Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 117 - 20. juni 2008 ] Tveir nýggir á KÍ liðnum KÍ-EB/STREYMUR Jákup Mørk Tað hevur verið tepurt við fólki hjá KÍ, men nú tykist síggja eitt sindur ljósari út. 24 ára gamli amerikanski álopsspæl­ arin, Joe Zewe, sum hev­ ur vant í Klaksvík sein­ astu vikurnar, verður eft­ ir øllum at døma fyri fyrstu ferð við í KÍ hópi­ num sunnudagin. Tað verður miðvallarin Emil Nolsøe Leifsson eisini. Hann hava klaksvíkingar fingið úr HB. Nýggja støðan ber við sær, at KÍ venjarin skal taka støðu til, um hann skal skifta út á liðnum, sum ikki hevur tapt átta tær seinastu ferðirnar. Í EB/Streymi er lagið avbera gott. Eftir at sam­ ansetta liðið leygardagin fyri einari viku síðani annað árið á rað tryggjaði sær Løgmanssteypið, eydnaðist tað mikukvøld­ ið væl og virðiliga at styrkja um oddasessin í Formuladeildini. EB/ Streymur vann fulla úr­ tøku á heimavølli ímóti B71, og sigurin gjørdist eyka søtur, tá ið báðir teir næstu kappingar­ neytarnir snávaðu. Sigurin í Gundadali mikukvøldið hevur sjálv­ andi borið við sær, at fótbóltstemperatururin í Klaksvík er hækkaður. Hetta saman við tí sann­ roynd, at tað er sannfør­ andi oddaliðið, sum fer at vitja, fer ivaleyst at hava við sær, at áskoðara­ fjøldin verður stór. Í EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir. Miku­ kvøldið gav Sigfríður Clementsen Fróða Cle­ mentsen møguleikan á høgra vongverja, meðan Levi Hanssen var á sen­ tralum miðvallarplássi og Brian Olsen var á beinkinum fyrsta tíman. U15 landsliðið tikið út Landsliðsvenjararnir Eli Hentze og Mathias Davidsen hava tikið spælarar út til U15 landsliðið, sum skal taka lut í altjóða kapping í Aberdeen í juli mánaði. Úttiknu spæl­ ararnir eru hesir: Oddmar Marsten, Ísak Simonsen og Petur Andreassen KÍ, Jàkup Andrias Hansen EB/Streym­ ur, Hallgrím G. Hansen Víkingur, Sverri Mohr Morten­ sen, Bárður Guttesen, Jóhan á Plógv, Magnus Egilsson, Ári Danielsen og Rói av Fløtum Jespersen HB, Haraldur Reinert Højgaard B68, Jákup Svenbjørn Olsen MB, Rúni Seloy og Ernst Remmel B36, Ragnar Tausen og Brandur Magnusarson TB/VB, Andrias Eriksen Varde. Týsklandi gjørdi av við Portugal Fyrsta fjórðingsfinalan í EM­endaspælinum endaði við, at Týskland vann á Portugal. Spenningurin var stórur til dystin, og tað vóru fleiri, sum høvdu hug at gera Portugal til favorittar. Men tað vóru týskararnir, sum vunnu dystin. Týsklandi legði seg á odda 2­0 tíðliga í dystinum við málum frá Schweinsteiger og Klose. Nuno Gomes minkaði til 2­1, men Ballack skoraði so til 3­1. Heldar Postiga minkaði til 3­2 móti endanum av dystinum, og tað gjørdist úrslitið. NSÍ hevði leikliga yvirvág í dystinum ímóti grannunum, og runavíkingar fingu eisini øll trý stigini burtur úr dystinum NSÍ-B68 Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyameistararnir NSÍ høvdu hóskvøldið vitjan av grannunum av Toftum í seinasta dystinum í 11. Umfari av Formuladeildini. Dysturin gjørdist ikki so intensur og tættur, sum grannadystirnir millum liðini ofta eru, og tað vóru gulu favorittarnir, sum vóru omaná so at siga alla tíð­ ina. NSÍ spælið var hampuligt, spælararnir fluttu bóltin millum sín, men stundum manglaði broddur í álops­ spælinum, og tað vóru ofta góðar løtur millum mál­ møguleikarnar. B68­liðið formáddi sær ov lítið fram eftir vøllinum. Kviku álopsspælararnir Jacob Bymar og Ameth Keita lógu og lúrdu eftir møguleikum, men verjan hjá Óla Hansen var trygg mesta av tíðini. Mál og reytt kort NSÍ skoraði eitt mál í hvørj­ um hálvleiki. Øssur Dalbúð hevði aftur hesaferð fingið kjansin í álopinum, og tað kvitteraði hann fyri við ein­ um máli. Bogi Løkin vann bóltin frá B68­liðnum, Hjalgrím Elttør varð sendur avstað, og tá han sendi inn fyri málið, fekk Øssur av­ gerandi fótin á, hóast hann var hart trýstur. Í seinna hálveiki var tað liðformaðurin Óli Hansen, sum skoraði, og málið kom eftir mest dramatisku hend­ ingina í dystinum. B68­mál­ maðurin og NSÍ­framherjin Andy Olsen brustu saman, og dómarin kendi seg sann­ førdan um, at B68­málmað­ urin hevði forbrotið seg. Hann gav Vlada Filipovic reyða kortið og dømdi brots­ spark. Útispælarin Badara fór í málið, men hann megn­ aði ikki at steðga skotinum hjá Óla. Seinni hálvleikur mynd­ aði seg í stóran mun so­ leiðis, at NSÍ hevði tak á støðuni, B68 hevði onkrar royndir, men tað vóru ov tannleysar og góvu einki mál. NSÍ togaði seg við hesum sigrinum nærri HB og B36, men tað er framvegis langur teinur fram til EB/Streym á fremsta plássinum. B68 NSÍ NSÍ-B68 2-0 (1-0): NSÍ spældi trý stig heim liðið Andras Gango (ÍF) Milic Curcic (KÍ) Óli Hansen (NSÍ) Egil á Bø (EB/Str.) Kristian á Lakjuni (KÍ) Bárður Olsen (EB/Str.) Zoltan Bukszegi (Víkingur) Alin Balutoui (Skála) Rodrigo (KÍ) Ólavur í Ólavsstovu (HB) Bogi Løkin (NSÍ) NSÍ-B68 2-0 (1-0) 1-0: Øssur Dalbúð, 35. 2-0: Óli Hansen, 89. Dómari: Eiler Rasmussen B68: Tórður Thomsen - Aco Pandurovic, Óli Hansen, Johan Troest Davidsen, Einar Hansen - Bogi Løkin (Andy Olsen, 71.), Nenad Stankovic, Sjúrður Jacobsen, Milan Pejcic (Filip Jacobsen 85. min), Hjalgrím Eltør - Øssur Dalbúð (Jónhard Fredriksberg, 45.) B68: Vlada Filipovic - Øssur Hansen (Badara Diedhiou 49.), Arnbjørn Danielsen, Ovi Magnussen, Niklas Joensen - Kristian Anthon Andreasen, Jann Ingi Petersen, Ndende Adama Gueye (Jonleif Højgaard 85.), Jóan Símun Edmundsson (André Olsen 54.) - Ameth Keita, Jacob Bymar Gult kort: Jann Ingi Petersen, Badara Reytt kort: Vlada Filipovic FAKTA um dystin NSÍ hevði munin í grannadystinum ímóti B68, og 2-0 sigurin var uppiborin