fríggjadagur 20. juni 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 • 20. juni 2008
Vikuskifti
22
SEV hevur nýliga kunngjørt
ætlanir at útbyggja vatnorkuna í
3 støðum.
Tær eru:
1. Dalar norðanfyri Vestmanna
2. Víkavatn v.m.
3. Eystursíðan av Vágoy
Í hesum umfari verður bert hugt
eftir útbyggingarætlanini í Dølum.
Hinar ætlaninar verður vent aftur
til seinni.
Dalar nevnist landið, sum
er norðanfyri Mosarøkur
og Ørvitsfelli og sunnanfyri
Malaknúk, Koppenni og Borgina,
vestanfyri Saksunardal.
Hetta er stórbært land, við
ríkum fuglalívi, villum víddum,
vøtnum, áum, gjáum, dølum
og botnum. Stórt sæð órørt av
mannahondum.
Størstu áirnar í Dølum eru
Heljardalsá, Reyná, Dalá og áin
Eysturi í Dalinum.
Eystantil í Dølum, sum nevnist
Úti á Dølum vil SEV gera eina
stóra byrging, sum skal rúma
vatnið frá nevndu fýra høvuðsáum
í Dølum.
Harumframt skulu samlitunnlar
gerast, sum skulu savna allar áir
norður móti Saksun og allar áir
Hvalvíksmegin Saksunardal heilt
suður í Toftadalsáir sunnafyri
Hvalvík og føra hesar áir í byrgin
gina Úti á Dølum.
Frá Toftadalsáum snarar
samlitunnilin vestureftir og tekur
ovasta partin av Dalá og Argisá,
sum báðar renna í Leynavatn.
Vatnútskiftingin í Leynavatni
minkar tí eisini í stórum.
Sunnanfyri Dalar – vestureftir
– skulu áirnar í Djúpadali, Øksna
dali og Nálagjógv takast.
Allar omanfyri nevndu áir skulu
í samlitunnilum førast norð í Da
lar fyri síðani at renna suðureftir í
tunnli í Vatnið í Fonsdali
Í Saksun skal Breiðá úr
Vatnsdali takast.
Dalá og Stórá í Saksunardali
skulu turrleggjast
Í Saksunardali renna tvær áir.
Dalá rennur í Saksunarvatn og
Stórá rennur millum Hvalvík og
Streymnes
Heljardalsá, sum rennur
úr Dølum í Saksunardal skal
turrleggjast.
Heljardalsá er høvuðsáin, ið
rennur í Dalá, sum soleiðis missur
høvuðsæðrina. Dalá vil tá fáa
minni enn helmingin av vatni og
vatnútskiftingin í Saksunarvatni
minkar tí við meira enn eini helvt.
Verður Víkavatn v.m. eisini
tikið, verður Dalá heilt burtur og
Saksunarvatn fær ikki meira vatn
enn tað regn, ið regnar á tað.
Sunnanfyri Dalar, Hvalvíks
megin Saksunardal renna Oksa
gilsá og Ravnagilsá saman við
Hóraldstoftrætt í Saksunardali og
verða tá til Stórá í Hvalvík.
Saman við Bjendalsáunum eru
hesar áir lívsæðrarnar til Stórá.
Allar hesar áir skulu takast og í
samlitunnil førast til byrgingina
Úti á Dølum.
Tá hesar áir verða tiknar,
verður næstan einki vatn í Stórá í
Hvalvík, sum sostatt eisini verður
turrløgd.
Hví vatnorku
útbyggingin?
SEV boðaði frá, at til tess at
økja elframleiðsluna við varandi
orkukeldum frá 45% til 55% =
10% skulu 1.600.000.000,00
Ætlaða vatnorkuút
Vísandi til, at grundgevingarnar hjá SEV fyri
útbygging av vatnorkuni ikki eru sannlíkar og tá
vatnorkuútbygging í Føroyum als ikki loysir seg
fíggjarliga, haldi eg, at veruliga grundgevingin
hjá SEV er at útbyggja vatnorkuna og leggja so
nógv lendi sum møguligt undir seg áðrenn 2013
fyri at styrkja um sína støðu, tá vatnorkuloyvið
hjá teimum gongur út, skrivar Poul Hansen í
hesi kjakgrein
Breiðá í Saksun verður turrløgd
Kjakgrein
Poul Hansen
post@sosialurin.fo
Í Króki í Dølum. Verður turrlagt
Vatnorkuútbyggingin í Dølum fevnir eisini um allar áir í Hvalvíksfjøllu
num og líka suður móti Leynavatni. Reyði liturin er samlitunlar og guli
er avfallsøkið (Kelda: SEV)