Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 117 - 20. juni 2008 lýsingar Lýsing eftir pedagogum og hjálparfolki til Vípuna 3 pedagogar 30 tímar, og 2 hjálparfólk 30 tímar, at byrja 1.aug 2008, ella eftir nærri avtalu. Vípan er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum frá 0-7 ár. Ein stova í aldrinum 0-4 ár og ein stova í aldrinum 4-7 ár. Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.30-17.00. Vit bjóða eitt áhugavert starv: • hvar náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum og hvar spæl fyllir nógv • hvar virðing og trivnaður hjá barninum er í hásætið • við opinleika og einum jaligum hugburði • við broytingum hvar tú hevur tína ávirkan • hvar vit eru byrjaði at arbeiða við ”Den integrerende baggrund” Vit vænta av tær: • At tú ert útbúgvin pedagogur/hevur royndir og fagliga vitan • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • At tú ert opin fyri broytingum • At tú hevur góð samstarvsevnir yvir fyri børnum, foreldrum og starvsfelagum • At tú sært fyrimunir fram um vansar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535 Umsókn saman við avrit av prógvum og við- mælum, skal verða stovninum í hendi, seinasta lagi 4.juli.2008. Vípan Vípuvegur 3 · 100 Tórshavn Tlf. 317535 / 287535 bg-vipan@post.olivant.fo S T Ø R V í Frískúlanum í Havn Søkt verður eftir tveimum náms- frøðingum til spennandi, nýskapandi størv komandi skúlaár, 2008-2009. Frískúlin í Havn er ein skúli, har næmingurin er í miðdeplinum. Frískúlin er eitt stað, har næmingar læra og mennast. Frískúlin í Havn møtir barninum, har tað er menningarliga. Skúlin virkar fyri, at barnið, gjøgnum hóskandi virksemi í einum stimbrandi og tryggum umhvørvi, mennist og lærir og upplivir gleði í skúladegnum. Skúlin leggur dent á at skapa ein felagsskap, sermerktur av virðing og umsorgan fyri hvørjum øðrum. Grundhugsjónin og skúlabygnaðurin eru lýst í stuttum á heimasíðu okkara www.friskulin. org. Frískúlin í Havn sameinir skúlagongd og frítíðarvirksemi. Lærarar og námsfrøðingar arbeiða saman at skapa eitt mennandi umhvørvi fyri barnið sum heild. Í løtuni eru 3 starvsfólk og 16 børn í 1.– 2. flokki í skúlanum. Skúlin veksur støðugt, og skúlaárið 2008-2009 verða umleið 30 næmingar í 1.–3. flokki. Arbeitt verður bæði í toymi saman við hinum starvsfólkunum og sjálvstøðugt. Søkt verður eftir námsfrøðingum til tvey full- tíðarstørv. Arbeiðstíðin er skiftandi. Frískúlin er opin frá kl. 7.50 til 16.45. Umsøkjarar eiga at hava námsfrøðiliga út- búgving. Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við prógvum og møguligum við- mælum skulu sendast til Frískulan í seinasta lagi 26. juni 2008 Meira fæst at vita við at venda sær til skúlaleiðaran, Sharon Weiss á telefon 22 86 53 ella 32 81 50. Frískúlin í Havn Undir Borgarhálsi 44 176 Velbastaður tlf. 32 81 50 Við hesum verða tveir jarðarlutir, matr. nr 516, Strendur, lýstir til sølu. Jarðarlutirnir eru ávikavist 81,41 og 224,64 m2 og liggja hvør sær. Til jarðarlutirnar hoyrir uttangarðsjørð, íalt 1 gl. og 10 skinn, í Heygshaga. Áhugaði kunnu venda sær til Gunn Ellefsen, advokat, ge@lawfirm.fo tlf. 593040 ella til Evu Gudmundsen, skrivara, eg@lawfirm.fo, tlf 596621. ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4 YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 311260 · FAX 311261 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS EMAIL: LAWFIRM@LAWFIRM.FO HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO TORMÓÐUR DJURHUUS · JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD · JÓHAN J. LAMHAUGE GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JØRÐ Á STRONDUM TIL SØLU Lesið Sosialin - so eru tit við