fríggjadagur 20. juni 2008síða 51
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingartilfar
lýsingartilfar
Næstsíðsta dagin koyrdu vit í
einar tveir tímar suðureftir, til
vit komu út á oynna Als. Har
vitjaðu vit Danfoss Universe,
sum er ein nýggj og stór
upplivingarpark fyri børn og
vaksin, sum dáma at spæla,
granska, seta spurningar og
finna svar – stutt sagt: eitt
spælipláss innan náttúru og
tøkni. Eyðsætt í hesum PISA-
tíðum :-)
Danfoss fyritøkan, sum
millum annað framleiðir
hitastillarar til radiatorar, telist
millum størstu fyritøkurnar í
Danmark. Eftirsum talan er um
eina fyritøku, ið fæst nógv við
nattúruvísindi og tøkni, er tað
eisini natúrligt at bjóða fólki at
bólta sær á hesum spennandi
øki.
Í Danfoss Universe ber til
dømis til at kanna eftir, hvørjir
av tínum átta intelligensunum
eru teir sterkastu, umframt at
royna teg við umleið 200
stuttligum avbjóðingum, eisini
innan allarnýggjastu tøknina:
teld, teknikk og alisfrøði. Vit
høvdu í øllum førum ein
framúrskarandi dag í Danfoss
Universe, sum fær okkara
bestu viðmæli.
Við einum Segway-
akfari, er framtíðin tann
reini gandur: Hellir tú
teg framá, ekur tú fram
– hellir tú teg afturá,
bakkar tú. Við fyrstu
Segway breytini í
Europa, er Danfoss
Universe fyrst við tí
nýggjasta. Her ganga
teldutøkni, sniðgeving
og kropslig rørsla
saman í eina hægri
eind!
Ætlar tú at keypa bil, bjóða vit tær fígging og trygging um eina
leið. Tú fert beint inn á bilasøluna, har tú fært landsins bíligastu
og skjótastu fígging beinanvegin. Í somu vending avgreiða vit
tryggingina. Tú fært lykilin og koyrir avstað.
Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn,
Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo
sansir.fo
Lyklaklár fígging
og trygging til bilin
Danfoss Universe
Heimasíða:
www.danfoss-universe.dk
Bitland er eitt stórt spælipláss
við øllum tí nýggjasta innan
teldutøkni og talgilding,
formiðlað á ein greiðan hátt,
so at øll kunnu vera við – her á
myndini við einari risastórari
músakúlu...
Í Blue Cube møta vit
sterku náttúrukreftunum.
Til dømis einum
eftirgjørdum jøkli,
snarljósum, eldgosi
og øðrum natúrligum
undurverkum
BILLUND - barnabýur burturav
Í góðveðrinum á hvítusunnu var Sosialurin fimm dagar í Billund, har vit við barnabrillum og foreldraeygum
upplivdu heimskenda legobýin. Fyrstu dagarnar gistu vit á Hotel Legoland og seinni á Hotel Propellen, sum er
beint við. Heimanífrá leigaðu vit bil frá 62° N, sum stóð klárur á flogvøllinum í Billund. Ein dag koyrdu vit 20
minuttir norðureftir til Givskud Zoo, og ein annan dag tveir tímar suðureftir til Danfoss Universe á oynni Als. Men
alt hetta kunnu tit lesa meira um hesa vikuna í Summarkappingini, har leiðin gongur til Billund.
Sosialurin á ferð