Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 117 - 20. juni 2008 Ritstjóri á Skúlabóka- grunninum Eitt starv sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni innan mið- námsskúlaøkið verður lýst leyst til setanar, so skjótt sum til ber. Praktiskt útgávuvirksemi Starvið, sum talan er um, fevnir í høvuðsheitum um praktiskt útgávu- virksemi innan øll fakøki til miðnáms- skúlan eins og ráðgeving og vegleiðing í hesum sambandi. Vilt tú vera við til at menna miðnámsskúlaøkið og tryggja, at lærarar og næmingar hava góðar undirvísingarmiðlar, so eru nógv- ar áhugaverdar uppgávur at fara í holt við á Skúlabókagrunninum. Førleikar Til starvið krevst útbúgving sum mið- námsskúlalærari, í minsta lagi 5 ára undirvísingarroyndir og dyggur fakligur førleiki í føroyskum og kunnleiki í teld. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir verða eftir sátt- mála við avvarðandi fakfelag og við góðkenning Fíggjarmálaráðsins. Royndartíðin er eitt ár. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum við- mælum skal vera Skúlabókagrunninum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 14. juli 2008. Gjølligari upplýsingar um starvið fáast frá Niels Petersen, tlf. 31 61 00. Avloysari fyri ritstjóra Tíðaravmarkað starv fyri rit- stjóra í barnsburðarfarloyvi verður lýst leyst til setanar frá 15. oktober 2008 til 31. juli 2009. Ritstjórastarvið fevnir um fólkaskúlaøkið. Praktiskt útgávuvirksemi Hetta starvið fevnir í høvuðsheitum um praktiskt útgávuvirksemi innan allar lærugreinir í fólkaskúlanum eins og ráð- geving og vegleiðing í hesum sambandi. Ætlanin er, at ritstjórin skal arbeiða við útgávum innan kunningarlæru- greinirnar í fólkaskúlanum. Tað eru søga, samfelagslæra, landalæra, lívfrøði o.s.fr. Eisini í lærugreinunum kristni, føroyskum og fremmandum máli er tørvur á nýggjum undirvísingarmiðlum, og kunnu uppgávur á hesum økjum koma fyri. Vilt tú vera við til at menna fólkaskúlan og tryggja, at lærarar og næmingar hava góðar undirvísingar- miðlar, so eru nógvar áhugaverdar uppgávur at fara í holt við á Skúlabóka- grunninum. Førleikar Til starvið krevst útbúgving sum fólkaskúlalærari, í minsta lagi 5 ára undirvísingarroyndir og dyggur fakligur førleiki innan tey fakøki, sum ritstjórin fer at arbeiða mest við, hollur kunnleiki í føroyskum og kunnleiki í teld. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir verða eftir sátt- mála við Føroya Lærarafelag í lønar- flokki 30.1 og við góðkenning Fíggjar- málaráðsins. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Skúlabókagrunninum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 14. juli 2008. Gjølligari upplýsingar um starvið fáast frá Niels Petersen, tlf. 316100. 3 STØRV á Føroya Skúlabókagrunni