum og
dámar væl at fara á flot við
Sunbeam, bátinum hjá sær.
Sunbeam er uppkallaður eftir
eini gamlari slupp, sum pápi
hansara sigldi við sum ungur.
Jegvan er limur í Tórshavnar
Bátafelag og ferðast vanliga
til bátastevnur kring Føroyar.
Hetta eru tímar fyltir við friði,
sigur hann, har ein kann njóta
bjørgini, havið og frísku luftina.
Tá Jegvan ikki er á floti, men til
arbeiðis, er hann sálarfrøðingur.
Tað hevur hann verið í meira enn
25 ár. Áhugin hjá Jegvani fyri
sálarfrøðini vaknaði longu av
álvara, táið hann sum studenta
skúlanæmingur í Hoydølum fekk
viðmælt frá einum vinmanni
at lesa bókina ”Lille lærebog
i psykologi”. Bókin hevði eina
tekning av optisku illusiónini hjá
MűllerLyer. Henda myndin kveikti
áhugaðan fyri sálarfrøði. Jegvan
gjørdist bergtikin av tankanum
um veruleikafatan, og hvussu
ymiskt fólk fata tilveruna.
Tú kanst bøta um
lívsdygdina
Hann fór tí at lesa sálarfrøði og
er framvegis upptikin og bergtikin
av mongum av somu tankunum
innan sálarfrøðina nú, sum tá.
Jegvan er áhugaður í evnunum
hjá menniskjum at broyta sín
egna gerandisdag.
Hava vit viljan og røttu am
boðini, kunnu vit broyta okkum
sjálv ómetaliga nógv og vinna
á teimum tingum, sum plága
okkum. Tað er ikki altíð so lætt
at vita, nær ein skal leita sær til
sálarfrøðing.
Men Jegvan heldur, at um
okkurt órógvar lívsdygdina, er
hetta ein góð ábending um, at
ein átti at leita sær hjálp. Um
ein persónur dagliga í longri tíð
følir seg illa, er keddur, bangin,
tunglyntur, ella ein traumatisk
hending blívur við at ”spøkja”,
so er skilagott at leita sær hjálp.
Tí tað er veruliga hjálp at heinta.
Sálarfrøði er fyri vanlig fólk og
hon riggar.
Tú velur sjálvur at
loypa útí
Umframt at arbeiða á Sálarfrøði
Deplinum, hevur Jegvan starvast
á Blákrossheiminum í meira
enn 20 ár. Har hevur hann hjálpt
fólkum at koma sær úr teirra
misnýtslu av rúsdrekka. Til ein
slíkan fund segði ein alkohol
misnýtari:
Tá eg so kom heimaftur var eg
ikki nóg sterkur, og tískil datt eg
úti aftur.
Jegvan steðgaði honum, og
legði afturat,
Nei, bíða líka. Tað eitur ikki
at ”detta úti” tú valdi sjálvur at
”leypa útí”. Við báðum beinum!
Hetta kann tykjast hørð orð,
men Jegvan leggur dent á, at
erligheit móti sær sjálvum er
alneyðugt fyri koma sær úr
slíkum negativum atburði. Lykilin
er, at fólk hava virðing fyri sær
sjálvum, og tískil eisini tora at
vera erlig móti sær sjálvum og
viðurkenna sær ábyrgd av egnum
lívi og soleiðis kunna fáa skil á
trupuleikanum.
Øll duga at siga nei,
men ikki øll tora
Eitt hugtak, sum Jegvan vendir
aftur og aftur til í okkara práti, er
hugtakið sjálvsvirðing.
At hava virðing fyri sær sjálv
um er lykilin til nógv. Tú mást
fyrst siga ja til tín sjálvan, og
erliga viðurkenna hvør tú ert, og
hvørjum korum tú ert í, fyri at tú
skalt kunna broyta nakað við tær
sjálvum. Um tú støðugt avnoktar
teg sjálvan, og heldur velur
at nøkta tørvin og ynskini hjá
teimum kring teg, so fer hetta fyrr
ella seinni at volda strongd. Hetta
kann síðani elva til tunglyndi ella
aðrar trupulleikar. Tað er tí av
stórum týdningi at læra at siga ja
til sín sjálvs, og harvið fáa dirvi at
siga nei til krøvini uttanífrá.
