Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 20. juni 2008 29 Verkætlanarstarv til undirvísingar- portalin Spennandi verkætlanarstarv at menna undirvísingarportalin Snar Føroya Skúlabókagrunnur søkir starvs- fólk til undirvísingarportalin Snar.fo. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. august 2008 til 1. september 2009 við møgu- leika at halda fram. Snar.fo er verkætlan at menna ein undirvísingarportal, har teldutøkt tilfar verður savnað og skipað til skúlaverkið. Verkætlanin er samstarv millum Menta- málaráðið, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag. Føroya Skúlabókagrunnur umsitur verkætlan- ina, sum byrjaði á heysti 2006. Ein verkætlanarbólkur við umboðum frá Skúlabókagrunninum, Landsmiðstøðini, KT-deplinum og Fróðskaparsetrinum arbeiðir við menningini av undirvísing- arportalinum, sum alment fer at virka komandi ársskifti. Ábyrgdarøki Sum starvsfólk verður tú við í verk- ætlanarleiðsluni, har títt ábyrgdarøki m.a. verður at samskipa mongu netút- gávurnar frá ritstjórum og stovnum. Tú fert dagliga: s at virka fyri samstarvi við stovnar og einstaklingar um fjølbroytt og tíðar- hóskandi tilfar til portalin. s at samskifta við veitarar, skipa samstarvsbólkar og skjalfesta mongu arbeiðsuppgávurnar. s í tøttum samstarvi við verkætlanar- bólkin at raðfesta útgávur, menna skipanina, seta hana í verk og kunna lærarar og almenningin um áhugavert tilfar til læring. Førleikar Vit hugsa okkum, at tú helst hevur: s læraraprógv ella samsvarandi útbúgv- ing og royndir frá skúlaverkinum. s stóran áhuga og kunnleika til teldur, netsamskifti og teldutøkt undirvís- ingartilfar. s góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. s evni til nýhugsan og menning. s evni at skapa góð sambond við starvs- fólk og viðskiftafólk. Starvs- og lønarviðurskifti Løn og setanartreytir verða eftir sátt- mála við Føroya Lærarafelag ella av- varðandi yrkisfelag, og við góðkenning Fíggjarmálaráðsins. Eftir sáttmála við Føroya Lærarafelag er starvið lønt í løn- arflokki 30-1. Starvið er tíðaravmarkað og klárt at seta frá 1. august 2008. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Skúlabókagrunninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juli 2008. Gjølligari upplýsingar um starvið fáast frá Niels Petersen, stjóra, ella Wenche Andreassen, leiðara av portaltoyminum, á tlf. 316100. Føroya Skúlabókagrunnur er eitt alment forlag, sum skipar fyri at geva út fjølbroyttar undirvísingarmiðlar til tað føroyska skúlaverkið. Undirvísingarmiðlar, ið eru í samsvari við tað regluverk og tær lesiætlanir, ið eru galdandi fyri undirvísingar- verkið. Í 2008 starvast 10 fólk á forlagnum, men stovnurin er í støðugum vøkstri. Ritstjórarnir á Skúlabókagrunninum eru eitt toymi, sum arbeiðir saman um at útvega dygdargóðar føroyskar undirvís- ingarmiðlar. Tað merkir, at neyðugt er at samstarva við bæði starvsfelagar og mong onnur til tess at tryggja so stórt fjøl- broytni sum møguligt, námsfrøðiliga dygd og breidd, tíðar- hóskandi málsligan búna, og at útsjónd og ”layout” styðja enda- málið við útgávuni. Skúlabókagrunnurin hevur ábyrgd av einum nýggjum føroyskum undirvísingarportali. Ritstjórarnir eru við í arbeiði- num at menna henda portal og at útvega eitt hóskandi úrval av talgildum miðlum. Ein partur av starvinum er eisini at veita lærarum og øðrum neyðuga kunning um føroyskar undirvísing- armiðlar. Nærri kunning um Skúlabókagrunnin er at finna á heimasíðuni: www.fsg.fo. -àU[FOTUS“§t5ØSTIBWOt5FMt'BYtXXXGTHGP