fríggjadagur 20. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 117 - 20. juni 2008 ]
B71
skal úr
botninum
Flest tap, vánalig
astu málúrtøkuna
og eitt aftasta pláss.
Hetta er úrtøkan
hjá B71, sum
sunnudagin skal
royna at reisa seg,
tá ið teir fáa vitjan
av meistarunum úr
NSÍ
FORMULADEILDIN
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Tað hevur gingið alt ann
að enn væl hjá B71 í ár.
Liðið, sum tó so nógv av
bóli í fjør, hevur ikki fing
ið nógv at riggað í ár. Tó
hava teir argað nøkur
stórfeløg eitt sindur, og
hava teir eitt nú fingið
stig burturúr EB/Streymi
og
HB.
Frágongdin
undan kappingarárinum
var ikki løtt, og skaðar
hava gjørt ilt verri. Stóri
trupulleikin hevur verið
at komið væl frá byrjan,
og liðið er oftast komið
afturúr í fyrra hálvleiki.
Tó hevur B71 ofta bart
seg væl inn í aftur dystin
í seinna hálvleiki, og
hetta hevur hildið stórtap
um burtur – burtursæð
frá 05 tapinum fyri
Víkingi fyri trimum viku
síðani.
B71 manglar framvegis
verjuspælaran
Fabio
Vieira.
Kappingarárið hjá NSÍ
hevur higartil heldur ikki
verið nøktandi. Meistar
arnir hava verið heldur
svingandi, men seinastu
tvey umførini hevur ging
ist teimum væl. Dystirnir
hava verið ímóti upp
flytarunum úr ÍF og B68,
sum NSÍ ávíkavist hevur
vunnið 30 og 20.
Spennandi verður at
síggja, um gongdin fer at
halda fram hjá NSÍ, tá ið
teir møta B71 á Sandi
sunnudagin. NSÍ hevur
allar sínar mans tøkar.
Spurningurin er,
um EB/Streymur fer
at megna tað, sum
B71 gjørdi í 1989,
nevniliga at spæla alla
kappingina uttan at
tapa
KÍ-EB/StREyMUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið var síðsti dyst
urin í 11. umfari. Í granna
uppgerðini við Løkin í
Runavík vunnu meistararnir
í NSÍ 20 á B68. Harvið er
NSÍ rættuliga við í kapping
ini um bíligari heiðursmerk
ini, meðan B68 er á sjeynda
plássi og trý stig frá næst
aftasta plássinum.
Vánirnar hjá B68 eru ikki
minst treytaðar av, hvussu
tað fer at hilnast í teimum
trimum
heimadystunum,
sum eru á skránni í teimum
fýra umførunum, ið eru
eftir undan summarsteðgi
num. Higartil hevur B68
bara megnað tvey stig á
heimavølli. Nú skulu tofta
menn á Svangaskarði spæla
ímóti Víkingi, Skála og
B71.
Í toppinum øktist frástøð
an frá EB/Streymi og aftur
til B36 til níggju stig og til
tíggju stig aftur til HB, sum
í løtuni tykist vera liðið, ið
er longst frá tí, sum tað und
an kappingarbyrjan varð
roknað við.
Tapa ikki
Eftir ellivu umfør sigur
støðutalvan, at EB/Streymur
enn ikki er farið av vøllinum
uttan at hava fingið úrtøku.
Oddaliðið er níggu ferðir
farið av vøllinum við fullari
úrtøku, og tvær ferðir er tað
endað við javnleiki – 11 í
Gundadali ímóti B36 og 2
2 á Sandi.
At samansetta liðið er
nógv tað støðugasta sæst
aftur og aftur á úrslitunum.
Í hesi vikuni megnaðu tey
bæði havnarfeløgini lítið
ímóti oddaliðnum. HB tapti
á heimavølli ímóti KÍ, og
B36 megnaði ikki meiri
enn málleysan javnleik á
Skála.
Spurningurin er nú, um
ella nær EB/Streymur fer at
tapa. Spælið hjá teimum er
ikki altíð í toppi, men tað
eru úrslitini. Orsøkin er, at
teir hava fleiri spælarar,
sum eru førir fyri at skjóta
mál, hóast møguleikarnir
eru fáir og smáir. Tað duga
Arnbjørn Hansen, Sorin
Anghel, Hans Pauli Samuel
sen og Bárður Olsen, og nú
hava teir funnið danskan
álopsspælara, sum ivaleyst
ikki fer at standa aftanfyri
omanfyri nevndu. Hann
hevur í hvussu so er áður
víst, at hann hevur havt mál
tev á hægri støði enn teir í
bestu føroysku deildini.
Hagtølini
Tað kemur ikki ofta fyri, at
meistararnir ongantíð tapa.
