fríggjadagur 20. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Nr. 117 • 20. juni 2008
F
yri sløkum 8 ára síðani var
ovasti stjórin hjá einum
bretskum oljufelag á vitjan í
Føroyum. Oljuprísurin tá var um
7 dollars og segði hesin stjórin
við sannføring at eftir hansara
meting fór prísurin ongantið yvir
10 dollars aftur ! Í 2004 avgjørdi
OPEC at halda eina príslegu uppá
28-30 dollars, heimurin ógvaðist
yvir henda høga prís. Sìðani er
prísurin bara hæðkaður; ífjør
fór hann fyri fyrstu ferð yvir 100
dollars, ringt at skilja tá tað í
meðal ídag kostar 8 dollars at
fáa eina tunnu av olju upp úr
Norðursjónum.
I
kki eru menn samdir um núver-
andi høgi prísurin burturav
skyldast størri tørv enn tann
globala oljuframleiðslan kann
nøkta ella hvussu stóra ávirkan
tann eirindarleysa spekulatiónin
av íløgufeløgum, hedge fonds
osfrs., í futures og líknandi sum
noyðir prísin uppá á eitt óveruliga
høgt støði. Lági dollarkursurin ger
heldur ikki støðuna betri.
L
astin á einum tangaskipi
verður ídag ofta “handlað” upp
til einar 100 ferðir áðrenn hon
kemur fram til endaliga keyparan.
Indien og Kina eru millum stórstu
oljunýtarirnir ídag, men har
stuðlar stjórnirnar oljuprisin so at
brukarin hevur ikki merkt nakra
serliga øking í prisinum. OPEC
sigur at ongin mangul er uppá
olju og at G8 londini fáa meira í
landskassarnar av oljuavgjøldum
enn OPEC framleiðararnir fáa
fyri oljuna. Bretland hevur 57 % í
avgjøldum so nakað er um hetta.
F
øroya er uttan iva tað landið í
heiminum sum er mest bundið
av oljuinnflutningi bæði til okkara
skipaflota, streymframleiðslu og
hita. Í ár fara vit fyri at innflyta
fyri væl yvir eina milliard í olju
og oljuúrdráttum og fer hetta
at økja munandi um hallið á
gjaldsjavnaðinum.
S
kilafólk hava staðiliga ávarað
um hæðkandi oljuprísin og
okkum føroyingum líkt hevur man
onki gjørt frá føroyskari almennari
síðu fyri at royna at bøta um
støðuna. Flestu lond hava eina
almenna oljugoymslu liggjandi
sum er helmingurin av hvat landið
nýtir uppá ársbasis og sum so
verður nýtt at taka til tá sveiggini
koma.
V
it hava tvey privat feløg sum
standa fyri meginpartinum
av okkara oljuinnflutningi. Ikki
ber til at siga hvussu nogv hesi
feløg keypa á long terms avtalum
og hvussu nógv verður keypt á
spot marknaðinum til hægsta
dagspris, men sjalvandi verða
hesin feløg rikin á kommerciellum
støði.
T
að er harafturímóti undrunar-
vert at almenna Føroyar ikki
luttaka aktivt í innkeypi av olju
og undanfarna Landsstýri átti
at hava tikið stig til hetta tá
ógvusliga prísøkingin byrjaði og
sjálvandi átti Strandferðslan og
Vaktar og Bjarginartænastan at
hava keypt olju niðurfyri.
H
ví roynir Landsstyri td ikki
at tengja keyp av ráolju úr
Ruslandi uppí okkara avtalu um
svartkjaft við henda heimsins
størsta framleiðara av olju.
Grønland td., hevur fingið gott
samband við Venezuela og keypir
olju beinleiðis har til góðar prisir.
E
g vænti at í 2009 fara vit
at siggja prisar umleið 200
dollar og heimsins størsta
gassfelag Gazprom segði fyrr i
vikuni at teir vænta at oljan skal
heilt uppá 250 dollars tunnuna
áðrenn marknaðurin aftur fer at
stabilisera seg og nytslan minkar.
Her er kanska tikið ríviliga til.
M
en úrslitið av einum
prísi uml., 200 usd er ein
vanlagna fyri heimsbúskapin
og dugur fáur at meta um tann
búskaparliga ruðuleikan og
ógvusligu fylgjurnar fyri tey
tilafturskomnu londini.
S
tór ferð er sett á grøna
og alternativa orku men
radikalar broytingar verða ikki
gjørdar eftir einum degi. Allir
matvørur fara at dýrka ógvusligt.
Inflation og stagflation fara
at vaksa. Altjóðagerðin fer at
minka og vit fara at siggja eina
regionalisering istaðin. Ferðing
og ferðamannavinna fer at
minka í stórum. Heimspolitisk
koma vit at siggja at olju lond
sum Iran, Venezuela, Rusland
og Saudi Arabia fara a seta
dagsskránna. Vit fara at siggja
ótespuligan hjálandapolitik
koma fyri seg aftur og kanska
serliga fer Kina at gera vart við
sí Afrika. Demokrati, manna og
kvinnurættindi fara at verða sett
nogv ár aftur í tíðina og vit fara
uttan iva at síggja enn fleiri lokal
kríggj taka seg upp.
E
g skal ikki her fara at speku-
lera upp á fylgirnar fyri
Føroyar við nevndu príslegu, tað
mugu flestu sjálvi kunna meta
um.
H
araftur ímóti mugu Landsstýri
og vinnulív nú beinavegin
at taka hendur saman og leggja
eina kós hvussu vit sum frægast
hóra undan við núverandi oljuprísi
uppá 125-140 dollars. Ikki
slepst undan at stuðla okkara
høvuðsvinnu so ella so. Frakland
td; stuðlar nú aktivt fiskivinnuni
og i USA samdist stjórnin i farnu
viku um at lata 100 billion dollars
i skattalæðkan fyri at stabilisera
forbrúkaramarknaðin. At trúgva at
vit í Føroyum sleppa snikkaleysir
við at sita hendur í favn og tosa
um fríar marknaðarkreftir er
ábyrgdarleyst.
L
íka ábyrgdarleyst og átaluvert
er ørðvitistosi um at okkara
búskapur er so sterkur at vit
meira ella minni klára okkum
uttan fiskivinnuna.
Vit, Fólkið í Føroyum
og Oljuprísurin
Føroyar eru uttan iva tað landið í heiminum, sum er mest bundið av
oljuinnflutningi – bæði til okkara skipaflota, streymframleiðslu og hita. Skilafólk
hava staðiliga ávarað um hækkandi oljuprísin og sum okkum føroyingum líkt,
hevur man onki gjørt frá føroyskari almennari síðu fyri at royna at bøta um
støðuna, skrivar Johan Mortensen, vinnulívsmaður, í hesari kronikkini
Kronikk
Johan Mortensen
vinnulívsmaður