fríggjadagur 20. juni 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 20. juni 2008
39
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
ENDURLÝSING eftir starvsfólki til
Eldrasambýlið Oman Mattalág í Tórshavn
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum,
heilsurøktarum og heilsuhjálparum í
starvsbrøki 0,7 ella 0,8 og ítrivsvegleiðara
í starvsbrøki 0,5 at starvast í nýggja
Eldrasambýlinum Oman Mattalág í
Tórshavn og at byrja 1. august 2008.
Eldrasambýlið Oman Mattalág er partur
av Heimatænastuni Øki 1 í Suður-
streymoy og pláss er fyri 9 búfólkum.
Hugsjónin fyri Heimið
Miðað verður eftir at skapa eitt heimligt
og virkið umhvørvið út frá Eden hug-
sjónini og við virðing og umsorgan at
stuðla undir virkisførleika og vælveru hjá
tí einstaka búfólkinum.
Vit vænta av tær, at tú hevur
• Áhuga í og gleði við at arbeiða
við eldri fólki
• Vilja til at starvast í tráð við hugsjónina
fyri Heimið
• Vilja at starvast út frá Eden hugsjónini
• Er til reiðar at bróta upp úr nýggjum og
ganga aðrar leiðir
• Dugir væl at samstarva og samskifta við
onnur
• Er motiverað og fleksibul
• Kann arbeiða í skiftandi vaktum
Vit kunna bjóða
• Eitt spennandi og mennandi starv, har
tú hevur møguleika at vera við til at
byggja upp eitt heim í tráð við
hugsjónina fyri Heimið og seta dám á
umhvørvið.
• Góða innleiðslu
• Møguleika fyri persónligari menning
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda
sær til økisleiðara Ceciliu Vestureið á
telefon 217249 ella við telduposti:
ceciliav@naerverk.fo ella til deildar-
leiðaran Tórhild Dalsgaard á telefon
217123 ella við telduposti til
torhildd@naerverk.fo
Umsókn
Send eina umsókn við avrit av prógvi og
upplýsingum um útbúgving og fakligar
royndir til:
Heimatænastan
Stílað: Cecilia Vestureið, økisleiðari,
Skálatrøð 14
FO-100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 4. juli 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.