Um ein vil læra at tora at siga
”nei” til tey røttu tingini, má ein
fyrst virða seg sjálvan”, sigur
Jegvan. Og her eru vit aftur inni á
hugtakinum, sjálvsvirðing.
Tess størri sjálvsvirðing ein
hevur, tess lættari gerst tað at
siga ”ja” til tað, ein sjálvur ynskir,
og ”nei” um ein ikki vil ganga
krøvunum hjá øðrum á møti.
Tú kanst broyta teg
sjálvan
Jegvan er ikki heilt samdur við
útsøgnini, at tað er trupult ella
ógjørligt at broyta seg sjálvan.
Hann meinar, at summi ting
kunnu broytast frá degi til dags,
bæði til nakað gott og til okkurt
minni gott. Til dømis kann
okkurt keðiligt henda umborð á
flogfarinum, ein situr í, og so er
persónurin brádliga bangin fyri
at flúgva. Har afturímóti kann ein
eisini fáa ein positivan tanka, og
broyta okkurt djúpt í sær sjálvum.
Báðar hendingar henda innanfyri
rímiliga stutta tíð. Men av tí at
okkara persónligheit umfatar so
nógv, kann tað vera trupult at fáa
eyga á hesa broyting. Alt kann
ikki broytast í senn, men so við og
við kunnu stórar broytingar fara
fram.
Ætlar onkur at gerast minni
smæðin, eru tvey ting, ein kann
gera. Tað fyrsta er bara at traðka
út um sínar egnu grensir, og
soleiðis koma at tora meira.
Eitt annað ein kann gera, er at
endurtaka positivar tankar um
seg sjálvan. Er onkur smæðin,
kann persónurin endurtaka
orðini: ”Sjálvt um eg eri smæðin,
so góðtaki eg meg sjálvan”.
Sum tíðin ferð, kann ein líðandi
broyting fara fram í okkum, og
skapa nógvar nýggjar tankar og í
summum førum ein heilt nýggjan
persón.
Viljin er ikki altíð
nóg mikið
Men hóast viljin at broyta seg
er ein fortreyt, fyri at kunna
gera nakað við egna støðu, so er
viljin í sær sjálvum ikki altíð nóg
mikið hjá einum, sum er plágaður
av onkrari ræðslu ella aðrari
last. Tað er umráðandi at hava
røttu amboðini, og tað er her
sálarfrøðin kemur inn í myndina.
Tað finnast mong ymisk sløg
av viðgerð, harav kann nevnast
kognitiv terapi, ið er ein vanligur
og góður máti at arbeiða við tí
sálarliga. Í slíkari viðgerð verður
tosað um fortíð og upplivingar,
sum persónurin hevur havt.
Kognitiv terapi arbeiðir við at
seta orð á duldar tankar og
hjálpir tí viðgjørda at fáa eina
greiðari fatan av hvar orsøkin
til kenslurnar eru rótfestar. Men
Tú kanst broyta
teg sjálvan
Tað eru nógvir føroyingar, sum ganga við eini ógrundaðari ræðslu fyri
einumhvørjum - tað kann verða flogræðsla, ræðsla fyri onkrum djóri,
ræðsla fyri hæddum, samkomum, trongum rúmum ella annað. Hetta
gongur útyvir lívsgóðskuna og forðar fólkum at hava ein vanligan
gerandisdag. Men hetta nýtist als ikki at vera so, tí sambært Jegvani
Bæk, sálarfrøðingi, er hjálp at heinta, og er tað í flestu førum rímiliga
lætt og ómakaleyst at sleppa av við nógvar av hesum ræðslum og óttum
- Vit kunnu bara staðfesta, at uppfatanin av sálarfrøðini er broytt
nógv seinastu árini, tí talið av sálarfrøðingum er tíggjufaldað. Fyrr
var vanligt at halda, at tú mátti vera antin í ørviti ella álvarsliga
sjúkur fyri at fara til sálarfrøðing. Størri tilvitan og opinleiki kring
sálarfrøðina hevur tíbetur broytt hugburðin seinastu árini, soleiðis
at tað eftirhondini eru púra vanlig fólk, sum brúka sálarfrøðina
sum eitt amboð til at betra um lívsdygdina á ymsum økjum, sigur
Jegvan Bæk, sálarfrøðingur
Samrøða
Pætur Larsen
post@sosialurin.fo