Í fjør vann NSÍ FM fyri
fyrstu ferð. Á vegnum ímóti
fyrsta
meistaraskapinum
fór NSÍ fýra ferðir av vølli
num við ongari úrtøku. Tá
ið HB í 2006 vann óvæntaða
FM heitið, løgdu teir svørtu
og reyðu fýra ferðir rygg til
tap, og tá ið B36 í 2005
varð meistari, var tað eftir
at hava tapt tríggjar ferðir.
HB var meistari í 2002,
2003 og 2004. Fyrsta árið
vóru trý tap á listanum, og
tey bæði seinnu árini tapti
HB eina ferð hvørt árið. Og
soleiðis hevur tað verið
nógvu tey seinastu árini.
Meistaraliðið hevur tapt í
hvussu so er eina og ofta
fleiri ferðir. Tá ið VB vann
fyrsta og higartil einasta
FM heitið í 2000, taptu
vágbingar tvær ferðir.
Men tað er komið fyri
fleiri ferðir, at meistaraliðið
ongantíð hevur tapt á veg
ímóti gullinum. Síðsta døm
ið um hetta var í 1989, tá ið
B71 vann FM fyri fyrstu og
higartil einastu ferð. Sand
oyingar vunnu trettan ferðir,
og fimm ferðir vóru teir
partur av javnleiki. Tá ið ÍF
vann fyrsta og higartil ein
asta FM heitið í 1979, var
tað uttan at leggja rygg til
tap. Fuglfirðingar vunnu
ellivu dystir, og tríggjar
ferðir endaði tað við javn
leiki.
HB hevur tvær ferðir
vunnið FM við fullum
stigatali. Bæði í 1973 og í
1975 vann HB allar tíggju
landskappingardystirnar. Í
1978 var HB meistari uttan
at tapa. Ta ferðina var HB
fýra ferðir partur av javn
leiki. Klaksvíkingar hava
eisini vunnið FM við fullum
stigatali. Tað gjørdu teir í
1969, tá ið teir allar átta
ferðirnar fóru av vøllinum
við fullari úrtøku.
EB/Streymur fer ikki at
megna óføru metini, sum
HB og KÍ settu fyri 3040
árum síðani. Men EB/
Streymur er á veg ímóti
sama slagi av avriki, sum
sandoyingar vístu í 1989.
Um teir fara at megna tað
fæst at síggja í seinasta lagi
í oktober. Sunnudagin hava
klaksvíkingar
møguleika
sum teir fyrstu í ár at steðga
oddaliðnum,
sum
tað
higartil ikki hevur borið til
at vunnið á!
Hósdagin, 19. juni fór Heidi
Andreasen til La Santa
Sport í Lanzarote á venjing
arlegu. Venjari hennara er
Kristian Martin Joensen –
venjari í Havnar Svimji
felag.
Umstøðurnar í La Santa
Sport eru sera góðar. 50
metra hylur – uttandura.
Harumframt er møguleiki
at venja styrkivenjing av
ymsum slag. Sera mong
ítróttafólk
eru
har
um
summarið fyri at fyrireika
seg til ymsar kappingar.
Heidi vandi har saman við
donskum svimjarum í juli
2002, so hon kennir staðið.
Nú eru bert 11 vikur eftir
til Paralympisku leikirnar í
Beijing, og Heidi hevur valt
at svimja burturav. Hon
hevur annars arbeitt hjá
Nordoya Sparikassa hálva
tíð, men nú vil hon nýta
alla sína orku til svimjingina.
Venjingin til kappingar á
altjóða støði krevur sjálv
sagt ómetaliga nógv. Heidi
skal á tvær aðrar venjingar
legur í næstum.
Hon
hevur
framvegis
trupulleikar við oyrunum,
men hon er viljasterk og
venur móti málinum: At
gera sítt besta – enn eina
ferð!
Heidi á venjingarlegu
Sundalagið tapir ongantíð
Dystir og dómarar
Formuladeildin
22/6
KÍ-EB/Streymur
Petur Reinert
22/6
B71-NSÍ
Lars Muller
22/6
B68-Víkingur
Dagfinn Olsen
23/6
B36-ÍF
Eiler Rasmussen
25/6
Skála-HB
Rúni Gaardbo
1. deild menn
21/6
VB/Sumba-NSÍ
Rói Jacobsen
21/6
HB-Víkingur
Eilier Rasmussen
21/6
KÍ-07 Vestur
Bárður Mortensen
21/6
B68-TB
Høgni Hansen
21/6
EB/Streymur-AB Rúni Gaardbo
1. deild kvinnur
22/6
KÍ-Skála
Alex Troleis
22/6
Skála-Víkingur
Sunnuvá Vesturdal
22/6
VB/Sumba-AB
Eyðun G. Svalbard
KÍ vann mikukvøldið á HB í Havn. Sunnudagin sleppa teir at royna seg ímóti suverena oddaliðnum EB/Streymi